Kavaparadís
Kavin liggur hvítur nú, sum ein dýna mjúk
børn og vaksin eg og tú, øll so spælisjúk
Reyðir kinnar róp og gníst á sletum og á skíð
Vit hava øll ein kavavin – og spæla úti frí
Er hált og ringt hjá bilum nú – á vegnum kavafjøll
Vit hava tíð at ganga nú, tað hava næstan øll
Og tá ið kuldin bítur kom inn til heitan munn
So aftur út at spæla øll – glað í kavanum
Kavahús og kavabløk, kom út kom út og síggj!
Tað flykrar og so stuttligt er at spæla kavakríggj
Vit hava gjørt ein kavamann við spaka og við pøs,
sum hevur kular sólbrillur á síni køldu nøs
At vakna eftir kavanátt, tá alt er bara snjó
Fór dagurin í hvítt og blátt, fór eg í klæði góð
Føroyar er eitt paradís, í kava fínt og reint
Tá spæla vit og eta ís – til tað er myrkt og seint
Kavahús og kavabløk, kom út kom út og síggj!
Tað flykrar og so stuttligt er at spæla kavakríggj
Vit hava gjørt ein kavamann við spaka og við pøs,
sum hevur kular sólbrillur á síni køldu nøs.
Steintór Rasmussen
Hervør og Høgni
122