Siðvenja og endurnýggjan eyðkenna nýggju útgávuna
Føroysk Kórbók 3 – satsir eftir John Høybye.
Í henni eru løg skipað fyri kór frá gomlu fólkavísuni Dronning Dagmar,
um løg eftir Hans J. Højgaard og Regin Dahl fram til nútíðar sangskrivarar
sum t.d. Martin Joensen, Kim Hansen og altjóða gitin nøvn sum Eivør
Pálsdóttir og Teitur Lassen.
Tað var Kórsamband Føroya við Ólavi Hátún sum formanni, ið tók stig til
at geva út hesar klassisku og nútíðar rytmisku kórsatsir við tí endamáli at
stuðla uppundir, menna og nútíðargera tað kórvirksemið, sum í áratíggju
hevur eyðkent føroyskt tónleikalív.
John Høybye hevur í mong ár havt tætt samband við og tokka til føroyska
sangmentan. Hann hevur verið leiðari á kórstevnum, havt skeið við
kórleiðarum og musikklærarum, skrivað tónleikaverk, tá ið Fuglafjarðar
kirkja varð vígd, og fleiri ferðir hevur hann vitjað her við sínum gitna kóri
Tritonus. Bakstøði og virkisøki hjá John – til nýskapan og viðgerð – eru
bæði tann klassiski og tann rytmiski tónleikurin.
Tað var tí natúrligt at heita á hann um at vera tónleikaligur álitismaður, nú
farið varð undir hetta savn við kórsangum, ið hýsa hugarensli og fráboðan
um tær “gomlu” eins væl og tær “nýggju” Føroyar.
og Kórsamband Føroya
789991 821689
9
9 0
ISBN 978-9-991-82168-9
ISBN: 978-99918-2-168-9