• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Kvikils bragd

 

CCF 108-II B-II

TSB E 82

 

1 Nevndur er teirra triði sonur,

fáan eg veit hans maka,

hann er yngstur av brøðrunum,

hann eitur Kvikil spraki.

 

2 Hann setti seg móður hjá eini moyggj,

tungan ræður at ljóða,

snarliga varð hann av sessi kiptur,

nakkin small á gólvið.

 

3 Kvikil leyp á hallargólv,

snart var drong at reita,

tekur hann til sín bitra brand,

av grimd hann rendi sveita.

 

4 Bardust teir í hallini inni

av so tungum vanda,

sundur gekk Kvikils búgvið svørð

ímillum beggja handa.

 

5 Tá var einki til ráða at taka

uttan lítin knív í hond,

fimmti vá hann aðalmenn,

áðrenn hann kom í bond.

 

6 Fimmti vóru edilingar

sárir undir skinn,

áðrenn teir høvdu Kvikil unga

í myrkastovu inn.

 

7 Taldist tað av borgini út,

alt hann vá við knívi,

hundrað heilt og annað hálvt,

og tóku so dreingin av lívi.

 

8 Settu teir hann í myrkastovu,

einum manni at ráða,

hann hevði so mangan óvinin,

tá stóð hans lív í váða.

 

9 Moyggin gekk fyri faðir sín

í eini kápu blá:

“Ger tað fyri æru tína,

tú lat meg riddaran fá!”

 

10 “Skríð frá mær, tú vesalvættur,

meg lystir ei á at hoyra,

sømir ei mínum bitra brandi

at røra við kvinnudroyra.”

 

11 Moyggin gekk av hallini út,

mestur var hon reið:

“Gud lati teg aldri liva tann dag,

eg spyrji teg ráðini fleiri.

 

12 Setir tú hann í myrkastovu,

einum manni at ráða,

sendi eg Ívinti sterka boð,

tá stendur títt lív í váða.”

 

13 Frúgvin tekur sín brævasvein,

hon klæðir hann væl í skrúður:

“Eg havi ikki annað spurt,

enn tú hevur verið mær trúur.

 

14 Heilir allir mínir menn,

tær drekkið nú heilir á sinni,

tær skuluð ongan søtan sova,

fyrr enn tær Ívint finnið!”

 

15 So var veður á sjónum hart,

sjógvurin reyk sum brandar,

valdi tað frúnnar brævasvein,

hann bað sær ei Gud til handa.

 

16 So var veður á sjónum hart,

tað brakar í hvørjum bjálka,

valdi tað frúnnar brævasvein,

hann bað sær ei Gud til hjálpar.

 

17 Higar nú teirra snekkja

kendi fagurt land,

kasta sínum akkerum

á so hvítan sand.

 

18 Ganga teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, jørðin skalv,

teir drógu knørr í neystið.

 

19 Tað var frúnnar brævasvein,

hann gekk í hallina inn,

sum Ívint sterki at borði sat

meiri enn hundrað fimm.

 

20 “Situr tú, Ívint Herintsson

glaður og drekkur vín?

bróðir tín situr á Girtlandi,

staddur í stórari pínu.

 

21 Bróðir tín situr á Girtlandi,

staddur í stórum vanda,

stendur í veður Girtland hálvt

og Rósin moyggj til handar.

 

22 Tað var Ívint Herintsson,

sínum borði skeyt,

allur sá hin brúni mjøður

á hallargólvi fleyt.

 

23 “Hoyr tað, frúnnar brævasvein,

tú skalt undan ríða,

mær eru ikki kunnug lokubrøgd

og eingir loynistígar!”

 

24 Vinda teir upp síni silkisegl,

gull við reyðan brand,

stryka ei á bunkan niður

fyrr enn við Girtland.

 

25 Svaraði frúnnar brævasvein:

“Eg skal undan ríða,

mær eru kunnug lokubrøgd

og allir loynistígar.”

 

26 Teir riðu við borgini langa stund,

funnu ei inn at ganga,

hann kleyv upp hurðar av seigum jarni,

loysti út reystan fanga.

 

27 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

tá hevði reystur Girtlands kongur

brynjað út hundrað tólv.

 

28 Tá hevði reystur Girtlands kongur

brynjað út hundrað tólv,

Ívint sterki og Kvikil spraki,

teir riðu teim tveir ímót.

 

29 Ívint sterki og Kvikil spraki,

teir riðu teim tveir ímót,

búkar fullu á jørðina niður,

sum tú kastar grót.

 

30 Tað var reystur Girtlands kongur,

kreyp undir borgarlið:

“Mín kæri Kvikil spraki,

gev mær nú grið!”

 

31 Svaraði reystur Girtlands kongur

av so tungum vanda:

“Eg gevi tær jumfrú Rósin moy

og hálvt mítt ríki til handa.”

 

CCF 108-II B-II

TSB E 82

 

Handrit: Svabo's Quarto Manuscript GkS. 2894, 4to, vol. II, nr. 12, s. 821.

 

Útgávur: 

1. Chr. Matras (legði til rættis): Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1939 s. 328.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 222

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 26. bind, s. 171.

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo  (1746-1824), Miðvági, 1781-82

 

E 81 Viljorms kvæði (Suitor is rejected and killed by maiden’s father)

E 82 Kvikilsprang (Suitor is imprisoned by maiden’s father and rescued by his brother)

Kvikilsprang fer til Girtlands at biðja um kongsdóttrina. Bønarorð hansara verða kveistrað burtur, og eftir harðan bardaga verður hann fastsettur.

Kvikilsprang sendir boðbera til beiggja sín Ívint (F: prinsessan biður pápa sín lata seg giftast við Kvikilsprangi, og tá ið hann sýtir, sendir hon boðbera til beiggja Kvikilsprang, Ívint). Ívint kemur. (N: Hann drepur kong.) Hann sleppir beiggja sínum út úr fongsli, og saman niðurberja teir kongsins menn. (cF: Teir drepa kong, cF: hann verður eirdur.)

Kvikilsprang giftist prinsessuni.

á føroyskum: CCF 108 A: II, B: II, C: II (eisini á norskum). Partur av ”Ívint Herintsson”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019