• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Regin smiður

 

CCF 1F

TSB E 51

 

1 Viljið tær nú lýða á,

hvat ið eg vil kvøða,

um teir báðar kongarnar,

nú er um tað at røða.

 

2 So lystiliga drekka teir

síni jól,

so sámiliga sótu teir

sín teiknarstól.

 

3 Og so var so mikið

ríka manna gongd,

ófriður gekk á

kong Giðurs lond.

 

4 Ríða teir í bardagar,

eingin kemur heim,

eftir livir Hjørdis

bæði við sorg og mein.

 

5 Ríða teir í bardagar,

lótu har sítt lív,

eftir livir Hjørdis,

Sigmundar vív.

 

6 Hjørdis stoytir yvir seg

kápu blá,

so gongur hon at vølli fram,

sum Sigmundur lá.

 

7 “Ligg væl heilur, Sigmundur,

søti mín,

er tað nakað grøðandi

sárini tíni?”

 

8 “Seint manst tú, Hjørdis,

fáa tey ráð,

at tú ognast smyrslu

ta, sum grøðir míni sár.

 

9 Sundur gekk mítt svørð,

og sundur mítt svá,

og tí mundi eg

ongan sigurin fá.

 

10 Sundur gekk mítt svørð,

og sundur gekk mítt spjót,

Hundsins synir

riðu mær ímót.

 

11 Hundsins synir

skaðan gjørdu tær,

eitur var í svørðinum,

teir bóru móti mær.

 

12 Tak tú nú, Hjørdis,

hesar svørðslutir tvá,

lat tú teir til smiðju skikka,

ungan son vit fá.

 

13 Regin eitur tann góði smiður,

fáum er hann dyggur,

Frænur eitur tann stóri ormur,

á Glitraheiði liggur.

 

14 Eg man ikki, Hjørdis,

longur tala við teg,

hetta man vera tann deyðastund,

ið nu er komin á meg.”

 

15 Grátandi fall Hjørdis

í óvit niður,

allar hennara grannkonur

tær tóku henni við.

 

16 Grátandi snúðist Hjørdis

Sigmundi frá,

allar hennara grannkonur

tær stóðu henni hjá.

 

17 Ikki kostaði Hjørdis

meira til tá,

børurnar av reyðargulli

læt hon honum slá.

 

18 Børurnar av reyðargulli

læt hon honum gera,

korsið av tað hvíta silvur,

merki til at bera.

 

19 Sigmundur kongur

frá henni gekk,

Hjalprekur kongur

frúnna aftur fekk.

 

20 Hjalprekur eitur tann

jalsins son,

tí hann hevur fingið sær

so høgborna konu.

 

21 Frúgvin ræður við barni at ganga

níggju mánar taldar,

til at teirri stundum leið,

hon føðir ein svein so baldan.

 

22 Sveipar hon hann í klæði góð,

so væl skal ríkum falla,

síðan bað hon presti bera,

Sjúrða bað hon kalla.

 

23 Sveipar hon hann í klæði góð,

væl er borin til evna,

síðan bað hon presti bera,

Sjúrða bað hon nevna.

 

24 Hann var borin frá kirkju heim

aftur for móður sína,

meira legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull í skríni.

 

25 So var hennara unga soni

gávan løgd á gólv,

meiri vóks hann á einum ári

enn onnur børn í tólv.

 

26 Hann vóks upp í ríkinum,

tann gevuliga mann,

Hjalprekur kongur

fostraði hann.

 

27 Hann vóks upp í ríkinum,

hann gav honum gangin hægst,

setti hann so í hásætið

manni sær í næst.

 

28 Hann gekk sær á leikvøllir

millum aðrar dreingir,

hvønn tann tíð teir reiðir vóru,

stóð teim stríð av meingi.

 

29 Niður settust sveinarnir,

vreiðir ið teir vóru:

“Líkari var tín faðir at hevnt

enn berja os so stórar.”

 

30 Sveinurin kastar vápn á vøll,

lystir ei longur at leika,

so gongur hann for sína móður

við reyðar kinnar og bleikar.

 

31 Hann fellur í knæ for móður síni:

“Sig mær satt ífrá:

hvørt var mín faðir við vápnum vigin.

ella doyði hann á strá?”

 

32 “Hundsins synir,

ið tín faðir vá,

seint manst tú, mín sæli sonur,

sømdir av teim fá.”

 

33 Hon letur upp ta stovuna,

nógv er gull og fæ,

hon tekur hesar svørðslutir,

hon kastar á Sjúrða knæ.

 

34 “Regin smiður býr

fyri handan á,

honum skalt tú fáa hesar

svørðslutir tvá.

 

35 Honum skalt tú fáa hesar

svørðslutir tvá,

biðja tær annað svørðið

javngott útslá.

 

36 Og so má hann gera tað

so reiðuliga hart,

bæði skalt tú vega við tí

stálið og so jarn.

 

37 Regin eitur tann góði smiður,

fáum er hann dyggur,

Frænur eitur stóri ormur,

á Glitraheiði liggur.

 

38 Gakk tú teg í hestahús,

tú varpa stein í á,

tak tær hest til ognar tann,

sum ikki víkur frá!”

 

39 Hann gekk seg í hestahús,

varpaði stein í á,

tók sær hest til ognar tann,

sum ikki veik ífrá.

 

40 Hann var valdur í ríkinum,

av øllum var hann bestur,

síðan varð hann kallaður

Grani, Sjúrðar hestur.

 

41 Sjúrður loypur á Grana bak

eina morgun snimma,

síðan reið hann yvir um á,

Regin smið at finna.

 

42 Sjúrður hann ríður

fyri dyrnar fram,

Regin kastar smíði,

hann tók tað svørð í hond.

 

43 “Og so mást tú gera tað

so reiðuliga hart,

bæði skal eg vega við tí

stál og so jarn.”

 

44 Regin smiður leggur

svørð í eld,

einans náttina

hann hevði tað í gerð.

 

44 Einans náttina

hevur hann tað í gerð,

tá var frægi Sjúrður

aftur á ferð.

 

46 Sjúrður loypur á Grana bak

eina morgun snimma,

síðan reið hann yvir um á

Regin smið at finna.

 

47 Sjúrður hann ríður

fyri dyrnar fram,

Regin kastar smíði,

hann tók tað svørð í hond.

 

48 Sjúrður gár for sterkan stiðja,

royndi alv í hast,

tað var tað hitt góða svørð

í tógvar lutir brast.

 

49 “Fullvæl ert tú, Regin,

deyðan av mær verð,

tí tú hevur svikið meg

í vápnagerð.

 

50 Tí tú hevur svikið meg

í vápnaragerð,

smíðar tú so annað smíð,

deyðan fært tú av mær.”

 

51 Tá ið hann tók hesar

svørðslutir í hond,

tá skalv hjartað í Regin smiði

sum í liljuvand.

 

52 Regin smiður leggur

svørðið aftur í eld,

tríati nætur

hevur hann tað í gerð.

 

53 Tretivu nætur

hevur hann tað í gerð,

tá var frægi Sjúrður

aftur á ferð.

 

54 Sjúrður loypur á Grana bak

eina morgun snimma,

síðan reið hann yvir um á

Regin smið at finna.

 

55 Sjúrður hann ríður

fyri dyrnar fram,

Regin kastar smíði,

hann tók tað svørð í hond.

 

56 Tað rennur ein á frá kelduni upp,

onnur rennur frá,

grimt kallar svørðið,

á hallargólvi lá.

 

57 “Eg havi gjørt tær vápnið,

smíðað havi eg svørð,

bilar tær nú ikki hugurin,

tað bítur í brúðarferð.”

 

58 Sjúrður gár for sterkan stiðja,

royndi alv í hast,

hvørki mátti røkka ei støkka,

tá var stálið hart.

 

59 Sjúrður gár for sterkan stiðja,

leggur svørðið til,

sundur kleyv hann stiðjan

og stabban við.

 

60 “Hoyr tú tað, tú Regin,

tú ert góður smiður,

sundur kleyv eg stiðjan

og stabban við.”

 

61 “Inn tað, frægi Sjúrður,

tú far, og kann um vív,

fyri ein slíkan høvdinga

tað vildi eg latið lív.”

 

62 “Hoyr tú tað, tú Regin,

hetta sigur tú mær,

men annað er í hjartanum,

Regin smiður, á tær.”

 

63 “Hoyr tú tað, tú Sjúrður,

hvat ið eg sigi tær,

kvittar tú á Glitraheiði,

lat meg fylgja tær!”

 

64 “Fyrst fari eg í randarný

Hundsins synir at finna,

so fari eg á Glitraheiði,

har man vandin minni.”

 

65 “Hoyr tað, frægi Sjúrður,

hvat ið eg sigi tær,

eg gevi tær bæði gull og fæ,

tú dvølst í nátt hjá mær!”

 

66 “Eg kann ikki dvøljast

her í nátt hjá tær,

tí Hjalprekur saknar meg

úr hásæti frá sær.”

 

67 “Eg havi gjørt tær vápnið,

og smíðað havi eg svá,

hjartað úr orminum

tað leggi eg treytir á.”

 

68 Hann var seg í randarný,

væl kom hann aftur úr teirri,

skemri stund í ríkinum var,

hann kvittar á Glitraheiði.

 

69 Inn tað, frægi Sjúrður

í hjartanum fróur,

hann sá tann hin gamla mann

koma niðan frá ló.

 

70 Har kom maður á víðan vøll fram,

hann vá við eggjateini,

eygað hevði hann eitt í heysi,

knepta brók á beini.

 

71 Har kom maður á víðan vøll fram,

eingin ið hann kendi,

eygað hevði hann eitt í heysi,

finskan boga í hendi.

 

72 Inn tað, frægi Sjúrður

í spori har hann stóð,

hann sá snaran Nornagest

kom gangandi niður frá skóg.

 

73 “Hvør bað teg grava hesar

gravirnar tvær?

Deyðan hevur Regin smiður

ætlað tær.

 

74 Grava tú ta triðju

uppi ífrá,

ein mun av eitrinum

lívir hon tær tá.

 

75 Hoyr tað, frægi Sjúrður,

hetta sigi eg tær,

hann er verstur svikarin,

so er greint fyri mær.”

 

76 Ormurin liggur á gullinum,

tykir hava grið,

Sjúrður stendur á grønum vølli,

býr nú svørðið til.

 

77 Tretivu favnar var fossurin høgur,

ið ormurin undir lá,

tá vóru uppi hans bæði bøksl,

búkur á homrum lá.

 

78 Sjúrður vann á orminum tá,

øllum tókti undur,

tá skalv bæði leyv og lund,

øll vørildar grund.

 

79 Regin legðist at drekka

ormins blóð,

Sjúrður gav honum banasár,

í spori har hann stóð.

 

80 Til tað svaraðu vigurnar,

uppi sótu í eik:

“Sjálvur skalt tú, Sjúrður,

smakka tína steik.”

 

81 Sjúrður stokti hjartað,

dagurin var trang,

tretivu alin

var teinurin lang.

 

82 Hjartað úr orminum

helt hann sær at munni,

fuglar og tey høvisku djór

tey vóru honum kunnig.

 

83 Sjúrður reið av Glitraheiði,

havi eg hoyrt frá sagt,

hann hevði tólv gullkistur

hvørjumegin klakk.

 

84 Sjúrður reið av Glitraheiði,

áður upp rann sól,

hann hevði tólv gullkistur,

tað var einki hól.

 

85 Tólv gullkistur hevði hann

hvørjumegin á,

setti seg upp á Grana bak,

so er greint ífrá.

 

CCF 1F

TSB E 51

 

Handrit: Savn Hammershaimbs, 1848. AM, Access. 4c II [2].

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 164.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 3. bind, s. 7

 

Heimild: Úr Mykinesi. Poul Abrahamsen, Mykinesi, føddur í Gásadali (1782-1856)

 

E 51 Regin smiður (Sigurd revenges his father’s death and kills the serpent Fafnir)

Sigmundur brýtur svørð sítt og verður deyðiliga særdur í bardaga ímóti Hundings sonum. Áðrenn hann doyr, sigur hann konu síni, Hjørdis, at hon fer at fáa son, og at hon skal geva honum Sjúrðar navn. Hann fer at hevna deyða faðir sín. Sigmundur gevur henni brotna svørð sítt. Regin smiður skal evna nýtt svørð burtur úr pettunum.

Sjúrður veksur til evnaligan ungan mann, og tá ið hann fer ov ógvisliga við vinmonnunum, biðja teir hann heldur fara og hevna deyða faðir sín. Sjúrður fer til móður sína og fær at vita, hvussu drápsmaður pápans eitur. Hann fær brotna svørðið, velur hestin Grana til sín sjálvs og fer til Regin smið. Regin noyðist at smíða svørðið Gram.

Sjúrður ríður í bardaga og ger av við Hundings synir. Saman við Regini fer hann av stað at drepa ormin Fávnir, egna beiggja Regins. Ein gamalur, einoygdur maður (frábr.: A, D, F: Nornagestur) ávarar Sjúrð ímóti Regini. Sjúrður vegur ormin og etur hjarta hansara, og soleiðis verður hann førur fyri at skilja fuglamál. Eisini fuglarnir ávara hann ímóti svikagerðunum, sum Regin hevur í huga, og síðani drepur Sjúrður Regin. Hann fermir allar dýrgripir ormsins á Grana bak og fer heim aftur.

á føroyskum: CCF 1 A: I, Ba-b: I, C ør. 1-100, D: I, E: I, F, G ør. 1-107 (bert á føroyskum). Fyrsti táttur av ”Sjúrðarkvæðum”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019