• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sniolvs kvæði

 

K. 

 

Hildar táttur 

 

CCF 91-IX KI 

Einki TSB-nr. (= Hildardalsstríð) 

 

1 Hevur tú hoyrt frá móður hans,  

sum studdist fram á seingir?  

Nú skal ríma um fornar kempur,  

sum gitið man verða leingi. 

 

2 Sólin brandar á líðina  

eina morgun snimma,  

Grímur gekk í hallina inn  

sín sæla faðir at finna. 

 

3 Grímur stendur for breiðum borði,  

smílist undir lín: 

”Eg skal ríða upp á land,  

sæli faðir mín!” 

 

4 Grímur stendur for breiðum borði  

eina morgunstund: 

”Eg skal ríða upp á land,  

sum liggur fyri vestan lund!” 

 

5 Tað var ungi Hildibrandur,  

sveipar at sær skinn,  

og so búgvin gongur hann  

fyri svinna Silkieik inn. 

 

6 ”Hoyr tað, mín hin sæla drotning,  

eg sigi tær satt ífrá,  

nú vil Grímur, sonur vár,  

ríða borgum frá!” 

 

7 Svaraði frúgvin Silkieik  

fyrsta orðið tá: 

”Ætlar tú tær, mín sæli son,  

at ríða her borgum frá!” 

 

8 Grímur stóð fyri breiðum borði  

eina morgunstund: 

”Meg lystir at ríða upp á land,  

sum liggur fyri vestan lund!” 

 

9 ”Hoyr tú, Grímur, mín sæli son,  

ríður tú upp á landið,  

har býr frúgvin Ingibjørg,  

hon gongst tær til handa!” 

 

10 Grímur leyp á gangara sín,  

seg frá borgum dró,  

eingin ríður tílíkur  

á heidna manna skóg. 

 

11 Ein kom maður í hallina inn,  

sigur øllum frá: 

”Eg sær mann mót borgum ríða,  

miklan í brynju blá!” 

 

12 Ingibjørg talar til moyggjarnar  

tógvar ella tríggjar: 

”Eg fari meg í grasagarð  

tann hildarmálm at síggja!” 

 

13 Grímur ríður í grasagarð 

við so nýtum orðum,  

heilsaði frúgvini Ingibjørg,  

sum kongur plagdi í forðum. 

 

14 ”Tú skalt vera vælkomin  

hjá mær her í mínum landi,  

sita yvir mítt ærligt borð  

og drekka tann mjøðin blanda!” 

 

15 Drukku mjøð um dagin ein,  

annan og tann triðja,  

noyddist frúgvin Ingibjørg  

sínar sakir at siga. 

 

16 ”Hoyr tú, Grímur Hildibrands son,  

kanst tú sútir ráða? 

Geyti hann sló faðir mín  

og raskar brøður báðar. 

 

17 Her sat sæla systir mín  

og eg, tvær moyggjar báðar,  

tað var Virgar Valintsson,  

henni stóð hugur á. 

 

18 Tað var Virgar Valintsson,  

hon læt honum klæði skera,  

sendi fram Geyta skósvein sín  

síni bønarorð at bera. 

 

19 Hann kom ei sum sendisvein,  

men sum ein grovur glunti,  

hann stjól burtur gullið alt,  

einki okkum unti. 

 

20 Geyti hann vá faðir mín,  

- sigist í hesum tátti - 

gróv so hann í heyggin niður  

alt tað gull hann átti. 

 

21 Eg havi brynjað út kempurnar  

bestar í mínum landi,  

eingin kemur so reystur fram, 

ið Geyta kann bestanda. 

 

22 Eg havi brynjað út fimmti kempur  

við svørð og brynju blá,  

Geyti reið mót øllum teim  

og høgdi teim høvur frá!” 

 

23 Grímur so til orða tekur,  

frá man frættast víða: 

”Í morgin, áðrenn sól upprennur,  

eg skal á skógvin ríða!” 

 

24 Grímur leyp á gangara sín,  

seg frá borgum dró,  

eingin ríður tílíkur  

á heidna manna skóg. 

 

25 Grímur reið á skógvin burt,  

søgur ganga frá,  

hann kom fram á heyggin tann,  

sum gullið grivið lá. 

 

26 Grímur legst á harðan vøll,  

heyggin vildi bróta,  

Geyti hugsar við sjálvum sær: 

”Tú skalt tað ikki njóta!” 

 

27 Geyti skundar síni ferð  

við so mikla trá,  

gevur Grími høgg so gott,  

hann undrast sjálvur á. 

 

28 Grímur leyp á gangara sín,  

var ei seinur til føtur,  

høggur so til Geyta í Loft,  

at valla bíður hann bøtur. 

 

29 Høggur so til Geyta í Loft,  

at valla bíður hann bøtur,  

fimmti vá hann raskar kempur,  

honum fullu for føtur. 

 

30 Fimmti vá hann raskar kempur  

við síni høgru hendi,  

Geyti bardur og illa særdur  

aftur á skógin vendi. 

 

31 Grímur reið til hallar heim,  

frú Ingibjørg gull at føra,  

alla tíð á ævini 

hevði hon hann so kæran. 

 

32 ”Tú skalt vera vælkomin  

hjá mær í mínum landi,  

eingin uttan sjálvur tú  

fyri mínum borgum standa!” 

 

33 Ingibjørg situr í sínum stóli,  

von er hon og vitur,  

'Kaibur feur 0 fugla deur'  

er undir, sum Grímur situr. 

 

34 Ingibjørg situr í sínum  stóli,  

føgur er hon í brún,  

flættað hár á herðum lagt 

við silkibond um snúin. 

 

35 Geyti so til orða tekur,  

ei man ilskan tróta: 

”Ei skal Grímur Hildibrandsson  

tað gullið við friði njóta!” 

 

36 Geyti tók sítt skjøld og svørð,  

heim til hallar fer: 

”Heiti á Virgar Valintsson,  

tí hann mín fostri er!” 

 

37 Árla var um morgunin,  

sólin roðar í ský,  

tað er riddarin Geyti,  

á gullborgir hann ríður. 

 

38 Tað var riddarin Geyti,  

heim í garðin fór,  

sum hann Virgar Valintsson  

í gullborgunum stóð. 

 

39 ”Ver vælkomin, Geyti,  

higar nú til mín, 

drekk nú, hvat tær betri líkar,  

mjøðin ella vín!” 

 

40 ”Lítið er mær um mjøðin tín,  

hálvan minni um vín,  

her skalt tú síggja blóðugt merki,  

vunnið av ferðum tín!” 

 

41 Geyti so til orða tekur,  

mælir av tungum vanda: 

”Vilt tú koma í Hildardal  

í stríð við mær at standa?” 

 

42 Svaraði Virgar Valintsson,  

væl kann tungu týða: 

”Hvussu eitur kempan tann,  

vit skulu móti stríða?” 

 

43 ”Grímur eitur kempan tann,  

eg kundi ikki vinna,  

Hildibrandur er faðir hans  

og móðir Silkieik svinna!” 

 

44 ”Er tað satt, tú sigur mær,  

at móðir er Silkieik svinna,  

Grímur er eingin ófriðarmaður,  

ikki er hann góður at vinna!” 

 

45 ”Rósa tú honum, sum tikið hevur  

við so góðum greiði 

gull og land og búgvin borg,  

ið tú stóð til at eiga!” 

 

46 Svaraði Virgar Valintsson,  

væl kann tungu týða: 

”Eg skal koma í Hildardal  

at standa við tær í stríði!” 

 

47 Riðu so av garði burt  

bæði við skjøld og svørð,  

teir vistu, at Sjúrður Sigmundarson  

ein avrekskempa er. 

 

48 Árla var um morgunin,  

sólin brandar á líðum,  

Geyti og Virgar Valintsson 

í Hólmgarðar teir ríða. 

 

49 Geyti og Virgar Valintsson  

heim í garðin fór,  

úti Sjúrður Sigmundarson 

fyri teimum stóð. 

 

50 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,  

væl kann tungu skilja: 

”Hvat er tykkara ørindi,  

hvat tykjast tit at vilja?” 

 

51 Geyti so til orða tekur  

sínar søgur at týða: 

”Vilt tú koma í Hildardal  

at standa við mær í stríði!” 

 

52 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,  

frá man frættast víða: 

”Hvussu eitur kempan tann, 

vit skulu móti stríða?” 

 

53 ”Grímur eitur kempan tann,  

móðir er Silkieik svinna,  

tí eri eg til hallar komin,  

eg kundi hann ikki vinna. 

 

54 Virgar vil hann neisur vinna,  

góður er borin til evni,  

eg havi av honum skatt at lúka,  

blóðugt sár at hevna!” 

 

55 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,  

honum man einki bella: 

”Eg haldi tað einki roysni vera  

Grím til jarðar fella!” 

 

56 Sjúrður klæðist í síni høll,  

legst í brynju tunga,  

allir fryktaðu Hildibrand,  

men eingin Grím hin unga. 

 

57 Sjúrður bindur hjálm at sær,  

Gestur stóð honum næst,  

ongantíð á ævini  

bant hann tað so fast. 

 

58 Riðu teir av garði burt,  

nevndar kempur fjórar,  

eg svørji tann eið á mína trú,  

teir kunnu væl brondum stýra. 

 

59 Riðu teir av garði burt  

hvør við sínum  merki: 

Sjúrður og snarpi Nornagestur,  

Geyti og Virgar sterki. 

 

60 ”Hoyr tað, Virgar Valintsson,  

lat nú tað so vera,  

sent fram harran Tírirant  

tey faðirsbrøv at bera! 

 

61 Sent fram harran Tírirant,  

sent hann upp á land,  

hesi somu faðirsbrøv  

Grími at fáa í hand!” 

 

62 Tírirant fór sum snarast var,  

goymdi væl hans orð,  

hann kom seg í hallina inn,  

tá Grímur sat við borð. 

 

63 ”Sit væl, ungi Grímur,  

frá man frættast víða,  

Virgar ríður í Hildardal,  

hann býður tær út at stríða!” 

 

64 Grímur so til orða tekur,  

smílist undir lín: 

”Hví man Virgar Valintsson  

senda faðirsbrøv til mín?” 

 

65 ”Virgar hevur jomfrú giljað 

við so góðum greiða,  

tú hevur allan arvin tikið,  

hon stóð til at eiga. 

 

66 Virgar ríður í Hildardal  

og nevndar kempur fýra: 

Sjúrður og snarpi Nornagestur  

og Geyti, kempan dýra!” 

 

67 ”Hevði Virgar Valintsson  

vitað av ilsku tíni,  

Geyti hann stjól gullið burt  

frá festarmoyggjum tveimum!” 

 

68 Tírirant sítt svørðið brá,  

ætlaði Grím at leggja,  

Grímur loftaði búnum brandi, 

ilt var skapið at eggja. 

 

69 Grímur loftaði høgginum,  

hann steig um borðið fram: 

”Bjóð tær ikki vígføri  

ímót tín ovurmann!” 

 

70 Grímur loftaði høgginum,  

tað var honum eingin kvíða,  

Tírirant á gólvið legði,  

tað brotnaðu riv í síðu. 

 

71 ”Ríð teg aftur í Hildardal,  

bið teir heilar bíða, 

í morgin, áðrenn sólin upprennur,  

eg skal á skógvin ríða!” 

 

72 Grímur krevur sín sendisvein,  

klæðir hann væl í skrúður: 

”Eg havi teg av øllum roynt,  

at tú hevur verið mær trúur. 

 

73 Tú skalt fara í Brandarbý  

eftir fornum vanda,  

bið hann Hildibrand, faðir mín, 

í stríð við mær at standa!” 

 

74 Sveinur fór sum snarast var,  

rætt sum fuglur í ský,  

áðrenn dagur at kvøldi kom,  

var hann í Brandarbý. 

 

75 Sveinur kom í Brandarbý,  

tað var honum eingin treyt,  

hann gekk seg í hallina inn,  

borgir upp hann breyt. 

 

76 ”Ver vælkomin, sendisvein,  

higar nú til mín, 

hvussu livir Grímur  

heima í borgum sín!” 

 

77 ”Hoyr tú, reystur Hildibrandur,  

eg beri tær boð til handa,  

nú er Grímur, sonur tín,  

staddur í stórum vanda. 

 

78 Nú er Grímur, sonur tín,  

staddur í stórum vanda,  

hann biður teg koma í Hildardal 

í stríð við sær at standa!” 

 

79 Hildibrand leyp á gangara sín,  

seg frá borgum dró,  

eingin ríður tílíkur 

á heidna manna skóg. 

 

80 Hildibrand reið av garði burt,  

so er greint fyri mær,  

møttust teir á miðjum skóg  

reystar kempur tvær. 

 

81 Møttust teir á miðjum skóg,  

nú man tað so vera,  

síðani løgdu teir ráðini,  

hvussu teir skuldu gera. 

 

82 ”Tú skalt ríða mót Virgari  

og Geyta, hansara manni,  

tit hava tykkara sakir fest  

heima í Upplands ranni. 

 

83 Men eg skal móti Sjúrða ríða,  

øllum hansara liði,  

honum fylgir Nornagestur,  

merkismaður við!” 

 

84 Árla var um morgunin,  

sólin brandar á líðum,  

fóru seg í Hildardal  

at standa í tungum stríði. 

 

85 Riðu saman í Hildardali,  

frá man frættast víða,  

Grímur og Virgar Valintsson  

komu fyrstir at stríða. 

 

86 Høgga títt og líva lítt,  

av dró barnagaman,  

eldur reyk av svørðunum,  

tá eggjar bórust saman. 

 

87 Høgga títt og líva lítt,  

blóð sprakk út av fingri,  

enn var Grímur frægari,  

í sínum  høggum tyngri. 

 

88 Grímur gav so vænt eitt høgg  

yvir leysar lundir,  

høggið glapp av saðilvond,  

og rúnarklettur sundur. 

 

89 Høggið glapp av saðilvond,  

slíkt var mikið undur,  

hestin undir Geyta í Loft  

hann kleyv í herðum sundur. 

 

90 Virgar so til orða tók: 

”Nú er at venda úr blóði,  

nú skal heita á Ásmund 

við sínar kunstir góðar!” 

 

91 ”Tú hevur mær til kampin boðið  

og kempur saman kallað,  

tað er hann Geyti, skósvein tín,  

ið stjól teir midlar allar!” 

 

92 Virgar seg tilbaka sá  

at tala við skósvein sín,  

hann kvittaði burt av oyðiskógv  

aftur til faðir sín. 

 

93 Geyti og Virgar Valintsson  

mundu av skógnum ríða, 

Sjúrður frægi og Hildibrandur  

nú koma teir at stríða. 

 

94 Høgga títt og líva lítt,  

troða jørð um kálva,  

bjargamál sang í hvørjum hamri,  

vørildin tók at skjálva. 

 

95 Ógvuligt var at lýða á,  

tá fornir leikir treystu,  

fullu so báðir á jørðina  

niður frá sínum  hesti. 

 

96 Tá var stríð í Hildardal,  

hvør mót øðrum gekk,  

Sjúrður og hann Hildibrandur,  

blóð á stongum hekk. 

 

97 Hildibrand gav so vænt eitt høgg 

yvir leysar lundir,  

fyri gingu ringar hans,  

reimir 'reagjir' sundur. 

 

98 Gestur so til orða tekur,  

letur á reiði renna: 

”Nú skal taka Hildibrand,  

hans búk á báli brenna!” 

 

99 Hildibrand eftir Gesti sló 

við sítt búgvið stál: 

”Ei bert tú tey boðini heim,  

at tú brennur meg á bál!” 

 

100 Gestur skjýtur ferð á seg,  

hann vendi sín hest á heiði,  

Sjúrður fyri høggið kom,  

tá rivnaði brynjan breiða. 

 

101 ”Nú standa vit báðir fót um fót,  

klovin eru vár klæði. 

Svaraði Sjúrður Sigmundarson: 

”Best eru frænda ræði!” 

 

102 Sundur brutu teir mækarnar,  

slíkt var mikið undur,  

tróðu niður ein dvørgaheyg,  

hann rivnaði í lutir sundur. 

 

103 ”Virgar hevur bakið vent,  

sum fremstur skuldi standa,  

ei skulu vit her longur standa  

at yppa os sorg og vanda!” 

 

104 Dvørgurin stendur á grønum vølli,  

heygurin var brotin: 

”Ofta havi eg, Hildibrandur,  

høttir av tær notið!” 

 

105 Hildibrandur og Sjúrður frægi,  

reystir blant allar dreingir,  

bardu dvørgin í heygin niður,  

sum hann hevði verið leingi. 

 

106 Bogna tók tann bitri brandur,  

klingar ovur víða,  

sjungar høgt mót himli upp,  

dreingir lótu lív. 

 

107 Ei er hann glaður Valintsson,  

os tey boðini sendi,  

ríður av skóg við lítlum veldi 

við Mimaringi í hendi. 

 

108 Síðstur reið fram Hildibrandur  

og Grímur báðir í senn,  

nú er endað hetta stríð,  

teir funnu fyri sær menn. 

 

109 Svaraði Virgar Valintsson,  

hann mundi sínum  hesti venda: 

”Rós eingin lívi sínum   

fyrr enn á ytsta enda!” 

 

110 Virgar kom so síðla á degi  

aftur úr tungum stríði,  

eg svørji tann eið á mína trúgv,  

hann aftur í borgir ríður. 

 

Handrit: Koltursbók. Føroyamálsdeildin Nr. 31, s. 21. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 80. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 20. bind, s. 82. 

 

Heimild: Úr Koltri: Thomas Samuel Peter Rasmussen (1822-1908), Koltri, 1848. 

 

Gríms táttur 

 

CCF 91-VIII K-II 

TSB E 36 

 

1 Ásmundur gongur skipa millum,  

heldur sær at gaman,  

hvørt eitt skip, sum fyri liggur,  

letur hann hekta saman. 

 

2 Ásmundur gongur skipa millum,  

stígur á so fast,  

hvør tann kempa, fyri liggur,  

høvur á bunka brast. 

 

3 Ásmundur leyp í havið út,  

hugdi sær til frama,  

tá var navnið snúgvivent,  

teir kalla hann Kappabana. 

 

4 Ásmundur kom frá grunni upp  

av so tungum stríði: 

"Vita tit nakra kempu vera,  

sum nú er eftir á lívi?" 

 

5 "Tað býr ein kempa upp á land,  

søgur ganga frá,  

so lystir honum at stríðast,  

sum streymur leikar í á. 

 

6 Tað býr ein kempa upp á land,  

man meg rætt um minna,  

so lystir honum at stríðast  

líka við streymin stinna. 

 

7 So lystir honum at stríðast  

líka við streym í á,  

hann er eingin í verðini,  

Grím torir sjá." 

 

8 Ásmundur krevur sín sendisvein,  

frá man frættast víða: 

"Ber mær boð til Grím hin unga,  

bið hann koma at stríða!" 

 

9 Sveinur fór, sum snarast var,  

goymdi væl hans orð,  

hann kom seg í hallina inn,  

tá Grímur sat við borð. 

 

10 "Sit væl, ungi Grímur,  

frá man frættast víða: 

Ásmundur er á grønum vølli,  

hann býður tær út at stríða." 

 

11 Grímur so til orða tekur,  

maðurin er hann blíður: 

"Eg man einki skóna honum,  

tóast hann er ikki fríður." 

 

12 Sendisvein til orða tekur  

við sínar gulmur gjarðar: 

"Hann hevur vigið tann sterka Sniolv, 

felt hann niður til jarðar." 

 

13 Grímur tagdi langar stundir,  

tað við lítið veldi,  

tá ið hann hoyrdi orðini tey: 

Tann sterka Sniolv feldi. 

 

14 "Sniolvur var mín móðurbróðir,  

hans líki var ei at finna,  

tað var alt við illgerningar,  

hann mundi sigur vinna. 

 

15 Sniolvur var mín móðurbróðir,  

hans líka man ei kann sjá,  

tað var alt við illgerningar,  

hann mundi sigur fá. 

 

16 Bið hann brynja út fimmti kempur,  

bestar í sítt land, 

eg vil ikki mót honum stríðast,  

hann illgerningar kann. 

 

17 Átt hevur hann sær móður, 

ein er verst í landi,  

hon hevur manga raska kempu  

lagt for eiturgrand. 

 

18 Hon hevur manga raska kempu  

lagt for eiturgrand,  

eg vil ikki við hann stríðast,  

hann illgerningar kann." 

 

19 Sveinur fór, sum snarast var,  

við svørð og brynju tunga,  

síðan skundar hann ferðini  

aftur til Ásmund unga. 

 

20 Ásmundur so til orða tekur,  

maðurin er hann blíður: 

"Hvat segði hann Grímur,  

skuldi hann mót mær stríða?" 

 

21 "Hann bað teg brynja út fimmti kempur, 

bestu í títt land,  

hann vil ikki mót tær stríðast,  

tí tú illgerningar kann. 

 

22 Hann sigur, tú eigur móður ta,  

ein er verst í land,  

hon hevur manga raska kempu  

lagt for eiturgrand. 

 

23 Hon hevur manga raska kempu  

lagt for eiturgrand,  

hann vil ikki stríðast mót tær,  

tí tú illgerning kann." 

 

24 Grímur reið úr skógum út  

við so frítt eitt mót,  

allar sló hann fimmti kempur  

niður for sín fót. 

 

25 Ásmundur ríður á grønmu vølli,  

maðurin er hann fríður: 

"Hvat feilar tær, Grímur,  

hví vilt tú ikki mót mær stríða?" 

 

26 "Eg sigi, tú eigur móður ta,  

ein er verst í land,  

hon hevur manga raska kempu  

lagt for eiturgrand. 

 

27 Hon hevur manga raska kempu  

lagt for eiturgrand; 

eg vil ikki stríðast mót tær,  

tí tú illgerning kann." 

 

28 Ásmundur so til orða tekur  

við sínar gulmur gjarðar: 

"Eg havi vigið tann sterka Sniolv,  

felt hann niður til jarðar." 

 

29 Grímur tagdi langar stundir,  

tað við lítið veldi,  

tá ið hann hoyrdi orðini tey: 

Tann sterka Sniolv feldi. 

 

30 "Sniolvur var mín móðurbróðir,  

hans líki kann ikki finnast,  

tað var alt við illgerningar,  

tú mundi sigur vinna. 

 

31 Sniolvur var mín móðurbróðir,  

hans líka man ei kann sjá,  

tað var alt við illgerningar,  

tú mundi sigur fá. 

 

32 Eg biði teg brynja út fimmti kempur,  

bestu í títt land,  

eg vil ikki mót tær stríðast,  

tú illgerning kann." 

 

33 Tað var illi Ásmundur,  

heldur um gyltan brand,  

hann fór eftir Oddi sterka  

suður í Ísans land. 

 

34 Tað var illi Ásmundur  

heim í garðin fór,  

úti Oddur í Ísans landi  

fyri honum stóð. 

 

35 "Ver vælkomin, Ásmundur,  

higar nú til mín, 

drekk nú, hvat tær betri líkar,  

mjøðin ella vín!" 

 

36 "Lítið er mær um mjøðin tín,  

hálvu minni um vín,  

onnur havi eg ørindini  

higar í dag til tín. 

 

37 Tað býr ein kempa í skógnum burt, 

hann gevur mær ongar náðir, 

eg fái ikki dripið hann 

uttan við tínum ráði." 

 

38 "Mær skal fylgja Ívint,  

hann er so rask ein mann,  

hann er eingin í Ísans landi,  

yvirgongur hann. 

 

39 Mær skal fylgja Ívint,  

riddarin tann hin besti,  

hann er eingin í Ísans landi, 

við hann situr á hesti." 

 

40 Teir stigu á sínar hestarnar,  

ei var ferðin greið,  

Oddur hevði tríggjar brynjur á sær,  

tá hann á skógvin reið. 

 

41 "Ríð fram, Ívint, frændi mín, 

klúgv tað stálið stinna,  

mær tykir tað einki roysni vera  

hesa kempu at vinna!" 

 

42 Riðu saman á grønum vølli,  

hvørgin mundi bella,  

hoyrast mundi langan veg,  

sum svørð á brynjum gella. 

 

43 Riðu saman á grønum vølli,  

hvørgin vildi lúta,  

gongur so eldur av svørðum teirra,  

sum neistar av árni fúka. 

 

44 Høgga títt og loyva lítt,  

av dró barnagaman,  

eldur reyk av svørðunum,  

tá eggjar bóru saman. 

 

45 Grímur gav so stórt eitt høgg,  

frálíkur var hann monnum,  

klývur Ívint í Ísans landi  

svørðið stóð í tonnum. 

 

46 Ógvuligt var at líta á,  

tá Grímur royndi alva,  

klývur Ívint í Ísans landi  

búkin niður í nalva. 

 

47 Tað var ungi Grímur,  

sínum  svørði brá,  

klývur Ívint í Ísans landi  

sundur í lutir tvá. 

 

48 Klývur Ívint í Ísans landi  

sundur í lutir tvá,  

eg svørji tann eið á mína trú,  

á víðum vølli lá. 

 

49 Oddur ríður á grønum vølli,  

buksur niður til kníggja: 

"Man hetta vera slík avrekskempa,  

eingin torir at síggja?" 

 

50 Oddur spennir sín hest við spora,  

loypur so goyst á *heiði,  

so reið hann mót Grími unga  

fast av miklari vreiði. 

 

51 Riðu saman á grønum vølli,  

hvørgin vildi lúta,  

gongur so eldur av svørðum teirra,  

sum neistar av árni fúka. 

 

52 Riðu saman á grønum vølli,  

hvørgum mundi bella,  

hoyrast mundi langan veg,  

sum svørð á brynjum gella. 

 

53 Høgga títt og loyva lítt,  

av dró barnagaman,  

eldur reyk av svørðunum,  

tá eggjar bóru saman. 

 

54 Høgga títt og loyva lítt,  

hvørgum mundi bella,  

hoyrast mundi langan veg,  

sum svørð á brynjum gella. 

 

55 Grímur gav so vænt eitt høgg, 

so er greint fyri mær,  

klývur brynju av Oddi sterka,  

nú eru eftir tvær. 

 

56 Grímur ríður á grønum vølli,  

letur gott alvi kenna: 

"Hvørki tær ella Ásmundi 

man eg undan renna." 

 

57 Grímur ríður á grønum vølli,  

frá man frættast víða,  

so rennur sveiti um belti hans,  

sum elvir for fossi stríða. 

 

58 Grímur ríður á grønum vølli,  

letur gott alvi kenna,  

sveitti stakk á hvørjum hári,  

niður á beltið renna. 

 

59 Grímur gav so stórt eitt høgg,  

hann vá við eggjateini,  

klývur brynju av Oddi sterka,  

nú er eftir ein. 

 

60 Grímur gav so stórt eitt høgg,  

frálíkur var hann monnum,  

klývur Odd í Ísans landi,  

svørðið stóð í tonnum. 

 

61 Ógvuligt var at lýða á,  

tá Grímur royndi alvi,  

klývur Odd í Ísans landi  

búkin niður í nalva. 

 

62 Tað var ungi Grímur,  

sínum  svørði brá,  

klývur Odd í Ísans landi  

sundur í lutir tvá. 

 

63 Klývur Odd í Ísans landi  

sundur í lutir tvá,  

eg svørji tann eið á mína trú,  

á víðum vølli lá. 

 

64 Ásmundur so til orða tekur,  

maðurin er hann blíður: 

"Hvat feilar tær, Grímur,  

hví vilt tú ikki mót mær stríðast?" 

 

65 "Eg sigi, tú eigur móður ta,  

ein er verst í landi,  

hon hevur manga raska kempu  

lagt for eiturgrandi. 

 

66 Hon hevur manga raska kempu  

lagt for eiturgrand,  

eg vil ikki stríðast mót tær,  

tí tú illgerning kann. 

 

67 Far tú teg til hallar heim,  

kempur saman biðja,  

eg skal sita í skógini burt,  

mær leingist ei at bíða. 

 

68 Far tú teg til hallar heim,  

kempur saman søkja,  

eg skal sita á skógnum burt,  

eg skal ímóti møta." 

 

69 Ásmundur fór seg haðan burt,  

heldur um teknar brand,  

síðan skundar hann ferðini  

heim til Hildibrand. 

 

70 Silkieik vaknar á miðjari nátt,  

telur sín dreym so brátt: 

"Undarligt hevur fyri meg borið  

alla hesa nátt. 

 

71 Meg droymdi, tú reið á grønum vølli 

við tínar gulmur gjarðar,  

har kom Grímur, sonur tín,  

tú feldi hann niður til jarðar. 

 

72 Meg droymdi, tú reið á grønum vølli, 

bar so tunga trá,  

har kom Grímur, sonur tín,  

tú høgdi hans høvur frá." 

 

73 "Hoyr tú, mín hin veldiga søta,  

syrg har einki um,  

hann er eingin í verðini,  

tað søkir frá havsins grunn!" 

 

74 Tað var hin illi Ásmundur,  

heim í garðin fór,  

úti sjálvur Hildibrandur  

fyri honum stóð. 

 

75 Har kom ríðandi riddarin tann  

frá eitt annað land,  

ríkur maður so er nevndur 

við tann teknarbrand. 

 

76 Ríkur maður so er nevudur  

við sín teknarbrand,  

har kom ríðandi riddarin tann, 

ið honum bar svørð í hand 

 

77 "Ver vælkomin, Ásmundur,  

higar nú til mín, 

drekk nú, hvat tær betri líkar,  

mjøðin ella vín!" 

 

78 "Lítið er mær um mjøðin tín,  

hálvan minni um vín,  

onnur havi eg ørindini  

higar í dag til tín. 

 

79 Tað býr ein kempa í skóginum burt,  

hann gevur mær onga náði,  

eg fái ikki dripið hann  

uttan við tínum ráði." 

 

80 Hildibrand so til orða tekur,  

klæddur í brynjubjálva: 

"Hvat feilar tær, Ásmundur,  

hví stríðist tú ikki sjálvur?" 

 

81 "Hann sigur, eg eigi móður ta,  

ein er verst í landi, 

hon hevur manga raska kempu 

lagt for eiturgrandi. 

 

82 Hon hevur manga raska kempu  

lagt for eiturgrand,  

hann vil ikki stríðast mót mær,  

tí eg illgerning kann." 

 

83 "Tú ert komin at loyna tær  

av eitt annað land,  

læna mær títt góða svørð  

út av tín egin hond!" 

 

84 Ásmundur so til orða tekur,  

heldur um teknarbrand: 

"Tú skalt fáa mítt góða svørð  

út av mín egin hond." 

 

85 Grímur droymdi dreymin tann, 

í skógnum sum hann lá,  

har kom ríðandi riddarin tann, 

ið høgdi hans høvur frá. 

 

86 Teir stigu á sínar hestarnar 

við so fullgott mak,  

riðu so í skógvin burt, 

sum Grímur fyri sat. 

 

87 Ásmundur so til orða tekur,  

frá man frættast víða: 

"Nú havi eg fingið riddaran tann, 

ið mót tær torir stríða." 

 

88 "Tú hevur verið í ókunnigum londum, 

kempur saman kallað,  

ei er tað so undarligt,  

um eg man síðstur falla." 

 

89 Riðu saman á grønum vølli,  

hvørgin vildi lúta,  

gongur so eldur av svørðum teirra,  

sum neistar av árni fúka. 

 

90 Høgga títt og loyva lítt,  

av dró barnagaman,  

eldur reyk av svørðunum,  

tá eggjar bóru saman. 

 

91 Grímur gav so vænt eitt høgg,  

tað av góðum treysti,  

so sló hann til Hildibrand,  

hann svímaði av sínum  hesti. 

 

92 Hildibrand reiggjar svørð umkring,  

frálíkur øðrum monnum,  

klývur Grím, sonin sín,  

so svørðið stóð í tonnum. 

 

93 Ógvuligt var at lýða á,  

tá Hildibrand royndi alvi,  

klývur Grím, sonin sín,  

búkin niður í nalva 

 

94 Tað var reystur Hildibrandur  

sínum  svørði brá, 

klývur Grím sonin sín 

sundur í lutir tvá. 

 

95 Klývur Grím, sonin sín, 

sundur í lutir tvá, 

eg svørji tann eið á mína trú,  

á víðum vølli lá. 

 

96 Ásmundur situr á sínum  hesti,  

rósar teim amboðverki: 

"Tílíkan havi eg ongan sætt  

uttan Sniolv sterka! 

 

97 Manga havi eg kempu vegið,  

helst av øðrum londum,  

tílíkan havi eg ikki funnið  

fyri mínum hondum." 

 

98 Hildibrand so til orða tekur: 

"Nú er til navns at leita,  

sig mær satt og sanniliga,  

hvussu mundi kempan eita?" 

 

99 "Grím bað kempan kalla seg,  

man meg rætt um minna,  

Hildibrandur eitur faðir hans,  

og móðir er Silkieik svinna." 

 

100 "Tað er Grímur, sonur mín, 

eg havi á skógum vunnið,  

forbannaður verði búkur og bein,  

ið svørðið søkti frá grunni!" 

 

101 Hildibrand kastar svørðið frá sær,  

tað av tungum jamri,  

eg svørji tann eið við mína trú,  

kykur sprakk hann av harmi. 

 

102 Hildibrand kastar svørð frá sær,  

tann gylta brandin beyga,  

so lá hann á grønum vølli,  

sprakk eftir sonardeyða. 

 

103 Satt er tað, ið talað er, 

so er greint ífrá: 

eingin ger at forvitnast,  

hvat nornur leggja á. 

 

CCF 91-IX KI 

Einki TSB-nr. (= Hildardalsstríð) 

 

Handrit: Koltursbók. Føroyamálsdeildin Nr. 31, s. 32. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 85. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 20. bind, s. 96. 

 

Heimild: Úr Koltri: Thomas Samuel Peter Rasmussen (1822-1908), Koltri, 1848. 

 

E 36 Gríms táttur (Prophecy is fulfilled when man kills his own son)

Ásmundur bjóðar Grími av í bardaga, men Grímur sýtir, tí Ásmundur við svikum hevur dripið Sniálv, farbróður Gríms. Hann biður Ásmund senda boð eftir fimmti riddarum, og hann skal stríðast ímóti teimum í staðin fyri.

Grímur drepur allar riddararnar og sýtir framvegis at berjast við Ásmund. (Frábr.: B, I, K: Síðani sendir Ásmundur tveir riddarar afturat at berjast, og Grímur drepur teir við.) At enda lumpar Ásmundur Hildibrand at berjast við Grím. Hann lænir Hildibrandi svørð sítt til bardagan uttan at siga fyri honum, at svørðið av røttum er ogn Hildibrands, og at mótstøðumaðurin er sonur hansara.

Hildibrandur drepur Grím. Tá sigur Ásmundur fyri honum, hvør deyði maðurin var. Hildibrandi hevur verið spátt, at hann fer at drepa egna son sín við einum serligum svørði, sum hann helt liggja við havsins botn. Tá ið hann skilir, at spádómurin er gingin út, doyr hann av sorg.

á føroyskum: CCF 91 A: IV, B: VII, D Gríms táttur, I, K Gríms táttur (bert á føroyskum). Partur av ”Sniolvs kvæði”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019