Karyatida
Karyatida
Frá hugskoti til list
Vit arbeiða við standmyndini "Karyatida" hjá Guðrið Poulsen.
Endamál
- At læra næmingarnar um listarliga arbeiðsgongd frá hugskoti til liðugt verk.
- At menna næmingarnar í at skapa og dokumentera egin listaverk.
- At geva næmingunum innlit í týdningin av minnismerkjum og symbolikki í list.
Evni
Vit arbeiða við standmyndini "Karyatida" hjá Guðrið Poulsen. "Karyatida", ið er staðsett í Miðstaðarlundini í Fuglafirði, er eitt minnismerki til heiðurs fyri kvinnur, sum doyðu í barsilssong. Standmyndin er ein súla, sum symboliserar styrki og minnir okkum á kvinnurnar, sum lótu lív fyri at geva lív. Standmyndin er umleið 5 metrar høg og vigar umleið 1,5 tons. Hon er gjørd úr leiri og stendur á einum fundamenti av granitti.
Arbeiðsgongd
1. Innleiðsla
- Vís filmin um arbeiðsgongdina hjá Guðrið Poulsen, har hon lýsir, hvussu "Karyatida" bleiv til frá hugskoti til liðugt úrslit.
- Diskutera við næmingarnar, hvat tey lærdu av filminum, og hvørji temu og symbolikki standmyndin hevur.
2. Hugskotsmenning
- Bið næmingarnar um at hugsa um eitt tema ella ein persón, sum tey vilja heiðra við eini standmynd.
- Lat næmingarnar gera skitsur og skriva stuttar lýsingar av sínum hugskotum.
3. Skapandi arbeiði
- Gev næmingunum leir ella annað hóskandi tilfar til at skapa sínar egnu standmyndir.
- Vegleið næmingarnar í at arbeiða við formum, teksturi og detaljum.
4. Dokumentatión
- Bið næmingarnar um at taka myndir og skriva dagbók um sínar arbeiðsgongdir.
- Lat næmingarnar gera ein stuttan film ella eina framsýning, sum vísir teirra arbeiðsgongdir frá hugskoti til liðugt verk.
5. Framsýning
- Skipa fyri eini framsýning, har næmingarnar vísa sínar standmyndir og dokumentatión.
- Bjóða foreldrum og øðrum áhugaðum at koma og síggja framsýningina.
Yrkingar í Karyatida
Í stuttfilminum hoyra vit Guðrið Poulsen lesa nakrar yrkingar upp. Yrkingar kunnu vera ein fantastiskur máti at skapa lesigleði og styrkja hugin at lesa føroyskar bókmentir. Guðrið hevur eisini útgivið eitt yrkingasavn við heitinum "Ein bein linja ein bogin", sum er ein samanseting av yrkingum og myndum. Nám hevur flokssett av savninum "Ein bein linja ein bogin", sum lærarar kunnu læna í bókasavnsskipanini MitCFU.
Løk
Minnir um nýstrokin løk Vakurt samanløgd í skápinum Í skipaðum løgum Hvítir angandi dungar Tyngdin av skipaðum hvítum løkum sum liggja still og ruddilig Á ovastu hill í skápinum - Blund ímillum løgini Blind suff - Blóðug løk Broyskin segl sum standa á tambi í vindinum Brúðarløk Flættaðar rímingarleiðir Reivverur í rúkandi toftum Tey søltu tár turkað burtur við snippinum Umvavdir limir í fatli - Løk á blik Gessig løk Krøkt saman í knútar - Steinkuldin Líkverjan
Jørð og eldur
vatn jørð luft eldur keramikk gerandis alkymi at byrja frá botni av leirurin nýtt grýti mótstøða trekleiki mýkja duka fet fyri fet fýra tons av leiri sveittabrot handverk dagsverk eitt hitastig um minuttin eldurin brennir dagurin upprennur leirurin nýtt grýti
Her eru nøkur hugskot til, hvussu tú kanst brúka yrkingarnar hjá Guðrið Poulsen í undirvísingini:
- Lesing og kjak:
- Les yrkingarnar upp fyri næmingunum og lat tey kjakast um, hvat tey merkja fyri tey.
- Skriva egnar yrkingar:
- Bið næmingarnar um at skriva egnar yrkingar við íblástri frá Guðrið Poulsen.
- Kreativ verkætlan:
- Lat næmingarnar skapa listaverk, t.d. sum teirra tulking av yrkingunum "Løk" ella "Jørð og eldur".
- Tónleikur og framførslur:
- Bið næmingarnar seta tónleik til yrkingarnar og framføra tær sum sangir.
- Samanbering við aðrar yrkingar:
- Samanber yrkingarnar hjá Guðrið Poulsen við yrkingar hjá øðrum.