Page 6 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »

6 HVAT ER SØGA

Hvat er søga

Søga er vísindi, sum svara hesum grundleggjandi spurningum:

t )WBU IFOEJ t /S IFOEJ UB§ t )WÓ IFOEJ UB§

t )W“SKBS BWMFJ§JOHBS GFLL UB§

Sjálvandi hevur tað, sum hendi í gjár, stóran týdning fyri tað, sum hendir í dag. Og tað, sum vit gera í dag, fer eisini at ávirka tað, sum hendir í morgin. Í gjár, í dag og í morgin skapa ein samanhang. Alt hongur saman. Hetta nevna vit atvoldarsamband.

Hví gjørdu tit einki

Kunnleiki í søgu skal kunna hjálpa okkum til eina tryggari framtíð – gjøgnum kunnleika sleppa vit frá, at søgan endurtekur seg.

Tá menniskju, sum livdu og arbeiddu undir øðrum heimsbardaga, 1939-1945, eftir krígslok vórðu spurd, hví tey einki høvdu gjørt, hví tey ikki høvdu roynt at steðgað gongdini, áðrenn tað var ov seint, svaraðu tey ofta:

– Vit skiltu ikki, hvat var um at henda, og tá vit endiliga skiltu tað, var ov seint. – Annars kundu vit einki gera. Vit vóru púra máttleys.

Brúgvar fyri friði

Í okkara nútíðar samfelagi eiga vit ikki at kunna sleppa okkum undan so lætt. Í lærugreinunum søga og samfelagsfrøði læra vit okkum at skilja tey søguligu høpini ella samanhangini, og fjølmiðlarnir bera okkum tíðindi, viðmerkingar og greiningar av tí, sum hendir úti í heimi. Tað ber heldur ikki til at siga, at vit eru máttleys. Vit liva í einum fólkaræðisligum Evropa og hava møguleika at steðga bæði kríggi og oyðilegging av umhvørvinum.

Kunnleikin í søgu hjálpir okkum at síggja, hvussu fólk her heima og í øðrum londum høvdu tað fyrr, og til ber at fáa greiðu á, hvussu vit hugsa og læra í dag. Slíkur kunnleiki virkar ímóti fremmandahatri og rasismu. Við kunnleika byggja vit brúgvar ímillum menniskju – brúgvar fyri friði.

Søgan sigur frá og hví

Søga er eitt áhugavert evni. Tú kanst ferðast aftur í tíðina og lenda, har tú vilt. Har kanst tú reika íkring og uppliva umhvørvi og samfeløg, sum eru heilt ólík tí heimi, sum tú sjálvur livur í. Tað er tí ikki at undrast á, at rithøvundar, listafólk og filmsskaparar fegin fara aftur í tíðina fyri at finna góð evni til frásagnir sínar.

Men søga er fyrst og fremst vísindi. Hvørt lítið klípi av upplýsingum kann hava týdning fyri at vísa á, hvat veruliga hendi, og hví tað hendi. Granskarar arbeiða næstan sum uppdagarar, tá teir brúka søguligar keldur. Hesar keldur eru:

Page 6 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »