Føroyskur skattarættur - page 92

92
vera miðalavlopið hjá vinnuliga virkinum tey seinastu trý árini framman
undan søluni. Hesa mannagongd hevur hægstirættur góðkent (U69.319H)
og eisini
Landsskattanevndin í málunum nr. 9/1996, 16/1987 og 17/1987.
Toll- og Skattaráð Føroya hevur við heimild í kunngerð nr. 131 frá 27. des­
ember í 2006 um at virðisáseta ognir við rundskrivi frá 9. februar í 2007
(rundskriv nr. 1/2007) ásett meginreglur fyri at virðisáseta goodwill í
øllum
skattligum viðurskiftum
. Ásetingarnar í rundskrivinum skulu t.d. verða nýtt­
ar, tá ið goodwill verður selt, at seta virði á goodwill eftir § 28, stk. 2 í kapital­
vinningsskattalógini, at flyta ognir o.s.fr.
Sum dømi verður í rundskrivinum nevnt, at goodwill, sum verður selt mill­
um heftar partar, skal verða virðissett til metta handilsvirðið, men við atliti at
umstøðunum undan søluni og eftir søluna. Millum óheftar partar er avráddi
søluprísurin galdandi. Sagt verður í rundskrivinum, at í nøkrum vinnugrein­
um eru venjur fyri at áseta goodwill, serliga tá ið selt verður millum óheftar
partar. Slíkar venjur kunnu verða nýttar til virðisásetingar millum partar, ið
hava felagsáhugamál, ella sum eru heftir sínámillum. Tað er avvarðandi skatt­
gjaldari, sum skal prógva, at ein venja er galdandi í einari vinnugrein.
5.1.11. Sølupeningur fyri fiskirættindi og tilfeingis/loyvisskattur av
inntøku frá fiskivinnu og alivinnu
§ 35b í skattalógini ásetur, at sølupeningur fyri øll rættindi eftir lógini um
vinnuligan fiskiskap, tó ikki veiðiloyvi, skulu verða inntøkuførd søluárið.
Fevnir søluavtalan um rættindi fyri eitt ávíst tíðarskeið, sum er longri enn eitt
ár, kann seljarin inntøkuføra sølupeningin samsvarandi hesum býti í tíðar-
skeið.
Sølupeningur fyri veiðiloyvi skal, sum nevnt, ikki verða inntøkuførdur, men
kann eftir umstøðunum verða inntøkuførdur sum partur av einari negativari
skipasaldu, ið verður inntøkuførd sambært § 11, stk. 3 í avskrivingarlógini.
Við virknaði frá 1. januar í 2011, men avmarkað at galda fyri inntøkuárini
2011, 2012 og 2013, hevur løgtingið álagt ein
tilfeingis/loyvisskatt
til
landskassan á 2,5% av skattskyldugari inntøku, hægri enn 1.000.000 kr. frá
fiski- og alivinnu
. Fyri inntøkuárið 2014 og 2015 er skatturin frá
fiskivinnu
ásettur at vera 7%. Fyri
alivinnu
er ásettur ein loyisskattur á 4,5% av skatt­
skyldugu inntøkuni við virknaði frá 1. januar 2014. Talan er um ein samtíðar­
skatt, sum fellur til gjaldingar í inntøkuárinum í trimum gjøldum 1. oktober,
1. november og 1. desember við gjaldfreist til 20. í mánaðinum.
Tær fyritøkur, sum lúka treytirnar fyri at rinda tilfeingis/loyvisskatt til
1...,82,83,84,85,86,87,88,89,90,91 93,94,95,96,97,98,99,100,101,102,...284
Powered by FlippingBook