Hervør og Høgni - Lesibók til fyrsta - page 111

Gleðilig jól
“Gleðilig jól! Gleðilig jól!”
ljóðar av himli einglalag.
“Armi syndari, óttast ei nú,
gleðiboðskapin hoyrir tú:
:/: Jesus er føddur í dag.” :/:
Faðir vár! Faðir vár!
Høgt tó tú á himli býrt,
ikki gloymdi tú barnið títt,
elskaði syndiga hjarta mítt,
:/: veri um ævi tær dýrd. :/:
Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opnað mær,
aldri kann eg fulltakka tær
:/: fyri gleðilig jól. :/:
Fríðrikur Petersen
Hervør og Høgni
111
1...,101,102,103,104,105,106,107,108,109,110 112,113,114,115,116,117,118,119,120,121,...188
Powered by FlippingBook