Page 20 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »

94 MIÐØLD – UMLEIÐ 500–1500

Tórur leiddi stríðið móti óndum maktum sum til dømis jatnunum . Tá toran gekk, var tað Tórur, sum var úti og drap jatnir við hamara sínum.

Tey longu, myrku vetrarkvøldini søgdu tey gudasagnir fyrihvørjumøðrum, júst sumteirgomlugrikkarnirhøvdu gjørt. Hesar sagnirnar og frásagnirnar skrivaði íslending-urin Snorri Sturluson upp í Snorra Eddu í 1200-talinum. Tá vóru tær gingnar í arv í mong ættarlið.

Hvat hendi eftir deyðan

Vanliga vórðu tey deyðu brend, áðrenn tey vórðu jarðað. Av tí at tey trúðu upp á eitt lív eftir deyðan, fekk tann deyði gávur við sær í grøvina, til dømis vápn, skartgripir (smúkkur), ein knív at eta við, ein hest og ein hund. Í kvinnugravunum hava tey harumframt eisini funnið glasperlur, kambar og vøkur spenni. Móti endanum á víkingatíðini løgdu tey eisini eina krossmynd í grøvina, kanska sum tekin upp á, at tann deyði var kristin. Høvdingagravirnar vóru ofta dánaðar sum skip. Eitt vakurt dømi um eina slíka skipsseting er Kåsebergsskipið í Skána.

Okkara fyrstu bókmentir

Um onkur doyði í fremmandum londum, so reisti ættar-fólki teimum ein minnisvarða við einum stuttum teksti (sí myndina). Higartil eru funnir umleið 3.000 slíkir

rúnasteinar í Norðurlondum, teir f lestu eru funnir í Svøríki. Teir f lestu eru reistir í 1000-talinum. Onkrir rúnasteinar eru eisini funnir í Føroyum.

Rúnirnar eru fyrsta bókstavaraðið – alfabet – hjá norðbúgvum, og teir túsund ára gomlu rúnasteinarnir eru fyrstu norrønu bókmentirnar.

Norrøn miðøld

Í 1000-talinum, tá víkingaferðirnar vóru hildnar uppat, og teir norrønu kongarnir vóru vorðnir kristnir, byrjaði miðøldin í Norðurlondum. Við øðrum orðum byrjaði hon 500 ár seinni enn í hinum partinum av Evropa.

Elsta sur, sum var funnin í handilsbýnum Birka, fyrsta býi í Svøríki.

”Torkil Onundarson eystmaður av Roga landi bygdi henda stað fyrst”, soleiðis tala rúnirnar á hesum rúnasteini, sum varð funnin í Sandavági í 1917. Rúnirnar eru dagfestar til 13. øld. Steinurin stendur í Sandavágs kirkju.

Page 20 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »