173
an er galdandi, at hann hevur skyldu at keypa fyri avtalaða prísin, vil ognarin
nýta sølurættin.
Felags fyri nevndu sløg av avtalum er, at tað er ein tíðarmunur millum, tá
avtalan er gjørd, og tá handilin verður avgreiddur.
§1, nr. 4
fevnir ikki um terminssáttmálar
. Terminssáttmálar eru slíkir, har
báðir partar hava skyldu til at keypa/selja. Ein terminssáttmáli gevur so statt
ikki ein valmøguleika at nýta ein keypsrætt og sølurætt, eins og galdandi er
fyri tey keypsrættindi og sølurættindi, sum tilskilað eru omanfyri. Vinning
ur og tap av terminssáttmálum verða tískil roknað at vera vanligar avtalur
við seinni avgreiðslu. Ofta verður ávísa ognin (undirliggjandi aktivið) tó
ikki avgreidd. Í tílíkum førum skulu vinningur og tap verða viðgjørd eftir
vanligu reglunum í skattalógini. Hetta er eisini galdandi, um so er, at ávísa
ognin (undirliggjandi aktivið) ikki kann verða avgreitt, t.d. tá hetta er eitt
indeks.
Hóast tekningarrættir eru at meta sum keypsrættir, skulu teir verða viðgjørd
ir eftir § 1, nr. 1. Hetta er fram um alt tí teir natúrliga hoyra saman við virðis-
brævinum, og tí tað ger søluuppgerðina lættari.
Onnur aktiv koma ikki undir hesa áseting, sum fevnir bæði um keypara og
seljara.
Fyri at talan kann vera um keypsrættindi ella sølurættindi, skal ein avtala
vera. Rein tilboð, sum ikki eru góðtikin, koma ikki undir lógina. Tað er ikki
formkrav, at avtalur skulu vera skrivligar.
Vanligir framíhjákeypsrættir, sum einans geva eigaranum rættin at fáa boðið
eina ogn fyrst til marknaðarprís, koma ikki undir § 1, nr. 4.
Rættindini undir hesum punkti verða eisini nevnd optiónir, keypsoptiónir
(call-options) og søluoptiónir (put-options).
7.3.2.3.1. Avhending
Bæði vinningur og tap av keypsrættindum og sølurættindum, sum eru undir
§ 1, nr. 4, skulu verða roknað við í skattskyldugu inntøkuna hjá øllum
persónum o.ø., ið eru undir lógini, hvat so endamálið er við gjørdu avtaluni.
Talan er tískil um at slík aktiv verða skattað symmetriskt.
Vinningurin ella tapið verður gjørt upp tað árið, tað er ásannað (realisasjóns-
prinsippið).