This is a SEO version of untitled. Click here to view full version
« Previous Page Table of Contents Next Page »100 1500-TALIÐ
1500-talið
– Kanningarferðirnar og siðaskiftið
T
ríggjar stórhendingar í 1500-talinum komu at broyta heimin fyri alla framtíð:
Stóru kanningarferðirnar – uppdagingin av Amerika, sjóleiðin til India og tann fyrsta heimsumsiglingin.
Prentlistin – í staðin fyri at skriva bøkur við hond varð farið at prenta bøkur og bløð. Nýggjar hugsjónir breiddu seg, og fólk, sum dugdu at lesa, gjørdust atfinningarsom móti teirri katólsku kirkjuni. Vísindamenninir byrjaðu at gera seg frælsar frá eftirliti kirkjunnar.
Siðaskiftið, eisini nevnt trúbótin – kirkjan syndraðist enn eina ferð og varð býtt í ein katólskan og ein protestantiskan part. Pávin byrjaði eina móttrúbót, men misti kortini valdið á kirkjuni í Norðurevropa. Í f leiri londum fóru fram innanhýsiskríggj millum ymiskar átrúnaðarligar bólkar, m.a. í Týsklandi, Fraklandi og Onglandi.
Stóru kanningarferðirnar
Móti endanum av miðøldini høvdu turkar skapað eitt nýtt stórveldi,
Osmannaríkið . Bita fyri bita tóku teir tað Bysantiska ríkið, og í 1453 tóku teir eisini høvuðsstaðin Konstantinopel. Hetta var endin á tí gamla Eysturrómverska ríkinum.
Turkar stongdu karavanuvegirnar úr Evropa til India og Kina. Nú vóru evropearar noyddir at fara út á tey stóru heimshøvini fyri at kunna reka handil við India og onnur lond í eysturlondum.
So byrjaði tíðin við teimum stóru landafrøðiligu kanningarferðunum. Djarvir sjófarar gjørdu langar ferðir út í tað ókenda, eins og rúmdarferðir verða gjørdar í okkara tíð.
Ætlaði sær til India – men kom til Amerika!
Kristoffur Kolumbus var ein sjófari úr Genova í Italia. Hann hevði lært seg, at jørðin var rund og ikki f løt, sum nógv hildu í hesi tíð. Tá mátti mann koma til India, um siglt var í ein beinan vestan á Atlantshavinum, helt hann. Tað eydnaðist Kolumbusi at yvirtala ta sponsku drotningina
Isabellu til at satsa upp á eina slíka rannsóknarferð. Í 1492 byrjaði hann ferð sína við skipinum Santa Maria og tveimum øðrum skipum.
This is a SEO version of untitled. Click here to view full version
« Previous Page Table of Contents Next Page »