Page 19 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »

MIÐØLD – UMLEIÐ 500–1500 93

Samstundis í Norðurlondum

Í víkingatíðini

Í eini bygd vóru nakrir fáir garðar. Familjurnar í bygdini vóru ofta í ætt við hvør aðra. Ættin var týdningarmikil fyri tryggleikan. Limirnir í ættini stóðu saman. Teir tóku sær av teimum gomlu og sjúku og hildu saman móti fíggindum uttaneftir. Ein ríkur bóndi, sum hevði ráð til nógvar krígsmenn, kundi gera seg til høvding og ráddi ofta yvir f leiri bygdum.

Bygdarfólkið bygdi sjálv hús síni og bátar sínar. Í bygdarsmiðjuni vóru vápn og amboð smíðað, men tey útvegaðu sær eisini lutir við býtishandli. Tey livdu av jarðarbrúki, veiðu og fiskiskapi.

Tá húsbóndin var á víkingaferð, var tað húsmóðirin, sum ráddi á garðinum. Hon ansaði eftir, at øll arbeiddu. Kornskurðurin skuldi bjarg-ast, og vetrargoymslurnar av korni, hálmi, berum og turkaðum fiski skuldu fáast til høldar. Um veturin býtti hon matin nágreiniliga, annars svøltaðu bæði menniskju og dýr. Hon skuldi eisini síggja til, at tað vóru klæði til øll. Kvinnurnar á gørðunum spunnu og vóvu ullint klæði á vevi sínum.

Trælirnir

Eftir eina víkingaferð kundi húsbóndin koma heim við trælum, sum hann hevði keypt ella rænt. Trælirnir vóru fyri tað mesta settir til tað tunga jarðarbrúksarbeiðið. Tað hendi seg eisini, at ein frælsur maðu varð trælur fyri at gjalda skuld ella fyri at verða forsyrgdur. Virðið á ein um træli var tað sama sum á tveimum oksum.

Teir mongu gudarnir

Eins og grikkar og rómverjar høvdu norðbúgvar f leiri gudar, sum tei ofraðu til. Tað helst týdningarmesta offrið var miðvetrarblótið , tá bæð dýr og trælir kundu ofrast til gudarnar. Jólahaldið í dag er partvíst eisin ein arvur frá víkingatíðini. Teir týdningarmestu gudarnir vóru Óðin Froyur og Tórur . Harumframt trúðu norðbúgvar uppá, at veittrar , trøl

og aðrar undarligar verur kundu hava sína ávirkan á mannalívið. Óðin var krígsgudur og gudur vísdómsins. Djarvir krígsmenn komu til hansara stóra garð Valhøll , tá teir doyðu.

Froyur var fruktbarisgudurin og helst tann týdningarmesti av teimum øllum. Froyur gav góðan skurð og nógvar kálvar og smágrísar. Hann var bróðir Froyu , sum var kærleikans gudinna og ráddi yvir lívi og deyða.

Bronsusmámyndir av gudunum Froyi og Froyu, tveir av teimummongu gudunum hjá víkingunum, sum fólk bóðu og ofraðu til. Froyur var gudur fyri fruktbari, og Froya var kærleikans gudinna.

Page 19 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »