This is a SEO version of untitled. Click here to view full version
« Previous Page Table of Contents Next Page »134 1600-TALIÐ
Við bygging sínari av Sankta Pætursborg vildi Pætur Mikli lata luft og ljós inn í eitt Russland, sum hevði staðið í stað síðani miðøldina. Kirkj-urnar í tí nýggja býnum skuldu til dømis hava vøkur vindeygu mótsett teimum gomlu myrku griksk-ordodoksu kirkjunum. Hann reypaði við byggingini, tí hann vildi hava ein bý, sum kundi berast saman við teir býirnar, sum hann hevði vitjað í Evropa.
Tað veldiga Vetrarslottið við ánna Neva var hugsað sum ein bústaður fyri teir komandi tsararnar í einum ríkum og modernaðum Russlandi. Sjálvur læt Pætur Mikli sær lynda at búgva í einum einføldum bústaði. Voksdukkan í sýnisskápinum er at síggja í Erimitaguni , sum er ein partur av Vetrarslottinum.
1 Greið frá hesum orðum og hugtøkum: sultanur, bojarar, tsarur, heimabundin?
2 Hvørji øki hoyrdu til Osmannaríkið, tá tað var upp á tað størsta í 1600-talinum? Sí kortið á s. 129 og samanber við eitt nútíðar kort.
3 Hvør var barnaskatturin?
4 Í Russlandi broyttist stjórnarlagið í 1500-talinum. Á hvønn hátt?
5 Hví setti tsarurin lógina um heimaband í gildi?
6 Hvør var Pætur Mikli? Fortel um hann við dømum.
7 Hví var tað so týdningarmikið hjá Russlandi at byggja havnir við Svartahav og Eystarasalt. Skiftið orð um hetta.
Samstundis í Norðurlondum
Viðurskiftini millum danskar og svenskar kongar vóru mangan ógvuliga ring, eftir at Kalmarsamveldið endaliga syndraðist í 1523 og fram til 1800-talið. Bæði Danmark og Svøríki vildu hava ræði á handlinum í Eystarasalti. Hetta førdi til f leiri kríggj millum londini bæði. Summi av hesum kríggjum endaðu so at siga úrslitaleys, uttan nakran greiðan sigurharra. Men sum 1600-talið leið, fekk svenski kongurin takið á danska konginum. Eitt skifti var tað enntá heilt nær við, at Danmark ikki longur var til sum sjálvstøðugt ríki.
Harðast gingu kríggini út yvir vanliga fólkið, sum í roynd og veru ikki luttók í krígnum. Bøndurnir skuldu fáa herinum mat til vega. Og mangan vóru teir eyðrændir av fíggindum, eins væl og hermonnum, ið skuldu verja landið. Í kjalarvørrinum av kríggjunum fylgdi pest og aðrar deyðiligar sjúkur.
This is a SEO version of untitled. Click here to view full version
« Previous Page Table of Contents Next Page »