Formæli
Hervør og Høgni – lesibók til fyrsta
er fyrsta bókaheildin í røðini um
Hervør og Høgna.
Bókin er ætlað sum grundbók í lesing fyrsta skúlaárið. Hon umrøðir
gerandisdagin hjá tvíburununum heima og í skúlanum.
Bókin er í tveimum pørtum, ein ljóðpartur og ein tekstpartur. Í
ljóðpartinum verða allir bókstavirnir viðgjørdir. Ein síða er til hvønn
bókstav, har dentur verður lagdur á ljóðarbeiði av ymsum slagi. Í
ljóðpartinum eru eisini kúlvusíður. Kúlvurnar eru smáar fantasiverur,
ið gera ymiskt, sum næmingarnir í fyrsta flokki eisini gera, til dømis
halda tær fund og bovla. Í ljóðpartinum er eisini nakað av tilfari
til orðmyndalesing. Orðmyndalesing kann stuðla undir hugin hjá
næmingunum at lesa. Teir fáa eina fatan av lesikós og eina uppliving av
at duga at lesa.
Miðað verður ímóti, at næmingarnir eru lidnir við ljóðpartin fyrst í
november mánaði.
Í tekstpartinum er dentur lagdur á, at teksturin er so ljóðrættur, sum
gjørligt. Flestu orð, sum ikki eru ljóðrøtt, eru sett inn í ein kassa á
síðunum, so lærarin kann gjøgnumganga tey við næmingunum,
áðrenn farið verður undir at lesa síðurnar.
Í bókini verða ymisk evni tikin upp, sum eru væl egnað til
framhaldandi viðgerð.
Frámerki eru sett á síðurnar sum víst í teknlýsing.
Bókin hevur fingið drúgva viðgerð og hevur verið roynd í 5 skúlum
kring landið.
Høvundarnir takka stuðulsbólkinum við Elini Olsen, Súsonnu
Mortensen, Monu N. Steintún og Sissali Rasmussen fyri ráð og
leiðbeining.
Tey takka Beintu Viðstein, Sólrún Luid, Anju Samuelsen, Elini Olsen,
Súsonnu Mortensen og næmingum teirra fyri at hava roynt bókina og
givið viðkomandi afturmeldingar og góð hugskot.
Eisini takka tey Hannisi Egholm fyri hugskotið til Ljóðbussin og fyri
at hava skapt Kúlvurnar.
Til bókaheildina hoyrir: Ljóðbussurin (plakat), mynd og ljóð – stavraðið
(plakat), bókstavaørk, næmingabók, arbeiðsbók 1, arbeiðsbók 2 og
lærarabók. Bókin er lisin inn á fløgu, sum fylgir við bókini.
Vónandi fáa næmingar og lærarar stóra gleði av
Hervør og Høgni – lesibók
til fyrsta
.
Á sumri 2011
NÁM