•
Vespan leitar eftir vinum
Ein lítil vespa grætur, tí hon hevur ongar vinir.
So fer hon út at leita eftir vinum.
Hon leitar og leitar.
So sær hon ein hund.
Hon fer yvir til hundin og setir seg
á nøsina á honum:
Hundurin:
Vuff, vuff. Vekk við tær, vespa.
Ikki stinga meg.
Vespan:
Eg vil ikki stinga teg.
Eg vil vera vinur tín.
Hundurin:
Um tú ikki stingur meg, so eru vit
vinir. So leita vit eftir fleiri vinum.
Hundurin rann og rann at vita,
um hann sá onkran vin.
So sá hann eina kráku.
Hann rann yvir til krákuna.
vekk
1
5
10
15
Hervør og Høgni
133