This is a SEO version of untitled. Click here to view full version
« Previous Page Table of Contents Next Page »Mongolar vóru dugnaligir hermenn, sum altíð bardust á hestbaki. Herar teirra kundu vera upp til 10.000 reiðmenn, sum skjótt riðu frá einum hermóti til annað.
Mongolveldið vaks skjótt í 1200-talinum. Gylta harkaliðið hevði valdið í Russlandi í 250 ár.
Novgorod Moskva
Kiev
Konstantinopel
Róm
Mongolveldið Gylta harkaliðið
Russland ogmongolar
Fyrst í 1200-talinum varð Russland herjað av mongol-um , eitt asiatiskt fólkaslag, sum hoyrdi til í markna-økinum móti Kina. Leiðari teirra var Djengis Khan . Undir Djengis Khan, synum hansara og abbasynun-um hertóku teir stórar partar av Asia, Russlandi og komu eitt stutt bil líka at Eystarasalti.
Men hetta øgiliga veldið datt skjótt sundur í minni partar, millum annað Gylta harkaliðið , sum fevndi um á leið tað, sum er Russland í dag. Í 250 ár vóru russar noyddir at gjalda nógvan skatt til mongolhøvd-ingarnar.
Ivan 3. – Fyrsti keisarin í Russlandi
Í 1400-talinum syndraðist Gylta harkaliðið, og tað eydnaðist stórfúrst-anum í Moskva at sameina russararnar og reka burtur mongolarnar. Moskva varð høvuðsstaður, og Ivan 3 . læt byggja eitt veldugt verndarvirki kring býin, Kremlmúrin , sum enn er til í dag.
Í mongoltíðini helt sambandið við Vesturevropa uppat. Russland varð avbyrgt frá hinum partinum av Evropa og varð verandi fátækt
This is a SEO version of untitled. Click here to view full version
« Previous Page Table of Contents Next Page »