• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ísmal fræga kempa

 

Ísmal fræga kempa

 

CCF  5 C

TSB E 74

 

1 Mangar bróta á havinum 

brattar og bláar bylgjur, 

Ísmali kom tá síðst í hug 

formann sín at spyrja. 

 

    Viðgangur: 

Grani bar gullið av heiði 

brá hann sínum brandi av reiði, 

Sjúrður vann av orminum, 

Grani bar gullið av heiði. 

 

2 Ísmali kom tá síðst í hug 

formann sín at spyrja: 

"vit skulum okkum í Hjálpreks garð 

kongins dottur at gilja." 

 

3 Út var loystur gangarin 

undir hallarvegg, 

prýddur var hann við skarlak 

niður á hóvarskegg. 

 

4 Út var loystur gangarin, 

ið Ísmal skuldi á ríða, 

prýddur var hann við skarlak 

niður á meðal síðu. 

 

5 Ísmal leyp í saðilin upp 

yvir leysan luva, 

studdist hvørki við skjøld ei svørð 

og ei við saðilbuga. 

 

6 So reið Ísmal fræga kempa 

listuliga fram, 

gyltir leika ringamir, 

hans góði gangari rann. 

 

7 Mitt í miðjum grasgarði 

akslar hann sítt skinn, 

og so búgvin gongur hann 

í høgar hallir inn. 

 

8 Og so búgvin gongur hann 

í høgar hallir inn, 

sum Hjálprek kongur við borði sat 

við monnum hundrað fimm. 

 

9 Ísmal gekk í høllina inn, 

í forðum var sá siður, 

hevur nú alt í einum orði, 

heilsar og hann biður. 

 

10 Ísmal stendur á hallargólvi, 

ber upp kvøðu sína: 

"sit væl reystur Hjálprek kongur, 

tú gev mær dóttur tína." 

 

11 "Frúgvin eigur reystan bróður 

heitir Sjúrðar svein, 

stóð hann við tína høgru síðu, 

tá vart tú ikki ein. 

 

12 Frúgvin eigur reystan bróður, 

heitir Sjúrður frægi, 

stóð hann við tína høgru síðu, 

hann toktist vera tín maki." 

 

13 Tað var Svanhild Sólaljóma, 

hon inn í høllina gekk, 

tað fyrsta hon Ísmal við eygum sá, 

hon yndi til hans fekk. 

 

14 Leingi sat hann kongurin, 

og hugsaði har uppá, 

hvussu hann skuldi Ísmali 

eitt blídligt andsvar fá. 

 

15 Tí svaraði Hjálprek kongur, 

alt fyri uttan ekka: 

"Tær gevi eg nú mína dóttur 

og hartil brúdleypsdrekka." 

 

16 Ísmal stendur á hallargólvi, 

gyrdi seg og vendi, 

festi Svanhild Sólaljómu, 

Hjálprek kongur sendi. 

 

17 Ísmal stendur á hallargólvi, 

á flest øllum veit hann skil: 

"hvør skal bjóða Sjúrða 

mína samkoming til?" 

 

18 Tí svaraði Hjálprek kongur, 

tann hin ríki alvur: 

"eg veit einki annað ráð, 

enn tær bjóðið honum sjálvur." 

 

19 Tað var Ísmal fræga kempa, 

burt í skógvin reið, 

møtti hann Sjúrði Sigmundarsoni 

mitt á sínari leið. 

 

20 Ísmal stendur á grønum vølli, 

á flest øllum veit hann skil: 

"tær bjóði eg nú Sjúrður 

mítt brúdleyp at koma til." 

 

21 Svaraði Sjúrður Sigmundarson, 

hann heldur á brýndum knívi: 

"hvaðan af landi hevur tú fest

 

tað inniliga vívið?" 

 

22 "Hjálprek heitir hennara faðir, 

Hjørdís hennara móðir, 

so er mær af sonnum sagt, 

at tú ert hennar hálvbróðir." 

 

23 "Tað plagar so eingin ærligur maður 

so sína dóttur burt geva, 

eg vildi, títt hálsbein sundur í tvey 

var sligið við mínum neva. 

 

24 "Hevur tú mína systur fest, 

og eg ikki til tess frætt, 

eg skal teg við lurkum lemja, 

tú býður ei annan rætt." 

 

25 "Eg havi tína systur fest, 

tó eg teg ei kendi, 

áður tú meg við lurkum lemjir, 

sveittast tær um ennið." 

 

26 "Hevur tú mína systur fest, 

høvisk yvir allar kvinnur, 

hoyr tú Ísmal fræga kempa, 

tú skalt mær treytir vinna." 

 

27 Svaraði Ísmal fræga kempa, 

ilt er skap at eggja: 

"Hvörjar eru tær fyrstu treytir, 

ið tú vilt á meg leggja?" 

 

28 "Frammi á teim grøna vølli 

liggja ormar seks, 

allar skalt tú deyðar hava, 

tú stígur á brúðarbekk. 

 

29 Frammi á teim grøna vølli 

liggja ormar tólv, 

allar skalt tú deyðar hava, 

tú stígur á brúðargólv." 

 

30 "Frammi á teim grøna vølli 

liggja ormar tveir, 

sig mær Sjúrður Sigmundarson: 

hvussu langir eru teir?" 

 

31 "Ein er átjan alin langur, 

annar tríggjar og tjúgu, 

øll mín hirð er vitnisfør, 

eg sigi sanna sögu. 

 

32 "Átjan alin er ein af teim, 

hartil tríggjar og tvá, 

eri eg sonur Samsons sterka, 

ræðist eg ongan tá. 

 

33 Átjan alin er ein af teim 

annar tríggjar og tjúgu, 

eri eg sonur Samsons sterka, 

ræðist eg ongan nú." 

 

34 Allar vá hann ormanar, 

tað var honum eingin treyt, 

Finnin spýði eitur á hann, 

hann náddi ikki burtur av breyt. 

 

35 Allar vá hann ormanar, 

tað var honum eingin vandi, 

Finnin spýði eitur á hann, 

hann náddi ikki burt at ganga. 

 

36 Tað var Sjúrður Sigmundarson, 

hann heim í garðin fór, 

úti er Svanhild Sólaljóma, 

hon fyri honum stóð. 

 

37 Sjúrður gekk í borgina inn, 

gott er í honum alvi, 

settist upp í hásæti, 

so hallarborgin skalv. 

 

38 Fram gekk Svanhild Sólaljóma, 

føgur yvir allar kvinnur: 

"hevur tú Sjúrður lagt tað ráð, 

Ísmali neisur at vinna?" 

 

39 "Gakk tú burt frá mínum eygum, 

eg vil teg ikki hoyra, 

sámir tað ei mín búna brand 

at rjóða í kvinnu droyra." 

 

40 Tað var Svänhild Sólaljóma, 

tekur so høgt at gráta, 

eftir spurdi Sjúrður, 

hví hon mundi so láta. 

 

41 "Gakk tú burtur frá mínum eygum, 

grát ikki longur á sinni, 

enn var maður mentur fyri moy, 

ið tó var maður minni." 

 

42 Sjúrður leyp í saðilin upp, 

hann er dreingja maki, 

so reið hann á skógvin burt 

fyri systur sínar sakir. 

 

43 Ísmal liggur á grønum vølli, 

staddur í orma vanda, 

fegin varð hann, tá hann hoyrdi 

Grana hogvar ganga. 

 

44 Ísmal liggur á grønum vølli, 

staddur í orma blóði, 

fegin varð hann, tá hann hoyrdi 

Grana bresta hóvum. 

 

45 Tekur hann hann í saðilin upp 

og sára um hann kvíðar, 

leitar nú í tasku síni 

smyrsl á hann at rýða. 

 

46 Tekur hann í saðilin upp, 

førir hann heim til hallar, 

"tak við Svanhild Sólaljóma 

grøð tann garpin snjalla." 

 

47 Grøddi hon hann um dagin, 

grøddi hon hann um tvá, 

inntil tann hin triðja, 

tá fór hann í brynju blá. 

 

48 Inntil tann hin triðja 

tá fór hann í brynju blá, 

so gekk hann í høllina inn, 

so vænur var garpi at sjá. 

 

49 Tey lótu tá til brúdleyps ætla, 

ikki mátti tvørra, 

av báðum borgum boðið var 

tólv hundrað av hvørji. 

 

50 Ikki fattaðist Ísmali 

brúðarmannin ein, 

høgruminni Gunnar kongur, 

við vinstru Sjúrður svein. 

 

51 Ikki fattaðist Svanhildu 

brúðarkonur prúðar, 

við høgru hond gekk Gunhild Buðla 

við vinstru Grimhild Júka. 

 

52 Ikki fattaðist Svanhildu 

brúðarmoyjar prúðar, 

høgruminni Buðladóttir, 

við vinstru Guðrun Júka. 

 

53 Gamal maður harpu slær, 

nevndur Ørvaroddur, 

Hjálmar kappi frægur var, 

men Sjúrður moynna studdi. 

 

54 Tríati vóru silvursteyp, 

annaðslíkt af skálum, 

tá leyp av á brúðar bekki, 

ið alt var sett at málum. 

 

55 Tríati vóru silvurføt, 

og nýsmíðað vóru øll, 

Sjúrður stendur á hallargólvi 

og sigur frá gørpum snjøllum. 

 

56 So stardi hann Sjúrður 

á Brynhildar mál, 

hann breyt yvir borðinum 

forgylta mjøðarskál. 

 

57 Drukkið var teirra brúdleypið, 

hirðin var so fegin, 

sum tann fuglur, á viði situr, 

er á ljósum degi. 

 

58 Tríati vóru kertur brendar 

og hartil voksljús, 

Hjálprek kongur og hirðin öll 

teim fylgdu í svøvnhús. 

 

59 Har var urgan í garði troðin, 

ljóðaðu harpustreingir, 

Hjálprek kongur og hirðin øll 

fylgdu teim til seingir. 

 

60 Drukkið var teirra brúdleypið, 

kátt var teirra lív, 

bæði gingu í eina song 

Ísmal og hans vív. 

 

61 Drukkið var teirra brúdleypið, 

bæði væl og leingi, 

kom so mangur hovmaður til 

sum fjøður í fugla veingi. 

 

62 Drukkið var teirra brúdleypið, 

so er komið til mín, 

síðan fór hvør sum boðin var 

haðan heim til sín.

 

CCF  5 C

TSB E 74

 

Uppruni: V. U. Hammershaimb: „Færøiske kvæder I“, 1851

 

Útgávur:

1. V. U. Hammershaimb: „Færøiske kvæder I“, 1851, s. 74

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band I, Teil 3, s. 260.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 128

 

Heimild: V. U. Hammershaimb (1819-1909): „Færøiske kvæder I“, 1851

 

E 74 Ísmal fræga kempa (Suitor is put to the test by future brother-in-law)

Ísmal fer til Hjálprek kongs og biður um dóttur hansara, Svanhild. Tikið verður við bønarorðum hansara.

Síðani fer Ísmal at bjóða hálvbeiggja Svanhildar, Sjúrði, í brúdleyp. Men tá ið teir hittast, vil Sjúrður royna Ísmal og áleggur honum setningin at drepa nakrar stórar eiturormar. Tað eydnast Ísmali at drepa allar, men so illa fyri er hann av eitrinum frá teimum, at hann verður liggjandi á staðnum.

Sjúrður fer heim at siga systur síni frá tí, sum hent er, og hon er so ørkymlað, at Sjúrður fer eftir Ísmali. Svanhild lekir hann, og tey giftast.

á føroyskum: CCF 5 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019