94
MiðølD – umlEIÐ 500–1500
Tórur
leiddi stríðið móti óndum maktum sum til
dømis
jatnunum
. Tá toran gekk, var tað Tórur, sum var
úti og drap jatnir við hamara sínum.
Tey longu, myrku vetrarkvøldini søgdu tey gudasagnir
fyrihvørjumøðrum, júst sumteirgomlugrikkarnirhøvdu
gjørt. Hesar sagnirnar og frásagnirnar skrivaði íslending
urin
Snorri Sturluson
upp í
Snorra Eddu
í 1200-talinum.
Tá vóru tær gingnar í arv í mong ættarlið.
Hvat hendi eftir deyðan
Vanliga vórðu tey deyðu brend, áðrenn tey vórðu jarðað.
Av tí at tey trúðu upp á eitt lív eftir deyðan, fekk tann
deyði gávur við sær í grøvina, til dømis vápn, skartgripir
(smúkkur), ein knív at eta við, ein hest og ein hund. Í
kvinnugravunum hava tey harumframt eisini funnið
glasperlur, kambar og vøkur spenni. Móti endanum á
víkingatíðini løgdu tey eisini eina krossmynd í grøvina,
kanska sum tekin upp á, at tann deyði var kristin.
Høvdingagravirnar vóru ofta dánaðar sum skip. Eitt
vakurt dømi um eina slíka
skipsseting
er
Kåsebergsskipið
í
Skána.
Okkara fyrstu bókmentir
Um onkur doyði í fremmandum londum, so reisti ættar
fólki teimum ein minnisvarða við einum stuttum teksti
(sí myndina). Higartil eru funnir umleið 3.000 slíkir
rúnasteinar
í Norðurlondum, teir f lestu eru funnir í
Svøríki. Teir f lestu eru reistir í 1000-talinum. Onkrir
rúnasteinar eru eisini funnir í Føroyum.
Rúnirnar eru fyrsta bókstavaraðið –
alfabet
– hjá
norðbúgvum, og teir túsund ára gomlu rúnasteinarnir
eru fyrstu norrønu bókmentirnar.
Norrøn miðøld
Í 1000-talinum, tá víkingaferðirnar vóru hildnar uppat,
og teir norrønu kongarnir vóru vorðnir kristnir, byrjaði
miðøldin í Norðurlondum. Við øðrum orðum byrjaði
hon 500 ár seinni enn í hinum partinum av Evropa.
Elsta Kristusmynd í Norðurlondum. Ein lítil silvurkrossur,
sum var funnin í handilsbýnum Birka, fyrsta býi í Svøríki.
”Torkil Onundarson eystmaður av Roga landi bygdi henda
stað fyrst”, soleiðis tala rúnirnar á hesum rúnasteini, sum
varð funnin í Sandavági í 1917. Rúnirnar eru dagfestar til
13. øld. Steinurin stendur í Sandavágs kirkju.
Heimssoega_1_dd.indd 94
8/7/1