IntoWords
Forritið IntoWords er tøkt at nýta á føroyskum, og tað er Nám, sum umsitur forritið.
Forritið kann samanberast við CD-orð, sum lesiveik í nógv ár hava nýtt sum hjálparamboð til at lesa og skriva. Fyrimunurin við IntoWords er, at tað riggar á flest øllum eindum. Tað kann leggjast á telduna sum eitt forrit, kann nýtast sum ískoytisforrit á kagum (browsarum) og finst eisini sum ein app til telefonir.
Eru spurningar um forritið ber til at venda sær til kt-ráðgevarnar á Námi: Tlf. 665161 og teldupostur: kt@nam.fo