Januar byrjar árið – hann er fyrstur.
Tá er sera kalt og mangan frystir.
Februar vit øll mugu geva gætur
at hann er stuttur - er bert fáar nætur
Fýra vakrar árstíðir njóta vit hvørt ár:
Eitt summar og eitt heyst
– ein vetur og eitt vár
Mars kann mangan vera sera kaldur,
men tó vit kunnu síggja okkurt tjaldur.
Í apríl tá tiðnar sjálvt á tindum.
Tá kemur vár við ljós’ og lýggjum vindum.
Í mai er ljóst, tá byrjar alt at næla.
Vit síggja smálomb hugna sær og spæla.
Í juni vitja fleiri summargestir
– í øllum reiðrum fyri nevi brestur.
Mánaðarsangurin
Hervør og Høgni
116