• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Geipa táttur

 

C.

 

CCF 106-IV C

TSB E 1

 

1 Eg kann ongar skemtir gera,

meðni eg gangi í dans,

kvøði um keisaran Karlamagnus,

tólvjavningar hans.

 

Ríða teir út av Fraklandi

við dýrum og rósinsaðil,

blás í hornið Óluvant

í Runsival!

 

2 Eg kann ongar skemtir gera,

meðan eg gangi í rími,

kvøði um keisaran Karlamagnus,

tólvjavningar sínar.

 

3 Eg kann ongar skemtir gera,

meðan eg gangi um gólv,

kvøði um keisaran Karlamagnus

hans javningar tólv.

 

4 Beltið breitt og búgvið væl,

sett við rósur og liljur,

tað kom ikki um hans bak,

uttan hann reið í gildi.

 

5 Beltið breitt og búgvið væl,

sett við rósur og krans,

tað kom ikki um hans bak,

uttan hann reið í dans.

 

6 Beltið breitt og búgvið væl,

sett við dýrar steinar,

tað kom ikki um hans bak,

uttan jóladagin eina.

 

7 Keisarin situr í hásæti,

talar til sínar menn:

“Vitið tær nakran í heiminum.

at vera mín ovurmann?”

 

8 Keisarin situr í hásæti,

talar til sínar dreingir:

“Vitið tær nakran mín ovurmann,

sum eg havi hugsað leingi?”

 

9 Allir droyptu høvdi niður,

eingin tordi at tala,

uttan hansara dýra drotning,

betur hon hevði tagað.

 

10 Svaraði hansara dýra drotning,

stóð klædd í hvíta lín:

“Keisarin á Miklagarði

er yvirmaður tín.”

 

11 Svaraði keisarin Karlamagnus,

letur á reiði renna:

“Er hann ikki [mín] ovurmaður,

tú skalt á báli brenna.”

 

12 “Hoyr tú, keisarin, harri mín,

lat tær ongum muna,

mongum hevur ovtalað verið,

eg eri tín egin kona!”

 

13 “Vær viljum ei við skipum fara,

brøtt er vetrarbylgja,

Turpin og hann Rólant jall,

og Ólivar skal mær fylgja.

 

14 Viljormur av Eingilborg,

eg kenni tann garpin reysta,

annan nevni eg Olgar danski

og triðja Ríkan reysta.

 

15 Sól skein fagurt á heiði bjørg,

á teirra skjøldir fríðar,

so var sagt, at Rólant jall

fyrstur skuldi ríða.

 

16 So var sagt, at Rólant jall

skuldi fyri ríða,

honum var kunnigt lokabrøgd

og allar loynistígar.

 

17 Tá ið teir [komu] mitt á veg,

teir hoyrdu klokkur ringja,

tað var Turpin erkabisp,

messu læt hann syngia.

 

18 Tað var Turpin erkabisp,

messu læt hann syngja,

gingu so í kirkjuna inn,

sum klokkur mundu ringja.

 

19 Tað var keisarin Karlamagnus,

hann gekk í kirkjuna inn,

sjálvar ringdust klokkurnar,

tað tendraðust ljósini fimm.

 

20 Tað var keisarin Karlamagnus,

hann gekk um kirkjugátt,

sjálvar ringdust klokkurnar,

tað tendraðust ljósini átta.

 

21 Tað var keisarin Karlamagnus,

gekk um kirkjugólv,

sjálvar ringdust klokkurnar,

tað tendraðust ljósini tólv.

 

22 Sjálvar ringdu klokkurnar,

tað tendraðust ljósini tólv,

maður og Maria stóð for altari

og sjálv tendraðu ljós.

 

23 Trettan vóru stólarnir,

hvørjumegin við kór,

keisarin gekk í ein av teim

og hans javningar tólv.

 

24 Keisarin gekk í stólin tann,

sum sjálvur Jesus átti,

síðan allir tólvjavningar,

væl sótu teir um sátti[r].

 

25 Heidningur frá kirkju reið,

og segði patriarkinum frá:

“Nú er komin av himmiríki

einivalds harri í ár.”

 

26 Heidningur frá kirkju fór,

ei var ferðin greið,

møtir hann Páll og patriark

tríggjar dagar á leið.

 

27 Patriark til kirkju fór,

ei var ferðin fljót,

hann hevði ongan svein við sær,

hann sang av altarbók.

 

28 Tað var Pól patriark,

so tók hann uppá:

“Hetta er ikki einavalds harri

tað kann eg væl sjá.”

 

29 “Hoyr tú, Pól patriark,

lat tær tað líka!

Hetta er keisarin Karlamagnus,

er komin frá Frankaríki.”

 

30 Svaraði keisarin Karlamagnus,

bæði [við] siði og sóma:

“Til tess eri eg higar komin,

at skoða teir heiligdómar.”

 

31 “Nógvir eru heiligdómir,

satt at siga frá,

av henni mildu Mariu moy,

og táttur av hennara hári.”

 

32 Hann bar honum fram gullbikarið,

bæði var vítt og stórt,

sjálvur Jesus drakk harav,

tá ið hann til himmals fór.

 

33 Hann bar honum fram mundleyg tann,

sum bæði var víður og stór,

sjálvur Jesus knýtti tarav,

tá ið hann til himmals fór.

 

34 Hann bar honum handklæði tað,

sum alt var í gulli rent,

sjálvur Jesus av himmiríki

turkaði sínar hendur.

 

35 “Hoyr tú, Pól patriark,

tú ert vinur vár,

eg fari mær í Garðaríki

í hetta sama ár.”

 

36 “Hoyr tú, keisar Karlamagnus,

tú ert vinur mín,

eg fari mær í Garðaríki,

til at fylgja tín.

 

37 Hoyr tú, keisar Karlamagnus,

tú ert vinur mín,

far tær ikki í Garðaríki

at tola nakra pínu!

 

38 Tú kemur at tí portrinum,

sum búgvið er við vanda,

tólv eru teir úlvhundar,

í miðjum portri standa.

 

39 Tólv eru teir úlvhundar,

vilja at tær leggja,

enntá mást tú vísa teim

ta snørpu svørðsegg.

 

40 Tólv eru teir úlvhundar

vel sum at tær síggja,

ikki mást tú, Karlamagnus,

undan teimum flýggja.

 

41 Tú kemur at tí portrinum,

ei er búgvið við frið,

fýra standa hvítabjørnir

við keisarans borgarlið.

 

42 Fýra eru tær hvítabjørnir,

sum vilja at tær leggja,

enntá mást tú vísa teim

tá snørpu svørðsegg.

 

43 Tú kemur at tí grasgarði,

tað sigi eg tær satt,

trý hundrað riddarar

teir troða har ein dans.

 

44 Trý hundrað riddarar

teir tykjast nakað verdir,

slíta ikki onnur klæði

enn gull og vovnar perlur.

 

45 Tá ið tú kemur í borgina inn,

tá ber ein yvir allar,

keisarin situr á gullheygginum

við knektum sínum og jallum.”

 

46 Hann fylgdi honum so langt á veg,

til gøturnar munnu at skilja,

síðan vendi hann aftur á veg:

“Tað geri eg á mínum vilja.”

 

47 Hann fylgdi honum so langt á veg,

hann bað honum góðan dag:

“Far bæði heilur og happasælur,

og alt gangi tær væl.

 

48 Far bæði heilur og happasælur,

nú skiljast vit á sinni,

tonk so væl pá hesi orð,

tú legg tey væl í minni!

 

49 Tú tonk so væl pá hesi orð,

sum eg skal fyri tær tína,

nú má eg venda aftur á veg,

tað geri eg á vilja mínum.”

 

50 Síðan vendi hann aftur á veg:

“Tað geri eg av vilja mínum.”

Keisarin heldur fram sína ferð,

við tólvjavningum sínum.

 

51 Hann kom at tí portrinum,

sum búgvið var við vanda,

tólv vóru teir úlvhundar,

í miðjum portri standa.

 

52 Tólv vóru teir úlvhundar,

sum vildu at honum leggja,

enntá mátti hann vísa teim

ta snørpu svørðsegg.

 

53 Tólv vóru teir úlvhundar,

tó teir kundu ikki tala,

tá ið teir keisarans eygun sóu,

teir fullu niður í dvala.

 

54 Hann kom at tí borgarliði,

ei var búgvið við friði,

fýra stóðu hvítabjørnir

við keisarans borgarliði.

 

55 Fýra vóru tær hvítabjørnir,

sum vildu at honum leggja,

enntá mátti hann vísa teim

ta snørpu svørðsegg.

 

56 Fýra vóru tær hvítabjørnir,

tó tær kundu ikki tala,

tá ið tær keisarans eygun sóu,

tá fullu tær niður í dvala.

 

57 Hann kom at tí grasgarði,

tað segði honum hann satt,

trý hundrað riddarar

teir troddu har ein dans.

 

58 Trý hundrað riddarar,

teir tóktust nakað verdir,

slitu ikki onnur klæði

enn gull og vovnar perlur.

 

59 Trý hundrað riddarar

teir troddu har ein dans,

ein so skjøn jomfrú

ímillum hvønn hans.

 

60 Knekt ímillum hvørjar teir

so halda teir í hond,

ein skjøn jomfrú

við hvørja teirra hond.

 

61 Tá ið hann kom í hallina inn,

tá bar ein yvir allar,

keisarin situr á gullheyginum

við knektum sínum og jallum.

 

62 Borgin stendur pá hundrað pílar,

eg sigi so frá eg kann,

gullskrúð stóð í hvørji vrá,

kvikur á hvælum ráð.

 

63 Borgin stendur pá hundrað pílar,

eg sigi so frá eg kundi,

gullskrúð stóð í hvørji vrá

horn av teirra munni.

 

64 Borgin tók at mala umkring,

tað mundi keisarin valda,

upp lupu teir frankismenn,

hvør um annan at halda.

 

65 Borgin tók at mala umkring

fast av miklum móði,

so vóru villir frankismenn,

ei støðaðust teir á gólvi.

 

66 Keisarin tók ein gullbólt upp,

kastaði á grønan vøll,

stillaðist tá borgin,

tað undraðist teimum øllum.

 

67 Kongurin letur steinbogan gera

fast av huga full,

innan var hann við hvíta silvur,

uttan við reyðargull.

 

68 Tað var keisar Karlamagnus,

hann gekk í glæstrihús,

steinbogin á gólvi stóð,

og maður við kertiljós.

 

69 Fuglar tveir í brósti sótu,

teir kundu við tungum tala,

tá ið teir keisarans eygun sóu,

teir fullu niður í dvala.

 

70 Keisarin setst í hásæti

og talar til sínar dreingir:

“Hvat skulum vær til skemtir hava,

sum gitið má verða leingi?”

 

71 Svaraði ein av sveinunum,

tað var Rólant jall:

“Tú skalt gera tína treyt,

tí tú ert yvir os øllum.”

 

72 “Eg skal gera mína treyt,

tað skal eingin gita,

eta skal krás av keisarans fati,

eingin skal fáa at vita.

 

73 Eta skal krás av keisarans fat,

er mær eingin hól,

stoyta hann úr hásæti

fram á hallargólv.”

 

74 Skrivaði maður í steinboga,

tann fagurliga knekt:

“Eg haldi so miklar mentir vera,

keisarin háðuligt.”

 

75 “Hoyr tú, reystur Rólant jall,

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hetta land

til mentir kjósa tær?”

 

76 “Eg skal taka mín hvølla lúður,

er mær eingin vandi,

blása skal hár av keisarans høvdi,

bert skal eftir standa.”

 

77 Skrivaði maður í steinboga,

tann fagurliga knekt:

“Eg haldi so miklar mentir vera,

keisaran háðuligt.”

 

78 “Hoyr tú, Turpin erkabisp,

siga skalt tú mær,

Hvat vilt tú í hetta land

til mentir kjósa tær?”

 

79 “Eg skal mær í dalin fram,

veita fossin langa,

keisarin skal í hægsta torn

við sínum knektum ganga.”

 

80 Skrivaði maður í steinboga,

tann fagurliga knekt:

“Eg haldi so miklar mentir vera,

keisaran háðuligt.”

 

81 “Hoyr tú, Olgar danski,

siga skalt tú mær:

“Hvat vilt tú í hetta land

til mentir kjósa tær?”

 

82 “Eg skal mær í brynjur tvær,

sum gjørdar eru av stáli,

tá ið eg taki rista meg,

tær falla sum brent strá.”

 

83 Skrivaði maður í steinboga,

tann fagurliga knekt:

“Eg haldi so miklar mentir vera

keisaran háðuligt.”

 

84 “Hoyr tú, reysti Ólivar jall,

siga skalt tú mær,

Hvat vilt tú í hetta land

til mentir kjósa tær?”

 

85 “Eg skal mær í moyggjasal,

fari ei við hátt,

eg skal har mín vilja fremja

hundrað gangir á nátt.”

 

86 Skrivaði maður í steinboga,

tann fagurliga knekt:

“Tað kanst tú slætt ikki gera,

uttan tú ert av spurraslekt.”

 

87 “Hoyr tú, hertug Nemus,

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hetta land

til mentir kjósa tær?

 

88 “Eg skal mær í blýkarið,

tá ið tað tekur at falla,

síðan glaður til hallar heim,

tá ið dagurin tekur at halla.”

 

89 Skrivaði maður í steinboga,

tann fagurliga knekt:

“Eg haldi so miklar mentir vera

keisaran háðuligt.”

 

90 “Hoyr tú, Viljomur ungi,

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hetta land

til mentir kjósa tær?”

 

91 “Eg skal taka mín gullbólt upp,

sum tretivu menn ikki lyfta,

við aðrari míni hendini

tað skal eg hann upp syfta.

 

92 Síðan skal eg varpa hann

og *snúgviliga venda,

átjan fet av múrinum bróta

og hol pá báðar endar.

 

93 Skrivaði maður í steinboga,

tann fagurliga knekt:

“Eg haldi so miklar mentir vera

keisaran háðuligt.”

 

94 “Nú hava vær um treytir vunnið,

leingi man verða gitið,

givið vildi eg fyri hálvt mítt ríki,

at kongurin fekk ikki at vita.”

 

95 Svaraði Turpin erkabisp,

bæði av tukt og tí sinni:

“Ofta hava tríggir verið,

tá ið tveir hava tykt at verið inni.”

 

96 “Nú hava vær um treytir vunnið,

sum leingi má lova.”

Tað er mær av sonnum sagt,

at frankismenn vildu sova.

 

97 Átta vóru seingirnar,

tað vil eg fyri tygur greina,

har var eingin fyri 'skori',

uttan silvur 'hedle' reina.

 

98 Árla var um morgunin,

dagurin var ljús,

tá var maður í steinboga

inn fyri kongin fús.

 

99 Spretti bræv frá bringu síni,

ei var við at forða,

har stóð mangt uppá skrivað,

fátt av nýtum orðum.

 

100 Til svaraði kongurin,

letur á reiði renna:

“Keisarin og hans javningar tólv

skulu á báli brenna.”

 

101 Tað var hansara dýra drotning,

rópar alvæl hátt:

“Statt upp, keisarin Karlamagnus,

og klæð teg í væl brátt!

 

102 Statt upp, keisarin Karlamagnus,

klæð teg í væl brátt,

teinkið á tey orðini,

ið tær hava havt í nátt!

 

103 Statt upp, keisarin Karlamagnus,

tær klæðið tygum snart,

teinkið á tey orðini,

tær her hava brúkt í nátt!”

 

104 Snarliga klæddi keisarin seg,

seg og sínar menn,

so fór hann til kirkjuna,

hvør reið um annan.

 

105 Tað var keisarin Karlamagnus,

hann reið við kirkjuni fram,

dúva kom av himmiríki

og settist á hans arm.

 

106 Dúva kom av himmiríki

og settist á hans hand:

“Tær skuluð treytir vinna,

tær og tygara menn.

 

107 Tær skuluð allar treytir vinna,

um tær nú vóru fleiri,

hoyr tað, keisar Karlamagnus,

geipa ei so meira!

 

108 Hoyr tað, keisar Karlamagnus,

geipa ei so meira,

snakka so mikið um aftanin,

um morgunin vil ikki hoyra!”

 

109 “Drykkjumannaorð er dreymalíkt,

so skuluð tær gita,

sum vær mundu geipa mangt

í høgalofti at sita.”

 

110 Keisarin gjørdi sína treyt,

tað mundi eingin gita,

hann át krás av keisarans fati,

eingin fekk av at vita.

 

111 Hann át krás av keisarans fati,

varð honum einki hól,

stoytti hann úr hásætinum

fram á hallargólv.

 

112 Rólant tók sín hvølla lúður,

var honum eingin vanda,

hann blæs hár av keisarans høvdi,

bert mundi eftir standa.

 

113 Turpin fór í dalin fram

og veitti fossin langa,

keisarin mátti í hægsta torn

við sínum knektum ganga.

 

114 Turpin veitti elvin tann

heim í Garðaríki,

stórar áir og stríðar steymar,

alt sum fen á díki.

 

115 Olgar [fór] í brynjur tvær,

sum gjørdar vóru av stáli,

tá ið hann tók at rista seg,

tær fullu sum brent strá.

 

116 Ólivar fór í moyggjasal,

hann fór ei við tí hátt,

har mundi hann sín vilja fremja

hundrað gangir á nátt.

 

117 Nemus fór í blýkarið,

tá ið tað tók at falla,

síðan glaður til hallar heim,

tá ið dagurin tók at halla.

 

118 Viljormur tók ein gullbólt upp,

som tretivu menn ikki lyfta,

við aðrari síni hendini

tað mundi hann upp syfta.

 

119 Og síðan mundi hann varpa hann,

*snúgviliga venda,

átjan fet av múrinum bróta

hol pá báðar endar.

 

120 Nú er leingi kvøðið,

nú er um at venda,

hetta kalla vær Geipatátt,

sum nú er komið til enda.

 

Ríða teir út av Fraklandi

við dýrum og rósinsaðil,

blás í hornið Óluvant

í Runsival!

 

CCF 106-IV C

TSB E 1

 

Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 9, s. 53.

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 31

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 24. bind, s. 89.

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík, fyri 1854.

 

E 1 Geipa táttur – (Boasting champions prove their championship)

Karlamagnus reypar av, at eingin er hansara líki. Drotningin svarar, at keisarin í Miklagarði er yvirmaður hansara. Hóast ávaringar fara Karlamagnus og menn hansara til Miklagarðs. Tá ið teir eru komnir vegin fram, lova teir allir at gera ávís roysni. Teimum eydnast at halda lyftini.

á føroyskum: CCF 106 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019