• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sniolvs kvæði

 

H. 

 

Hildardalsstríð 

 

CCF 91H 

Einki TSB-nr. 

 

[Ørindini 1-36 vanta] 

 

37 Tað var Geyti Áslaksson,  

heim í garðin fór,  

sum hann Virgar Valintsson  

í gullborgini stóð. 

 

38 Svaraði Virgar Valintsson,  

sólin fagurt skín: 

”Hvat eru tíni ørindini  

higar í dag til mín!” 

 

39 Svaraði Geyti Áslaksson,  

heldur á brýndum knívi: 

”Uppi á landi kempa býr,  

og fingu vit hann av lívi!” 

 

40 Svaraði Virgar Valintsson,  

sólin brandar til líða: 

”Hvussu er kempan á navni nevnd,  

ið vit skulu móti stríða!” 

 

41 ”Grím læt kempan kalla seg,  

ið eg kundi ikki vinna,  

Hildibrand kalla tey faðir hans  

og móður Silkieik svinna!” 

 

42 Svaraði Virgar Valintsson,  

hann mælir við hjarta tungum: 

”Er tað Grímur Hildarson,  

ið ei er lættur vunnin!” 

 

43 Svaraði Virgar Valintsson, 

royndur í víkingsferð: 

”Tó skal eg ríða í skógvin fram  

og njósnast, hvussu fer!” 

 

44 Árla var um morgunin,  

sólin brandar í líðum,  

Geyti og Virgar Valintsson  

teir mundu á skógvin ríða. 

 

45 Virgar ríður í skógvin fram,  

hann hevur skjøld og svørð,  

hann visti, at Sjúrður Sigmundarson  

ein yvir allar ber. 

 

46 Tað var Virgar Valintsson,  

heim í garðin fór,  

úti Sjúrður Sigmundarson  

fyri honum stóð. 

 

47 ”Ver vælkomin, Virgar ungi,  

higar nú til mín, 

drekk nú, hvat tær betur fellur,  

mjøðin ella vín!” 

 

48 ”Lítið er mær um mjøðin tín,  

hvaðna minni um vín,  

onnur havi eg ørindini  

higar í dag til tín!” 

 

49 Svaraði Virgar Valintsson,  

ið heldur á brýndum knívi: 

”Tað er ein kappi uppi í lund,  

og fingu vit hann av lívi!” 

 

50 ”Tú hevur verið til hólmagangs,  

vigið mangt fullmenni sterkt,  

tó at tú hann av lívi tók,  

tað er einki roysnisverk!” 

 

51 ”Hoyr tað, Sjúrður Sigmundarson,  

eg sigi tær satt ífrá,  

annað manst tú fáa at finna,  

at royna tað roysni á!” 

 

52 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,  

hann læt síni orð so líða: 

”Hvussu nevnist kappin tann,  

ið vit skulu móti stríða!” 

 

53 ”Grím letur kappin rópa seg,  

ið nógv er fyri at vinna,  

Hildibrandur var faðir hans  

og móðir Silkieik svinna!” 

 

54 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,  

hann mælir á tungu inna: 

”Ei er Grímur Hildibrandsson  

tøkiligur at vinna!” 

 

55 Sjúrður hann klæddi sjálvan seg,  

hann fór í brynju tunga,  

allir ræðast Hildibrand,  

men eingin Grím hin unga. 

 

56 Sjúrður bindur hjálm á seg,  

Gestur stóð honum næst,  

onga tíð á ævini 

bant hann hann so fast. 

 

57 So riðu teir seg í Hildardal,  

væl kundu brandi stýra,  

eg svørji tann eið við mína trúgv,  

væl nevndir kappar fýra. 

 

58 Ríða sær snimma í Hildardal,  

hvør við sínum  merki: 

Sjúrður og snarpi Nornagestur,  

Geyti og Virgar sterki. 

 

59 Sjúrður talar til Virgar unga: 

”Nú man tað so vera,  

send fram harra Tírivant  

tey feigðarbrøv at bera!” 

 

60 ”Tá ið tú kemur í hallina inn,  

ver reiður og ikki blíður,  

sig, Virgar sendi Grími boð 

í Hildardal at stríða!” 

 

61 Sveinur fór sum skjótast var,  

goymdi væl á orði,  

hann kom innan høgaloft, 

ið Grímur sat yvir borði. 

 

62 ”Sit væl, Grímur, kappin sterki,  

frá man frættast víða,  

Virgar ríður í Hildardal,  

hann bjóðar út at stríða!” 

 

63 Grímur stóð fyri breiða borði,  

heldur um dragið svørð: 

”Eg tekki væl harra Tírivant,  

tann avrekstræll, ið er!” 

 

64 Tírivant sínum  svørði brá,  

vildi ei megi loyna,  

ætlaði Grími banasár  

og odd í hjálma royna. 

 

65 Grímur loftaði høgginum,  

tað hevði onga neyð,  

Tírivant á gólvið legði,  

brotnaðu rivini sjey. 

 

66 ”Ríð tær aftur í Hildardal,  

frá man frættast víða, 

í morgin, áðrenn sólin rennur,  

eg skal ímót honum stíga!” 

 

67 Grímur krevur sín njósnarasvein,  

klæðir hann væl í skrúð: 

”Eg havi tað so leingi roynt,  

at mær ert trúgvur tú. 

 

68 Hoyr tað, tú mín lítin svein,  

tú ver til ferðar snar,  

bið hann Hildibrand, faðir mín, 

koma í stríð við mær!” 

 

69 Sveinur fór sum skjótast var,  

líkasum fuglur við ský,  

so skundaði hann til ferðirnar,  

hann kom í Brandarbý. 

 

70 So kom hann sær í Brandarbý,  

tað var honum eingin treyt,  

hann kom sær í hallina inn,  

og borgir upp hann breyt. 

 

71 ”Sit væl, ungi Hildibrandur,  

eg beri tær boð til handa,  

nú er Grímur, sonur tín,  

staddur í stórum vanda! 

 

72 Sit væl, ungi Hildibrandur,  

far í brynju ný,  

Grímur biður sjálvan teg  

koma við sær í stríð!” 

 

73 Hildibrandur leyp á gangara sín  

og klæddur í brynju blá,  

møtti sínum  unga soni  

í góðar fuggir tvá. 

 

74 Møttust teir í skógvinum burtur,  

teir kundu væl brynju bera,  

síðan løgdu teir ráðini,  

hvussu teir skuldu gera. 

 

75 ”Tú skalt ríða mót Virgari  

og so ímót hans heri,  

síðan eftir mót Geyta í Lofti  

og geva honum sár av svørði. 

 

76 Sjálvur skal eg mót Sjúrði ríða  

og øllum hansara liði,  

honum fylgir Nornagestur,  

merkismaður við!” 

 

77 Riðu teir sær í Hildardal,  

hvar stríðið skuldi standa,  

svørji tann eið á mína trúgv,  

at roðin dregur á brandar. 

 

78 Møttust teir í Hildardali,  

roðin dregur í ský,  

Grímur og Virgar Valintsson  

møttust teir í stríð. 

 

79 Riðu saman á grønum vølli,  

hvørgin mundi bella,  

hoyrast mundi langan veg  

svørð og brynjur gella. 

 

80 Teir høgga títt, teir líva lítt,  

við so nýtum orðum,  

hoyrast mundi langan veg,  

svørðini sungu á borðum. 

 

81 Teir høgga títt, teir líva lítt,  

blóð sprakk undan fingri,  

alt var Grímur frægari, 

við sínum  høggum tyngri. 

 

82 Grímur brá sínum  bitra brandi,  

vildi ei megi loyna,  

ætlaði Virgari banasár  

og odd í hjálma royna. 

 

83 Hann brá sínum  bitra brandi  

yvir leysar lundir,  

høggið kom á rúnarklett,  

hann brast í fýra sundur. 

 

84 Høggið kom á rúnarklett,  

øllum tykist undur,  

rossið undan Geyta í Lofti  

hann hjó í lendum sundur. 

 

85 Tað var Grímur Hildarson,  

gott mundi alvi kenna,  

Geyti og Virgar Valintsson  

teir mundu frá honum renna. 

 

86 So rann blóð í Hildardal  

á grønum vølli víða,  

Sjúrður og frægi Hildibrandur  

nú komu teir at stríða. 

 

87 Riðu saman á grønum vølli,  

av bar barnagaman,  

ógvuligt var at líta á,  

tá fornir brustu saman. 

 

88 Ógvuligt var at líta á,  

tá fornir saman brustu,  

so fóru teir á jørðina niður,  

hvør frá sínum  hesti. 

 

89 Tað var stríð í Hildardali,  

blóð á svørðum hongur,  

Sjúrður og frægi Hildibrandur  

hvør mót øðrum gongur. 

 

90 Tað var stríð í Hildardali,  

blóð á svørðum hekk,  

Sjúrður og frægi Hildibrandur  

hvør mót øðrum gekk. 

 

91 Ógvuligt var at líta á,  

fornur maður feldi,  

hoyrast mundi langa leið,  

hvat svørð á brynju geldi. 

 

92 Sjúrður gav so vænt eitt høgg,  

øllum tykist undur,  

hann kleyv brynju av Hildibrandi,  

reimar og ringin sundur. 

 

93 Nornagestur til orða tekur,  

letur ei reiði renna: 

”Nú skal taka Hildibrand,  

hans búk á báli brenna!” 

 

94 Hildibrandur svørði brá,  

vildi ei megi loyna,  

ætlaði Gesti banasár  

og odd í hjálma royna. 

 

95 Gestur skyndar og førkar sær,  

hann rossini vendi til heiða,  

Sjúrður undir høggið kom,  

tá skrædnaði brynjan breiða. 

 

96 Ógvuligt var at líta á,  

fornir leikin troystu,  

Sjúrður undir høggið kom,  

rivnaði stál fyri brósti. 

 

97 Hildibrandur brá sínum bitra brandi  

bæði av ilsku og bræði,  

Sjúrður undir høggið kom,  

hann støkti buðlungs klæði. 

 

98 Hildibrandur brá sínum  [bitra] brandi, 

vildi ei megi loyna,  

ætlaði Sjúrði banasár  

og odd í hjálma royna. 

 

99 Ætlaði at klúgva Sjúrð hin unga  

av um miðju sundur,  

høggið kom á dvørgarheyg,  

rivnaði grót og grundir. 

 

100 Dvørgurin á vølli stóð,  

heygurin var brotin: 

”Hetta havi eg, Hildibrandur,  

av tínum hóttri notið!” 

 

101 Tað var ungi Hildibrandur,  

menskastur ein av dreingjum,  

buktaði dvørg í heygin inn,  

sum hann hevði ligið leingi. 

 

102 At bogna tók tann gylti brandur,  

klingaði yvir tí,  

tað sang so høgt í himin upp,  

ið dreingir lótu lív. 

 

103 Sjúrður og snarpi Nornagestur  

lótu úr stríði venda, 

hetta var tað síðsta stríð, 

ið Hildibrandur førdi til enda. 

 

104 Hetta var tað síðsta stríðið,  

satt at siga frá,  

inntil tá á grønum vølli  

hann sín sonin vá. 

 

105 Grímur ríður til hallar heim  

Ingibjørg gull at føra,  

so leingi hon hann við eygum sá,  

hon hevði hann so kæran. 

 

106 Hildibrandur vinning fekk,  

sigraði í stríði,  

tað var Virgar Valintsson,  

á gullborgir hann ríður.  

 

107 Virgar ríður á gullborgir 

við gull og vovin tong, 

síðan ritar hann brøvini  

eystur yvir lond. 

 

108 Brøvini tey ritar hann  

eystur yvir lond,  

sendi tey so langan veg  

frægum kempum í hond. 

 

109 Ásmundur ber tey brøv so brátt  

av so tungum stríði,  

hann skuldi ríða upp á land  

og taka Grím av lívi. 

 

110 Ásmundur sigldi av suðurlondum  

eina morgunstund,  

legði so í havið út 

inn fyri vestan lund. 

 

111 Legði hann inn fyri vestan lund,  

má meg rætt um minna,  

so lá hann í 'senting-ár',  

hann kundi hann ei vinna. 

 

CCF 91Fb 

Einki TSB-nr. 

 

Handrit: Landsbókasafn Íslands, Reykjavík. 1458 4to, Nr.  II. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 72. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 20. bind, s. 61. 

 

Heimild: Úr Eysturoy: Alexander Weyhe (1825-1870), Søldarfjørður. 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019