Hervør og Høgni - Lesibók til fyrsta - page 100

Finn
Finn hevur stolið ein slikkipinn
Men tað er ikki loyvt at stjala
Tí tá ið man tekur ein slikkipinn
So skal man jú eisini betala
Nú hevur hann goymt seg, hvar er Finn
Hví er hann ei saman við vinum
Hann krógvar seg og ongin sleppur inn
Hann er bangin fyri politinum
Finn Finn Finn kunnu vit koma inn
Ella kom kom kom út at spæla
Tú skalt leggja aftur tín slikkipinn
Og ongantíð aftur stjala
Rakul Ró Steintórsdóttir
Hervør og Høgni
100
1...,90,91,92,93,94,95,96,97,98,99 101,102,103,104,105,106,107,108,109,110,...188
Powered by FlippingBook