Skip to main content

Orð og hugtøk

autocad civil price free bmw autocad symbols cheap autodesk autocad 2010 downloads corel video studio pro x2 autodesk intentHer vóru kanska orð og hugtøk, sum tú ikki hevur sæð fyrr og tí ikki kennir,  Fyri at tú skalt kunna skilja tað, sum vit her fara at arbeiða við, er umráðandi, at tú setur teg inn í, hvat hesi merkja:

Burðardygg menning: Menning er burðardygg, tá ið hon viðførir betri liviumstøður fyri øll, uttan at brúka av tilfeinginum hjá framtíðar ættarliðum. Menning er IKKI burðardygg, tá ið alt tilfeingið verður tikið og nýtt og einki er eftir til framtíðar ættarlið.

Tilfeingi: tilfar el. ríkidømi, ið er til taks, annað í náttúruni)

Sameindu tjóðir (ST) - United Nations (UN):

ST varð stovnað í 1945 og endamálið var at skapa frið og tryggleika í heiminum, at hjálpa til at loysa trupulleikar, sum ávirka okkum øll, at virka fyri at mannarættindi hjá øllum fólkum – eisini hjá børnum og ungum verða við og at stuðla londum at arbeiða saman móti hesum endamáli. Meira um ST

Leikfólk: fólk, sum fáast við eitt evni uttan at hava servitan um tað. Leikfólk eru við av áhuga.

Mál: Yvirskipaða úrslitið, sum vit vilja røkka við teimum átøkum, vit fara undir. Vit seta mál fyri at kunna máta, um vit koma fram á.

Rættlæti (Equity): Rættlæti merkir at virða og virðismeta munir og harvið loyva øðrum at hava somu møguleikar at tryggja teirra rættindi. Rættlæti er lykilin hjá heiminum til at gerast eitt betri stað.

Politisk tilrættaleggjan (Policy): Tilrættaleggingar sum verða gjørdar fyri at gjøgnumføra politiskar ætlanir m.a. at loysa trupulleikar

Kyn: Tað, sum allýsir okkara einstaklingaeyðkenni, samleika og náttúru sum kvinna og maður

Fátækradømi: Tá ið grundleggjandi tørvir ikki eru nóg væl nøktaðir viðvíkjandi – m.a. atkomu til mat, heilsustøðu og útbúgving

Almenn luttøka: Tað er okkara rættur vera uppi í, tá ið avgerðir verða tiknar. Vit skulu vera hoyrd, hava møguleika at siga okkara hugsan og hvør einstakur skal kenna seg at hava fullan rætt at vera partur av avgerðartilgongdini. At luttaka merkir, at gera nakað her og nú.  

Mannarættindi: Rættindi, sum hvørt einstakt menniskja hevur bara við at vera til og sum eru grundað á tvey kjarnuvirði: javnrættindi og menniskjaliga virðing. Les meira her

Land (State): Eitt land er eitt neyvt allýst landaøki við íbúgvum, stjórn og lógum at stýra einstaklingum, felagskapum, vinnulívi, stovnum og politiskum ætlanum

Heimsbankin: altjóða fíggjarstovnur undir ST, sum veitir lán til heimsins lond at figgja verkætlanir. Les meira her

Les meira um heimsmálini á hesum leinkjum:

Undirvísingargongdir til einstøku heimsmálini


Ein undirvísingargongd er gjørd til hvørt heimsmál. Trýst á ímyndinar fyri at síggja undirvísingargongdinar til ávísu heimsmálini.