This is a SEO version of untitled. Click here to view full version
« Previous Page Table of Contents Next Page »HVAT ER SØGA 7
1 Greið frá hesum orðum og hugtøkum: vísindi, søguligar keldur, keldukritikkur.
2 Hugsa um og skift orð um: Hvørjar spurningar vilja vit hava svaraðar, tá vit fáast við søgu? Hvør er munurin á søgu og søgum?
3 Hvørjar hendingar, sum kunnu nevnast søguligar, eru hendar í teirri tíð, tú hevur livað?
4 Ger eina tíðarlinju og viðmerk týdningarmiklar hendingar í tínum egna lívi (ella hjá familjuni) við stuttum viðmerkingum.
t -FJWEJS o SFTUJS BW NFOOJTLKBMJHVN MÓWJ U E CÞQMÈTT ÞS TUFJOMEJOJ sum fornfrøðingar grava út. Gomul skipsvrak eru eisini leivdir. t 4LSJWB§BS LFMEVS o CSW EBHCLVS QSPUPLPMMJS P B .ZOEJS GJMNBS og tónleikainnspælingar hoyra eisini upp í keldurnar.
Tað er ikki nógmikið at hava bert eina keldu fyri at koma at sannleikanum. Granskarar mugu bera saman f leiri ymiskar keldur og kanna eftir, um tær eru sannar ella falskar, t.v.s. ikki eftirfarandi. Hetta arbeiði nevnist keldukritikkur, og tað er týdningarmikið, at søgugranskarar læra tað væl og virðiliga.
Skriva tína egnu søgu
Tú ert sjálv/ur ein partur av søguni. Næstan alt, sum tú gert og leggur eftir teg, setur eisini síni spor í søguna. Tínar gomlu leikur, sum kanska liggja í einum kassa uppi á ovastalofti, eru leivdir, sum siga nakað um teg og ta tíð, tú livdi í. Tað finst nógv og spennandi søga rundan um teg. Hygg í myndabókina, brúka upptøkutól og tak upp samrøður við foreldur tíni og ommu og abba tín og so framvegis.
Einaferð í framtíðini verður tað títt tørn at siga frá, at lata minni og gamlar lutir til næsta ættarlið. Blaka tí ikki brøv og gamlar dagbøkur burtur, men savna, tak myndir og skriva niður. Tá gert tú títt íkast til stóra putlispælið hjá søgufólkunum, og tín lutur verður ein virðismikil kelda til okkara felags søgu.
This is a SEO version of untitled. Click here to view full version
« Previous Page Table of Contents Next Page »