Page 28 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »

136 1600-TALIÐ

STEÐGISTAÐUR

Heksir og annar duldarfullur máttur

Longu teir gomlu víkingarnir hildu, at alt lívið var eitt støðugt stríð millum ein óndan og ein góðan mátt. Trøll, vættrar, álvar og huldufólk goymdu seg í skógunum ella undir jørðini og reikaðu kring húsini um náttina. Fólk hildu, at hesar verur vóru vandamiklar, og at óeydna fylgdi við teimum. Tað vóru nógvar ymiskar yvirnatúrligar verur, sum høvdu ymisk nøvn í teimum ymisku lond-unum. Í Føroyum eru nógvar sagnir um yvirnatúrligar verur. Í V.U. Hammershaimb: “Færøsk Anthologi I,” 1891 eru hesar sagnir savnaðar. Sí eisini www.snar.fo/sagnir

Havfrúgvin

Havfrúgv líkist fólki fyri oman beltið, hevur langt jarpt hár sum kona, hon floytir tað út um seg á sjógvin; tó hevur hon styttri armar. Fyri niðan beltið er hon sum fiskur og hevur sporl og roðslu.

Vendir hon sær móti bátinum, tá ið hon kemur upp úr sjónum, verður óveður, og tá ræður um at rógva heimaftur sum skjótast og royna at sleppa undan at sjólátast. Men kemur havmaðurin upp hjá henni, verður gott veður. Havfrúgvin syngur so fagurliga, at menninir verða óðir, tá ið teir lurta eftir sangi hennara, og tí eiga teir at stinga vattartumlarnar í oyruni, tí annars vilja teir í øði og ørviti leypa úr bátinum út á sjógv til hennara.

Nykurin

Tá ið smábørn hvurvu ella druknaðu í áum og vøtnum, søgdu tey ofta, at tað var nykurin, ið hevði tikið tey. Nykurin býr í vøtnum; á botninum niðri í dýpinum hevur hann sítt tilhald; men haðan fer hann ofta á land, og honum er ikki gott at møta; stundum er hann líkur einum vøkrum lítlum hesti, sum tykist at vera góður og spakur, og harvið lokkar hann fólk at nærkast til sín at klappa honum og strúka honum eftir baki, men tá ið tey tá koma at nerta við halan, verða tey áføst við hann, og tá sleppir hann ongum, men dregur tey við sær til botns í vatninum. Stundummøtir hann fólki í manslíki sum ein prúður

unglingi at lokka gentur við sær og lovar teimum gleði og gaman í síni høll, um tær vilja fylgja honum eftir; men fáa tær tá illgruna um, hvør hann er, sum tær eru við at geva seg burtur til, so at tær fáa nevnt hann við rætta navni: “Nykur”, missir hann maktina yvir tær og má sleppa teimum og fara einsamallur í vatn sítt.

Heksirnar

Tað vóru eingir rættiligir læknar hesa tíðina. Tá fólk vórðu sjúk, fóru tey til eina “klóka konu”, ofta ein gomul einkja, sum rørdi saman nakrar urtir, sum tann sjúki skuldi svølgja. Meðan hon gjørdi heilivágin, læt hon duldarfull gandaorð. Við Guds hjálp og hesum heilivági yvirlivdi sjúklingurin – við hvørt.

Men tað kundi verða vandamikið at vera ein slík klók kona. Graml kundi hoyrast um, at tær høvdu samband við óndan mátt, og vóru tær tí nevndar heksir. Fólk fóru at geva heksum skyldina, um toran sló niður í húsini, um kýrnar vórðu sjúkar, ella um heystið miseydnaðist. Um alt Evropa vóru heksir í túsundatali dømdar til deyða. Í sambandi við avhoyringarnar søgdu vitnini, at tey høvdu sæð heksirnar ríða uppi í luftini á einum kusti, einum geitarbukki, einum tarvi, eini kúgv ella á øðrum dýri, men altíð við bakinum frameftir – riðu við rumpuni fyrst. Og tað vóru børn, sum søgdu frá, at heksin hevði lumpað tey til at fylgja við henni til veitslustaðið hjá devlinum. Hann var klæddur í dýr klæði og hevði eina ræðuliga ásjón. Børnini søgdu frá, at devilin helt veitslu alla náttina saman við heksunum. Tey flentu og háðaðu bæði Gud og Jesus, søgdu børnini.

Í sambandi við rættargongdina vóru tær neyðars kvinnurnar píndar, til tær at enda “ásannaðu” skuld sína. So vóru tær hálshøgdar ella brendar á báli. Eitt annað prógv var at kasta kvinnuna á sjógv. Fleyt hon, so var tað devilin, sum hjálpti henni, søgdu tey.

Eins og aðrastaðni í Evropa vóru heksir eisini brendar í Norðurlondum. Eftir fyriskipanum frá 1576 og 1643 og Norsku Lóg Kristians 5. frá 1687 varð gandur straffaður við brenning. Fleiri tílíkir dómar vóru sagdir í Danmark í 1680-árunum. Í Noregi og Íslandi brendu teir seinastu heksirnar í ávikavist 1627 og 1685, meðan tey í Svøríki brendu heksir so seint sum í 1723.

At enda steðgaðu klókir prestar og vísindamenn hesi vitleysu heksajagstranini. Teir søgdu, at tær neyðars

Page 28 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »