Ein tonn er leys
Ein tonn er leys hjá mær
ha ha ha ha ha
Men tað ei nakar sær
ha ha ha ha ha
Og fór hon leys í dag
ha ha ha ha ha
eg eri líka glað
ha ha ha ha ha
Steinbjørn B. Jacobsen
Framtonnin
Hugsa tær, tá ið vit sótu
nú ein dagin, og vit ótu
turran fisk og spik úr laka,
var tað, sum eg merkti nakað:
:/: onnur framtonnin var loysnað :/:.
Fýra tenn eg havi mist og
goymi tær í eini kistu.
Ballaðar í vatt og fjaðrar
-og tað koma sekstan aðrar.
:/: So er full mín lítla kista:/:.
Høvdu bert tær nýggju tenn, ja,
komið skjótt og helst í senn, ja.
Annars kann tað fullvæl vera,
at tað ikki fleiri eru.
:/: Gott at vit fáa tenn av nýggjum :/:.
Lisbeth Torp/ Alexandur Kristiansen
Hervør og Høgni
95