Brotspæl

Vel flokk

Tíggju uppgávur um brot – við myndum, brotabrikkum og tallinju.

Til læraran

Spælið er gjørt til stórskíggja í flokkinum: ein næmingur velur svar, flokkurin metir um tað – og so verður trýst á Kanna. Hvørt umfar hevur tíggju uppgávur, og flokkurin fær eitt smíl fyri hvørt rætt svar.

Námsætlanin í støddfrøði – kjarnaøkið Tøl og algebra

Spælið er lagt eftir námsætlanini í støddfrøði:

Førleikamál eftir 4. flokk: næmingurin kennir „einføld brot og desimaltøl og at runda“ og „einfalda býting, t.d. við ítøkiligum tilfari og dømum úr gerandisdegnum“.
Førleikamál eftir 6. flokk: næmingurin dugir „at leggja saman, draga frá og falda brot“.

Stigini í spælinum fylgja meginregluni um stigvøkstur – „frá tí einfalda til tað torgreidda“:

Støðisførleikar og samskifti

Latið næmingarnar grundgeva, áðrenn trýst verður á Kanna: „Hví er ²⁄₄ tað sama sum ½?“, „Hví er ¼ minni enn ⅓, tá 4 er størri enn 3?“. Tað svarar til støðisførleikarnar At kanna og At samskifta og til førleikamálið í Samskifti og spurdómar eftir 4. flokk: „at meta um úrslit“ og „at lýsa støddfrøðiligar mannagongdir og greiða frá teimum“.

Tá svarið er skeivt, vísir spælið rætta svarið í myndini, so flokkurin kann práta um, hví.