• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Olgars kvæði

 

Olgars kvæði

 

CCF 213 B

Einki TSB-nr.

 

1 Gevið ljóð og lýðið á,

meðan eg gangi í dans,

kvøði um Olgar danska

og roysnisverkið hans.

 

Ríða teir út av Fraklandi

við gyltum hjálmi úr høll,

Olgar feldi heidningin,

tað sterka trøll.

 

2 Brúður situr í hásæti,

talar til sína manna:

“Nú lystir meg til Fraklanda,

keisarans lið at kanna.

 

3 Vit skulu fara til Fraklanda,

vinna honum ta neyð,

ongum manni ræðist eg fyri,

tí Olgar hann er deyður.”

 

4 So letur hann Brúður

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

5 So letur hann Brúður

byggja skipini stór,

um enn hann siglir í fimtan vetur,

skortar hann ikki bjór.

 

6 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strikar ei á bunkan niður

fyrr enn við Frakland.

 

7 Vindur hann upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strikar ei á bunkan niður

fyrr enn við Fraklands ríki.

 

8 Higar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni akker falla

á so hvítan sand.

 

9 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Brúður kongur

sínum fótum á land.

 

10 Fyrstur steig hann Brúður

sínum fótum á land,

tveir av hansara bestu monnum

undir hans hvørji hond.

 

11 Brúður talar til sendiboð:

“Hvat eg sigi tær,

tú skalt biðja keisaran senda

tíggju móti mær.”

 

12 Tíggju skuldi hann senda út

av sínum bestu sveinum,

stríðast vildi Brúður

ímóti teim aleina.

 

13 Tað var keisarin Karlamagnus,

fekk tey boð av sonnum,

tíggju skuldi hann senda út

av sínum bestu monnum.

 

14 Tíggju skuldi hann senda út

av sínum bestu sveinum,

stríðast vildi Brúður kongur

móti teimum eina.

 

15 Keisarin talar til sendiboð,

tað skalt tú fyri mær greina:

“Hvussu er Brúður skikkaður,

bæði um armar og bein?”

 

16 “Hann er fimtan føtur langur,

fet ímillum eygna,

manga hevur hann kristna kempu

gjørt í hjarta bangna.

 

17 Armarnir em so harðir sum stál,

man honum einki bella,

hvønn tann hest á Fraklandi

kann við sínum neva fella.

 

18 Eyguni eru gløðandi,

rætt sum edilsteinar,

skeggið er bæði langt og tjúkt,

røkkur niður at beini.

 

19 Upp steig hertug Tíðrik,

hann vildi tað roysni royna:

“Eg skal ríða í dystin fram

ímóti honum eina.”

 

20 Tað var kongurin Brúður,

sínum hesti vendi,

langan veg hann Tíðrik

frá sínum saðli rendi.

 

21 Kongurin av Einglandi

bant sítt svørð við síðu:

“Eg vil móti Brúðuri

bæði fikta og stríða.”

 

22 Fram reið kongurin Brúður

við so frítt eitt mót,

kongin av Einglandi

hann rendi gjøgnum við spjót.

 

23 Keisarin talar til sínar menn,

í tí sama hann neys:

“Heintið mær kongsins dóttur,

sum er nú faðirleys!”

 

24 Brúður talar til sendiboð:

“Tú skalt tínum harra siga,

bið hann senda tíggju mót mær,

sum eg havi leingi um biðið!

 

25 Tíggju skal hann senda út

av sínum bestu sveinum,

tað eri eg, Brúður,

vil stríðast mót teim eina.”

 

26 Tað var keisarin Karlamagnus,

fekk tey boð av sonnum,

tíggju skuldi hann senda út

av sínum bestu monnum.

 

27 Tíggju skuldi hann senda út

av sínum bestu sveinum,

stríðast vildi Brúður

móti teim aleina.

 

28 Fýra vóru tær kempurnar,

ið keisarin sendi út,

ríða teir til Brúður kong

bæði við glavint og spjót.

 

29 Teir drógu út síni blonku svørð,

fast av miklum móði,

hvørki kundu teir Brúður kong,

hvørki hvessa ei blóðga.

 

30 Aftur riðu kempurnar,

lysti ei longur at stríða,

skundaðu sær til keisaran,

hvør sum best kundi ríða.

 

31 “Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,

tað siga vit tær vist,

høvdu vit longur við hann strítt,

so høvdu vit lívið mist.”

 

32 Svaraði keisarin Karlamagnus,

heldur á brýndum knívi:

“Gevi Gud faðir av himmiríki,

at Róland var í lívi.”

 

33 Tað var keisarin Karlamagnus,

grætur hann við tárum:

“Gud gevi tit vóru á lívi,

javningarnir báðir.”

 

34 Tað var keisarin Karlamagnus,

við *sínum eygum græt:

“Skamm fái tú, Gýðin jall,

hetta voldi tú mær.”

 

35 Níggju vóru teir smádreingir,

á grønum vølli sótu,

róptu upp á Olgars navn,

við blóðigum tárum grótu.

 

36 Svaraði Nemus hertugin,

fyri breiða borði stendur:

“Loysið Olgar av torni út,

sum leingi hevur ligið fangi!”

 

37 Keisarin talar til sínar menn:

“Tit skulu nú burt ganga,

loysa Olgar av torni út,

sum hann hevur ligið fangin.”

 

38 “Hoyr tú, Olgar danski,

kempan tú hin fríða,

vit lata teg av torni út

mót Brúðuri at stríða.”

 

39 Glaður varð tá Olgar,

tá hann hoyrdi Brúður nevna,

spenti føtur í tann múr,

so hann tók at rivna.

 

40 “Kann eg fáa mín egna hest,

sum eg var vanur at ríða,

tá vil eg mót Brúðuri ganga,

bæði fikta og stríða.

 

41 Kann eg makt yvir Karlot fáa,

vil eg í ringin ganga,

stríðast móti Brúðuri,

tann heidningi langa.”

 

42 Tað var Turpin erkabisp,

fekk honum svørðið tað,

hartil hest og herklæði,

sum hann skuldi líta á.

 

43 Har kom fram tann fyrsti hestur,

veikur mundi vera,

ikki kundi hann við honum

hálva vending gera.

 

44 Tá kom fram ein annar hestur,

ikki bar í lag,

tá hann steig á bakið hans,

tá fell hann á knæ.

 

45 Tá kom fram hans egin hestur,

hann æt Brifort,

ikki kundi hann kenna hann,

tí hann var skitin og svartur.

 

46 Glaður varð tá hesturin,

tá hann hevði Olgar fingið,

hoyrast mátti langan veg,

sum hann mundi dansa og springa.

 

47 Tað var Karlot, keisarans son,

sum illa hevði gjørt,

so varð hann av sínum faðir

fram fyri Olgar ført.

 

48 Tað var Olgar danski,

tekur til sín knív:

“Hoyr tú, Karlot, keisarans son,

nú skalt tú láta lív.”

 

49 Tað var keisarin Karlamagnus,

fell á síni knæ:

“Harra Gud av himmiríki

hjálpi mær í dag.”

 

50 Ein eingil kom av himmiríki,

tók um Olgars knív:

“Tú skalt lata Karlot vera

sikran pá sítt lív!”

 

51 Tað var keisarin Karlamagnus,

upp frá borðinum stóð:

“Tøkk so havi tú, Olgar,

at tú ikki rendi blóð.”

 

52 Svaraði Olgar danski:

“Takka ikki mær,

takka heldur Gudi,

sum hjá okkum báðum var.”

 

53 Tað var keisarin Karlamagnus,

kysti Olgar tá:

“Tú skalt vera mín vinur,

so leingi eg liva má.

 

54 Tú skalt vera vinur mín,

í allar mínar dagar,

gera so í allari ferð,

hvat ið tær best lagar.”

 

55 Brúður talar til sendiboð:

“Tú skalt tínum harra siga,

bið hann senda tíggju mót mær,

sum eg havi leingi biðið!”

 

56 Tíggju skal hann senda út

av sínum bestu sveinum,

stríðast vildi Brúður

móti teim aleina.

 

57 Tað var keisarin Karlamagnus,

fekk tað boð av sonnum,

tíggju skuldi hann senda út

av sínum bestu monnum.

 

58 Tíggju skal hann senda út

av sínum bestu sveinum,

stríðast vildi Brúður

móti teim aleina.

 

59 Tað var kongurin Brúður,

fekk hann tá tað svar:

“Einans er tann kempan,

ið stríðast skal mót tær.”

 

60 Brúður talar til sendiboð:

“Hvat eg spyrji teg,

er tann kempan nakað stór,

ið stríðast skal við meg?”

 

61 Tað svaraði sendiboðið:

“Hann er tann kempan balda,

hann førir eina reyða ørn,

gylta í hvítum skjoldi.”

 

62 Tað var kongurin Brúður,

mælir nú so fátt:

“Eg man ræðast dreymin tann,

sum eg havi droymt í nátt.

 

63 Ein kom draka av torni út,

mær til mein og fáls,

skræddi sundur kjøtið mítt

og hartil hjartað hálvt.”

 

64 Svaraði keisarin Karlamagnus:

“Eg vil tín dreym úttýða,

kemur Olgar ímóti tær,

kemur tær til at svíða.”

 

65 Brúður letur heinta sær

tey dýru smyrsl at enna:

“Einki sár tað er so stórt,

tað skal ikki saman renna.”

 

66 Hann talar til Justamund, bróður sín:

“Nú býðst meiri vandi,

verður mær nakað vanboðið,

tú skalt ikki langt frá standa.”

 

67 Út riðu tær kempurnar

til tann harraleik,

tað vil eg av sonnum siga,

tann danska var ei veik.

 

68 Saman riðu kempurnar,

báðir vóru treystir,

jørðin skalv sum bókarblað,

teir gjørdu stórar brestir.

 

69 Tað var Olgar danski,

høggur alt hann már,

Brúður undir pannuna fekk

eitt so lítið sár.

 

70 Brúður smurdi skeinuna,

eg ikki dylja vil,

so rann sárið saman,

ikki kendist til.

 

71 Tað var kongurin Brúður,

høggur alt hann már,

Olgar undir økslina fekk

eitt so lítið sár.

 

72 Tað var Olgar danski,

ikki gevur grið,

so høgg hann at Brúðuri,

at kjaftbeinið hekk við.

 

73 Tað var kongurin Brúður,

tá hann fekk hesa pínu,

rópar nú so herviliga

á Justamund, bróður sín.

 

74 Svaraði ein av sveinunum:

“Nú era rópini tvey,

hetta er Brúður, bróðir tín,

ið staddur er í neyð.”

 

75 So riðu teir við kongsins dóttur

á gangaranum reyða:

“Har kann Justamund, Brúðurs bróðir,

sláa teir allar deyðar.”

 

76 Vøkur var tann frúgvin,

bæði á brún og brá,

hana vildi hann í song

tað sama kvøldið fá.

 

77 Tí hann vildi halda,

tað hann hevði lovað,

á tí somu náttini

hjá frúgvini at sova.

 

78 Brúður smurdi skeinuna,

eg ikki dylja vil,

so rann sárið saman,

ikki kendist til.

 

79 Tað svaraði Brúður:

“Eg taki tað til merki,

tað kenni eg á høggunum,

at tú ert Olgar sterki.”

 

80 Svaraði Olgar danski:

“Hetta er ein leikur,

bíða nakað lítið,

fært tú at síggja keipur!”

 

81 “Tað spáddi mær Karlamagnus,

at tú ert ikki veikur,

at koma í holt við teg í dag,

tað er ikki barnaleikur.”

 

82 “Lítið er mær um styrki tína,

tú hevur í rygg og lendum,

tað skal vera tær minniligt,

tú kom fyri Olgars hendur.”

 

83 Tað er Olgar danski,

høggur alt hann már,

høggur so fast á báðar hendur,

á hans armar og lær.

 

84 Tað var kongurin Brúður,

tá hann fekk hesar brestir,

tá fall hann á jørðina niður,

bæði frá saðil og hesti.

 

85 So datt hann á jørðina,

bæði frá saðil og hesti,

Olgar fekk tá í sína hond

tey smyrslini bestu.

 

86 Olgar smurdi skeinu sína,

eg ikki dylja vil,

so varð sárið heilt tilsaman,

ikki kendist til.

 

87 “Hoyr tað, kongurin Brúður,

hvat eg spyrji teg,

hvaðan hevur tú fingið

hesi smyrslini?”

 

88 “Hoyr tað, Olgar danski,

tað sigi eg tær,

hesi somu smyrslini

eru frá tann heilaga grav.

 

89 Hetta eru smyrslini,

ið Kristi lík bleiv sálvað,

eg vildi ikki missa tey

fyri Frakland tað hálva.”

 

90 “Kraftina hava tey fingið

av tann harra Krist,

tí ráði eg tær staðiliga,

tú trúir á hann vist.”

 

91 “Hoyr tú, Olgar danski,

vilt tú á Mahomed trú,

tær gevi eg mína systur,

ta fagru frú.”

 

92 Svaraði Olgar danski:

“Gevið henni fanan og teg,

so verður hennara endi,

uttan hon kristnar seg!

 

93 Gud kann teg niður stoyta

blant teir svartu djevlar,

síðani í pølina

bæði rista og skelva.”

 

94 “Hoyr tað, Olgar danski,

eg vil tín sveinur vera,

síðan vil eg venda meg

til dóp og kristna læru.

 

95 Hoyr tað, Olgar danski,

hvat eg tali til tín,

læna mær aftur smyrslini

at lekja skaða mín!

 

96 Gev nú, Olgar danski,

hvat eg biði teg,

tí eg vil yvir enda standa,

meðan tú doypir meg!”

 

97 “Hoyr tað, kongurin Brúður,

tað skalt tú mær lova,

at eg skal tað snarliga

aftur fáa.”

 

98 Tað var kongurin Brúður,

svór tað við sín munn,

at hann skuldi tað fáa

aftur um eina stund.

 

99 Brúður smurdi skeinu sína,

eg ikki dylja vil,

so varð sárið heilt tilsaman,

ikki kendist til.

 

100 Tað var Olgar danski,

bæði av trúgv og lovi,

legði Brúðuri ein stein til kodda,

tá hann fór at sova.

 

101 Vaknaði kongurin Brúður,

sovið hevði tá,

hann kleyv Olgars góða hest

sundur í lutir tvá.

 

102 Tók hann hendur um hans háls,

sum eg vil siga við teg,

setti hann upp á sín hest,

aftan fyri seg.

 

103 Tað var Olgar danski,

var í hondum ei sein,

hann stakk sín knív undir hólkin

millum hans rivjabein.

 

104 Tað var kongurin Brúður,

slepti Olgari niður,

tá hann kendi í síðu síni

hendan sterka sviða.

 

105 Tað var kongurin Brúður,

hann fekk sítt deyðamein,

sum teir komu tumlandi,

teir fullu um ein stein.

 

106 Tað var Olgar danski,

høgdi til so tætt,

tað var Brúðurs vinstri armur,

niður á jørðina datt.

 

107 Tað var reystur Olgar,

høggur alvæl digur,

høvdið feyk av Brúðuri

og fall á jørðina niður.

 

108 Olgar fekk hans góða hest,

sum æt Bursant,

hartil hansara smyrslini,

tað var dýrt og vænt.

 

109 Tað var Olgar danski,

reið á skógvin snart,

møtti honum keisarans sendiboð,

hann æt Brifart.

 

110 Olgar fann ta frúnna,

talar henni til:

“Hevur Justamund voldtikið teg,

tú ikki fyri mær dyl!”

 

111 “Hoyr tú, Olgar danski,

hevði tú ikki komið so brátt,

tá hevði hin ringi heidningur

voldtikið meg í nátt.”

 

112 Olgar og jomfrú Klára,

ey fylgdust til hallar heim,

tá ið tey komu í hallina,

tá var bæði gleði og gleim.

 

113 Tað var Olgar danski,

steig inn á hallargólv,

tað var keisarin Karlamagnus,

gav honum gullringar tólv.

 

114 Tað var Olgar danski,

hann fekk tá góða løn,

hann fekk jomfrú Kláru,

hon var bæði tekk og vøn.

 

115 Tey blivu av bispinum

saman vígað við æru,

so fór hann til Einglanda,

gullkrúnu at bera.

 

116 Kvøðið er nú Olgars kvæði,

gullkrúnu hann bar,

tað var eingin í verøldini,

hansara líki var.

 

Ríða teir út av Fraklandi

við gyltum hjálmi úr høll,

Olgar feldi heidningin,

tað sterka trøll.

 

CCF 213 B

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Kvæðasavnið  hjá Napoleoni Nolsøe (Føroya landsbókasavn, Tórshavn) II 1842, s. 49, nr. 54; b: Savnið hjá Svend Grundtvig (Dansk Folkemindesamling 68); c: Koltursbók (Fróðskaparsetur Føroya) II, s. 132, nr. 46; d: úr søvnum  Jakob Jakobsens 1887 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn); Kvæðasavn Jóannesar Paturssonar  (Kirkjubøur), nr. 1.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 392.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 28. bind, s. 109.

 

Heimild: Úr Streymoy. Napoleon Nolsøe (1809-1877) Tórshavn, 1842.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019