Føroyskur skattarættur - page 160

160
Men vert er at leggja sær í geyma, at lógin (§ 3, stk. 1)
eisini
ásetur, at vinn­
ingur ella tap sambært § 1 í lógini (sí útgreining viðvíkjandi § 1 niðanfyri),
sum er liður í skattgjaldarans vinnuliga virksemi, skal verða roknað við í
uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni sambært skattalógini.
Spurt kann verða, hví tað hevur áhuga at gera av, um kapitalvinningur og tap
skulu verða tikin við í uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni og
skulu verða ásett til skattingar eftir kapitalvinningsskattalógini ella tey skulu
verða tikin við í uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni eftir skatta-
lógini og verða ásett til skattingar eftir ásetingarlógini?
Svarið er, at tað kann vera munur á uppgerðarháttinum viðvíkjandi skatt­
skyldugu inntøkunum eftir ávikavist skattalógini og kapitalvinningsskattalóg­
ini; og at tað er
týðandi munur
á skattaásetingini eftir hesum lógum. Løg­
frøðiligir persónar rinda skatt, sum er 18% av skattskyldugu inntøkuni uttan
mun til, umhon er gjørd upp eftir skattalógini ella kapitalvinningsskattalógini,
og einstaklingar rinda stígandi skatt upp í í mesta lagi 50% av skattskyldugu
inntøkuni eftir skattalógini, men einans 35% (hækkað til 39% í 2010, 38%
í 2011, 37% í 2012, 36% í 2013, síðan aftur 35% í 2014 og eftirfylgjandi ár)
av skattskyldugu inntøkuni eftir kapitalvinningsskattalógini.
7.2. VINNULIGT FÍGGJARVIRKSEMI UNDIR
SKATTALÓGINI
Sambært § 3, stk. 1 í kapitalvinningsskattalógini liggur tað greitt, at tað eru
ásetingarnar í skattalógini, sum framvegis eru galdandi fyri peningastovnar
og aðrar skattgjaldarar, sum hava tað sum vinnu at reka tað virksemið, sum er
ásett í § 1 í kapitalvinningsskattalógini. Øll onnur (tey, sum ikki reka fíggjar-
vinnu) koma undir ásetingarnar í kapitalvinningsskattalógini.
Spurningurin um, nær talan er um vinnu ella ikki (ítriv) kann ikki verða
svaraður alment. Tað krevst, at ítøkiliga verður mett um virksemið í tí ein­
staka førinum. Spurningurin er umrøddur frammanfyri, har m.a. er víst á ein
dóm hjá Eystara landsrætti frá 27. september 2002 viðvíkjandi hesum spurn­
ingi í sambandi við støðutakan, um terminsavtalur í fremmandum gjaldoyra
vóru vinnuligt virksemi ella ítriv. Hóast hesar avtalur ikki koma undir virk­
semið undir § 1 í kapitalvinningsskattalógini, ber væl til at brúka niður­
støðuna í umrødda dómi hjá landsrættinum sum vegleiðing.
Niðurstøðan hjá landsrættinum var, at treytin fyri at rokna virksemið sum
vinnuligt er, at avvarðandi skattgjaldari
rekur hetta virksemið fyri annara rokn
1...,150,151,152,153,154,155,156,157,158,159 161,162,163,164,165,166,167,168,169,170,...284
Powered by FlippingBook