Føroyskur skattarættur - page 96

96
ligt, tí nevndin
samanumtikið
helt, at hóast virksemið hevði verið javnt, hevði tað
ikki verið stórt. Inntøkurnar høvdu verið ójavnar, og virksemið hevði givið hall ár
eftir ár. Raksturin hevði givið rúmd fyri nakað av avskrivingum, men
útlit
sýntust
ikki at vera fyri, at virksemið fór at geva avlop.
Í trimum øðrum avgerðum frá
23.02.2005 (mál nr. 04-03-31-21, mál nr. 04-03-31-
17 og mál nr. 04-03-31-18)
fingu skattgjaldararnir viðhald í tí, at seyðahaldið var at
rokna sum vinna. Skatta- og avgjaldsnevndin gav hesum skattgjaldarum viðhald aftaná
at hava
ítøkiliga
lønsemismett teirra virksemi.
5.1.14. Útróður
At hava raksturin av útróðrarbáti um hendi er eisini sjálvstøðugt virksemi.
Er hetta virksemið høvuðsvinna skattgjaldarans, verður hann skattliga
viðgjørdur sambært vanligu ásetingunum í skattalóggávuni sum aðrir
sjálvstøðugir vinnurekandi. Er hetta virksemið ikki høvuðsvinna skattgjalda-
rans, hevur Toll- og skattaráðið gjørt av, at skattliga viðgerðin verður ymisk
alt eftir, um hetta virksemið kortini kann verða mett sum fult rikið vinnu-
ligt virksemi ella ikki. Toll- og skattaráðið hevur sum vegleiðindi manna-
gongd ásett, at talan er um fult rikið vinnuligt virksemi, tá ið árliga brut-
tosølan av fiski er 150.000 kr. ella meira. Er árliga bruttosølan 150.000 kr.
ella minni, verður ein ítøkilig meting gjørd fyri at taka støðu til, um talan
kortini hevur verið um fult rikið vinnuligt virksemi ella ikki.
Verður staðfest, at talan ikki er um fult rikið vinnuligt virksemi, hevur Toll-
og skattaráðið ásett hesar avmarkingar viðvíkjandi skattligum avskrivingum
og halli:
1) Er avlop, kann verða avskrivað upp í 30% av saldu, tó hægst ájavnt við
nettoavlopið aftaná allar útreiðslur, eisini hýrur.
2) Avskrivað kann ikki verða í aðrari inntøku.
3) Hall kann ikki verða drigið frá í skattskyldugu inntøkuni, og kann ikki
verða fram- ella afturført til frádrátt í rakstri, tá avlop er. Eigari kann tó
mótrokna í egnum hýruparti sama ár.
Tað er serliga í nýggjum avgerðum í mvg-kærumálum, at
Skatta- og avgjalds­
kærunevndin
hevur lagt ein ávísan dent á, hvussu „intensiv“ fiskiveiðan hevur verið.
Skatta- og avgjaldskærunevndin
hevur í tveimum málum frá ávikavist
13.05.2004
(mál nr. 03-03-032-10)
og
14.09.2005 (mál nr. 05-03-21-38)
staðfest avgerðir hjá
Toll- og skattstovuni um ikki at meta útróður sum vinnuligt virksemi. Í fyrra mál­
inum var grundgevingin frágreiðing kærarans um virksemið samanhildið við, at søl­
an hjá bátinum hevði verið heldur lág, og raksturin bara eitt ár hevði givið vinning.
1...,86,87,88,89,90,91,92,93,94,95 97,98,99,100,101,102,103,104,105,106,...284
Powered by FlippingBook