Page 27 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »

1600-TALIÐ 135

Í seinnu hálvu av 1600-talinum varð Danmark einaveldi, og tað var kongur, ið gjørdi av, um tað skuldi vera kríggj ella friður. Hetta hevði vanliga fólkið onga ávirkan á.

Í 1500-talinum komu hansastaðirnir sær upp í stríðið millum Danmark og Svøríki. Men Hansafe-lagsskapurin syndraðist so líðandi, og í staðin vóru tað hollendskir og enskir keypmenn, ið tóku yvir størsta partin av handlinum í Norðurevropa. Bæði Holland og Ongland løgdu seg út í stríðið millum Danmark og Svøríki.

Stórveldistíð Svøríkis

Í størsta partinum av 1600-talinum og byrjanini av 1700-talinum var Svøríki eitt stórveldi, tí tað hevði eina væl virkandi ríkisfyrisiting og eitt máttmikið hervald. Svøríki hevði eftirlit við eystarasaltshandl-inum og kundi leggja toll á í mongum havnum. Statskassin hevði fyri neyðini støðugt at verða fyltur, tí hervaldið fór við nógvum peningi.

Gustav 2. Adolf, sum stýrdi 1611-32, var tann kongurin, sum førdi Svøríki inn í eina stórveldistíð. Tað var hann, sum stóð aftan fyri tær f lestu nútímans tilgongdirnar. Við Gustavi 2. Adolf á odda fór Svøríki uppí tríatiárakríggið. Eftir friðarsamráðingarnar í Westfalien í 1648 fekk Svøríki nøkur týsk øki

við Eystarasalt, men frammanundan var Danmark noytt til at lata Svøríki aftur stór landøki. Og tað svenska valdið kom at vaksa uppaftur meira í 1600-talinum.

Í 1658 fór Karl 10. Gustav tvørtur um ísin á Stórabelti við øllum heri sínum og noyddi Danmark at lata frá sær Bohuslen og Skána.

Karl 12. stóð á odda fyri Svøríki í ár 1700, tá ið Danmark, Saksland-Pólland og Russland samstundis lupu á landið. Hesi lond vildu bróta tað svenska stórveldið. Harumframt vildi Danmark taka aftur Skána. Hetta kríggið verður nevnt Stóra norðurlendska kríggið .

Karl 12. gjørdi mótálop og noyddi við sterka heri sínum Danmark og Saksland-Pólland til frið. Hann hevði vunnu sigur á russum við Narva í 1700, men hevði ikki fingið frið í lag. Fyri at vinna ein avgerandi sigur, fór hann aftur inn í Russland, men tað var ein vanlukka. Sviar frystu og svøltaðu og at enda taptu teir bardagan við Poltava í 1709.

Tróndheims len

Jämtland (1645)

Härjedalen (1645)

Blekinge

Halland

Skáni

Bohuslen

Bornholm

S V Ø R Í K I

P Ó L L A N D

Svøríki 1648 Til Svøríki 1658

Svenska stórveldið. Tey avmerktu økini vórðu svensk við friðin í Roskilde 1658: Skáni, Halland, Bohuslen, Tróndheims len (í Noregi) og oyggin Bornholm. Í 1660 læt Svøríki aftur Tróndheims len og Bornholm til Danmarkar. Í 1721, eftir Stóra norðurlendska kríggið, varð Svøríki noytt at lata øll síni landøki eystan fyri Eystarasalt, uttan Finnland, aftur til Russlands.

Page 27 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »