Page 29 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »

1600-TALIÐ 137

1 Hví høvdu tey brúk fyri klókum konum og klókum monnum einaferð í tíðini?

2 Kunnu hesi berast saman við tað føroyska fyribrigdið heimadoktari?

3. Hevði heksajakstran kunnað komið fyri í dag? Grundgev fyri svari tínum.

Myndin er tikin úr eini framsýning á Nordiska museet í Stokkhólmi og vísir eina kvinnu, sum er ákærd fyri at vera heks. Fyri at fáa hana at tosa varð hon hongd upp undir loftið við hondunum bundnum aftan fyri bak, meðan føtur hennara vórðu skoldaðar í heitum vatni í kopargrýtuni. Tá hon játtaði seg seka, varð hon avrættað.

kvinnurnar vóru avrættaðar við følskum ákærum og reinum heilaspuna. Men hvussu við børnunum, sum vitnaðu og søgdu, at tey høvdu verið í veitslu hjá heksunum og devlinum? Jú, tey vóru noydd ella mutrað av vaksnum til at lúgva. Aðrastaðni í Evropa hildu tey áfram við at jagstra heksir til langt inn í 1700-talið. Men tá byrjaðu tankarnir frá upplýsingartíðini at gera vart við seg allastaðni. Skynsemi og vísindi vunnu á devlatrúgv og á spøkilsum.

Eisini í Føroyum hava vit frá eldri tíð sagnir um klókar konur, heimadoktarar og onnur fólk, sum dugdu meira enn at mata seg, men hóast gandur verður nevndur í teimum føroysku tingbókunum, so varð eingin, hvørki maður ella kvinna, brendur á bálið í Føroyum.

Page 29 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »