Kórbók 3 - page 4

4
Fororð
Ljóðførisspæl hevur ikki verið siðvenja her í oyggjunum frá eldri tíð; men so mikið meira hevur
tað sangliga – barnaskjaldur, kvæðir, vísur og kingoasangur – verið berandi mentanartáttur hjá
føroyingum gjøgnum øldir. Talan er tá fyri mesta partin um løg, sum hava sínar røtur langt aftur í
miðøld.
Men so hvørt sum nýtíðar sangskaldskapur fór at taka seg upp kring næstseinasta aldarskiftið –
ørindisliga í byrjanini yrktur til útlendsk løg –, vaktist eisini hugur hjá tónlistargávaðum at seta
føroysk løg til. Her kunnu nøvn nevnast sum Jógvan Waagstein, O. J. Hansen (Óla Jákup í Horni),
Petur Alberg, Alexandur Enniberg, seinni H. J. Højgaard og Sámal Petersen og í verandi tíð helst
Knút Olsen.
Tað at skapa dygdargóð løg krevur viðføddar gávur, men er ikki treytað av tekniskum førleika.
Øðrvísi er tað, tá ið skipast skal til tað fleirraddaða; tá eru ikki bara listarligu gávurnar, men eisini
hollur kunnleiki ein fortreyt fyri góðum úrsliti.
Í sambandi við føroyskt kórarbeiði í Keypmannahavn í byrjanini av 60-árunum var tørvur á
kórbúna til føroysk løg. Heppið var tað tá at kunna leita til gitna tónlistamannin Karl Clausen,
sum føroysk kórfólk vóru komin í gott samband við í árunum frammanundan. Ikki bert sum
kórleiðari, men eisini í tí at skriva vælljómandi kórsatsir taldist Karl Clausen millum teir
fremstu í ríkinum í sínari tíð, og hansara kórsatsir til føroysk løg, sum seinni eru útgivnir í
savninum “Føroysk Kórbók, satsir eftir Karl Clausen”, hava roynst sum sera virðismikið íkast til
kórbókmentir í Føroyum.
Í framhaldi av royndunum at vera við til at lívga um føroyskan kórsang við nýggjum satsum eru
í seinni tíð vinalagið og samstarvið við annan úrmæling innan danska kórheimin, John Høybye,
komin okkum væl við.
Við sínum kóri Tritonus hevur J. Høybye vunnið sær navn millum gitnastu kórleiðarar í
Norðurlondum, ferðaðist við tí víða um í Evropa og eisini fjarðari leiðir so sum til USA, Kina,
Japan og Brasil, og mangar vóru tær altjóða kórkappingar, har John og hansara kór tóku
fyrstaprísin.
Í 1993 varð John Høybye kosin ársins kórkomponistur í Danmark, og í 1999 heiðraði danska
komponistafelagið hann sum ársins tónaskald.
Serstakt fyri John Høybye er, at hann søkjandi nýggjar leiðir í sínari tónleikaskapan tó støðugt
hevur natúrligt samband við dygdir í tí undanfarna, og at hann sum fáur dugir at handfara bæði
tað klassiska og tað nýtíðar rytmiska.
“Føroysk Kórbók, satsir eftir John Høybye” inniheldur satsir til traditionel løg, sum ynskiligt var at
fáa kórbúna til; men mesti parturin í hesum savni er fingin í lag sum táttur í átaki kórsambandsins
at veita eisini nútíðar tónaheiminum endurnýggjandi slóðir inn í føroyskt kórvirksemi.
Ólavur Hátún
I,II,1,2,3 5,6,7,8,9,10,11,12,13,14,...126
Powered by FlippingBook