Í strembanini at lívbjarga sær undir ymiskum og skiftandi korum hevur menniskjað til allar tíðir útvegað sær vitan og kunnleika um ymisk náttúrufyribrigdi. Á økjum sum t.d. snúgva seg um gróður, umhvørvi, biotøkni, heilivág og heilsu økist henda vitan í dag við miklari ferð. Undirvísingin í lívfrøði snýr seg tískil um alt livandi, heilt frá lívfrøðiligum tilgongdum á mýlastøði í kyknuni til lívfrøðiliga samanspælið í lívhválvinum øllum. Førleiki í lívfrøði snýr seg um at duga at brúka hesa fakligu vitan at lýsa og skilja nýggj fyribrigdi, fáa nýggja vitan til vega og samskifta á fakligum stigi um ymisk samfelagslig viðurskifti. Vitan og fatan í lívfrøði eru grundað á náttúruvísindaligar arbeiðshættir...