Um krabbabøkurnar
Krabbabøkurnar eru lættlisnar bøkur, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám geva út í felag.
Krabbabøkurnar eru lesifrøðiliga viðgjørdar, og eru ætlaðar at fáa glið á lesingina hjá næmingum, ið nýliga hava lært at lesa, og bøkur, ið eru lættar at lesa hjá næmingum, ið ikki hava so lætt við at lesa.
Krabbabøkurnar eru skrivaðar á einfaldan hátt við stuttum orðum og stuttum setningum.
Endamál
Endamálið við krabbabókunum er:
- at stimbra lesingina hjá barninum, sum er í ferð við at læra at lesa
- at stimbra lesingina hjá barninum, sum nýliga hevur lært at lesa
- at stimbra lesingina hjá barninum, sum hevur ilt við at lesa
- at kveikja lesihugin hjá barninum, sum ikki tímir so væl at lesa