Miðøld – umlEIÐ 500–1500
95
Norðbúgvar verða kristnir
Tey tvey hundrað árini, víkingatíðin vardi, royndu
f leiri trúboðarar at umvenda norðbúgvar til kristna
trúgv. Tey fólkini, sum høvdu verið úti fyri víkinga
álopum, vónaðu, at kristnitrúgvin fór at gera víking
arnar friðarligari.
At vitja norðbúgvar og royna at læra teir um Gud
var ein vandamikil uppgáva. Nógvir trúboðarar vórðu
rændir og dripnir, longu áðrenn teir høvdu fingið
høvi at siga, hví teir komu. Men um ár 1000 lótu
teir fyrstu norðbúgvar seg doypa. Kongarnir noyddu
síðani fólkið at doypa seg. Tað gingu tó eini 100 ár,
áðrenn kristnitrúgvin rættiliga kom undan.
Íslendingar høvdu ongan kong og stýrdu sær sjálv
um. Tær mætastu familjurnar savnaðust á
Altingi
fyri
at taka avgerðir um týdningarmikil mál. Um ár 1000
varð avgjørt, at íslendingar skuldu verða kristnir.
Sambært Føringasøgu kristnaði
Sigmundur Brestisson
Føroyar umleið somu tí, tá hann boðaði kristnitrúnna
á
løgtingi
.
Føroyska tingið
Í 1035 koma Føroyar undir Noreg, og skulu gjalda
kongi skatt.
So langt aftur í tíðina sum keldurnar loyva okkum,
sæst, at føroyingar hava hildið ting. Fyrsta tingið var
alting, ið var bæði lóggevandiog dømandi. Útinnandi
vald var ikki til í elstu tíðum. Um 1275 verður norska
Landslógin sett í gildi í Føroyum, eftir hetta hevði
løgtingið dómsvald. Lóggávuvald og útinnandi vald
legði kongur undir seg.
Danska Eystarasaltsveldið
Fyrsti erkibiskupurin í Norðurlondum hevði sæti í
býnum Lund í Skáni, sum hoyrdi til Danmark. Har
var eisini myntverkið hjá danska konginum.
Í 1100-talinum hevði Danmark tveir frágera
kongar,
Valdimar Mikli
og sonur hansara
Valdimar
Sigur
. Teir báðir skaptu eitt danskt Eystarasaltsveldi.
Erkibiskupurin
Absalon
leiddi krossferðirnar fram
Norðurlond í miðøld. Pílarnir vísa svenskar og danskar “kross
ferðir” fyri at umvenda onnur fólkasløg til kristindómin, hóast
talan mest var um hertøkur. Danmark misti tað hertikna, men
Svøríki varðveitti Finnland heilt fram til 1809.
Oslo
Stokkhólmur
Åbo
Tallinn
Visby
S V Ø R Í K I
D A N M A R K
N O R E G
Estland
Land vendanna
Donsk
krossferð
Svensk
krossferð
Keypmannahavn
við Eystarasalti fyri at steðga sjórænarum og fyri at
vinna herfong.
Tær donsku landtøkurnar breiddu seg so við og
við heilt til Estlands.
Í 1100-talinum læt Absalon byggja eina borg við
Oyrarsund. Tað var byrjanin til
Keypmannahavn
,
sum seinni varð høvuðsstaður Danmarkar.
Fyrsta kongssalvingin í Norðurlondum
Fram til 1163 høvdu allir kongssynir – føddir í og
uttan fyri hjúnalag – rætt at gerast kongar í Noregi,
bert teir vóru tiknir til kongs á einum
hylnistingi
.
Kongur varð sostatt valdur til kongs av monnum,
t.e. bóndunum í landinum. Í 1163 fær Noreg, við
fyrstu
kongssalvingini,
nýggja stjórnarskipan.
Magnus
Erlingsson,
sum ikki var kongssonur, verður fyrsti
kongur í Norðurlondum, ið ikki varð tikin til kongs
á einum hylnistingi, men í staðin fekk kongstign
sína frá Gudi gjøgnum kirkjuna.
Heimssoega_1_dd.indd 95
8/7/1