Page 21 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »

MIÐØLD – UMLEIÐ 500–1500 95

Norðbúgvar verða kristnir

Tey tvey hundrað árini, víkingatíðin vardi, royndu f leiri trúboðarar at umvenda norðbúgvar til kristna trúgv. Tey fólkini, sum høvdu verið úti fyri víkinga-álopum, vónaðu, at kristnitrúgvin fór at gera víking-arnar friðarligari.

At vitja norðbúgvar og royna at læra teir um Gud var ein vandamikil uppgáva. Nógvir trúboðarar vórðu rændir og dripnir, longu áðrenn teir høvdu fingið høvi at siga, hví teir komu. Men um ár 1000 lótu teir fyrstu norðbúgvar seg doypa. Kongarnir noyddu síðani fólkið at doypa seg. Tað gingu tó eini 100 ár, áðrenn kristnitrúgvin rættiliga kom undan. Íslendingar høvdu ongan kong og stýrdu sær sjálv-um. Tær mætastu familjurnar savnaðust á Altingi fyri at taka avgerðir um týdningarmikil mál. Um ár 1000 varð avgjørt, at íslendingar skuldu verða kristnir. Sambært Føringasøgu kristnaði Sigmundur Brestisson Føroyar umleið somu tí, tá hann boðaði kristnitrúnna á løgtingi .

Føroyska tingið

Í 1035 koma Føroyar undir Noreg, og skulu gjalda kongi skatt.

So langt aftur í tíðina sum keldurnar loyva okkum, sæst, at føroyingar hava hildið ting. Fyrsta tingið var alting, ið var bæði lóggevandiog dømandi. Útinnandi vald var ikki til í elstu tíðum. Um 1275 verður norska Landslógin sett í gildi í Føroyum, eftir hetta hevði løgtingið dómsvald. Lóggávuvald og útinnandi vald legði kongur undir seg.

Danska Eystarasaltsveldið

Fyrsti erkibiskupurin í Norðurlondum hevði sæti í býnum Lund í Skáni, sum hoyrdi til Danmark. Har var eisini myntverkið hjá danska konginum. Í 1100-talinum hevði Danmark tveir frágera kongar, Valdimar Mikli og sonur hansara Valdimar Sigur . Teir báðir skaptu eitt danskt Eystarasaltsveldi. Erkibiskupurin Absalon leiddi krossferðirnar fram

Norðurlond í miðøld. Pílarnir vísa svenskar og danskar “kross-ferðir” fyri at umvenda onnur fólkasløg til kristindómin, hóast talan mest var um hertøkur. Danmark misti tað hertikna, men Svøríki varðveitti Finnland heilt fram til 1809.

Oslo

Stokkhólmur

Åbo Tallinn

Visby

S V Ø R Í K I

D A N M A R K

N O R E G

Estland

Land vendanna

Donsk krossferð

Svensk krossferð

Keypmannahavn

við Eystarasalti fyri at steðga sjórænarum og fyri at vinna herfong.

Tær donsku landtøkurnar breiddu seg so við og við heilt til Estlands.

Í 1100-talinum læt Absalon byggja eina borg við Oyrarsund. Tað var byrjanin til Keypmannahavn , sum seinni varð høvuðsstaður Danmarkar.

Fyrsta kongssalvingin í Norðurlondum

Fram til 1163 høvdu allir kongssynir – føddir í og uttan fyri hjúnalag – rætt at gerast kongar í Noregi, bert teir vóru tiknir til kongs á einum hylnistingi . Kongur varð sostatt valdur til kongs av monnum, t.e. bóndunum í landinum. Í 1163 fær Noreg, við fyrstu kongssalvingini, nýggja stjórnarskipan. Magnus Erlingsson, sum ikki var kongssonur, verður fyrsti kongur í Norðurlondum, ið ikki varð tikin til kongs á einum hylnistingi, men í staðin fekk kongstign sína frá Gudi gjøgnum kirkjuna.

Page 21 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »