Krákan:
Krá, krá. Vekk við tær, hundur.
Ikki bíta meg.
Hundurin:
Eg bíti teg ikki.
Eg vil vera vinur tín.
Krákan:
Um tú ikki bítur meg,
so eru vit vinir.
Er hatta eisini ein vinur,
sum situr á nøs tíni?
Hundurin:
Ja, vespan er vinur mín,
og hon vil eisini vera vinur tín.
Krákan:
Eg tori ikki at spæla við eina vespu,
hon fer at stinga meg.
Vespan:
SSS sss SSS sss ...
Hey kráka,
kom við. Eg stingi teg ikki.
Krákan:
So eru vit trý vinir.
Hundurin:
Tú kanst sita á mær.
So kunnu vit trý vita,
um onkur annar leitar eftir vinum.
stingi
1
5
10
15
Hervør og Høgni
134