Hervør og Høgni - Lesibók til fyrsta - page 8

Eg fann eina lesibók,
eg av einum borði tók,
svartir prikkar stóðu har,
einki skil á teimum var,
beiggi mín hann segði tá,
lurta nú og lýð nú á.
A
,
Á
,
B
,
D
,
Ð
,
E
,
F
,
G
,
H
,
I
,
Í
,
J
, bíða nú, so kemur
K
,
L
,
M
,
N
,
O
,
Ó
,
P
,
R
er við,
S
,
T
,
U
,
Ú
,
V
og seinna
Y
,
seinna
Ý
og seinna
Æ
,
Ø
er seinast, hatta er tað!
Anna, Ása, Bárður, Dan,
Ð’ið ikki sigast kann,
Elin, Finnur, Guðrun, Hans,
jú, tey hava góðan kjans,
Ida, Ívar, Janus, Kai
fiskar sær ein stóran seið.
Lisa, Malan, Niklas, ja,
skuldu bara vitað tað,
Oddvør, Óli og so Per,
bestu vinir eru her,
Rasmus, Sanna, Teitur, sig,
Una, Úlvur, Vár er við.
Stavirnir, sum koma nú,
eru ringir, hoyrir tú,
tí nú kemur seinna
Y
,
ikki gott at byrja við,
seinna
Ý
og seinna
Æ
,
tað er ringt at brúka tað.
Gott at Øssur eftir er
til at enda hesa ferð,
prikkarnir, sum stóðu har,
eru nøvn og geva svar,
allir standa nú í røð,
stavirnir frá
A
til
Ø
.
Annika Hoydal
Stavirnir
1,2,3,4,5,6,7 9,10,11,12,13,14,15,16,17,18,...188
Powered by FlippingBook