Skip to main content

Vagnur Ákason

 

CCF 214

Einki TSB-nr.

 

1 Veldigir harrar úr garði ríða

til sínar hvíldsins sala,

aðrir aftur at borði ganga,

sum fornir munnu mæla.

 

Snildar tungur bera mans æru so víða,

eg sá hjørtin renna undir so grøna líða.

Snildar tungur bera mans æru so víða.

 

2 Veldigir harrar úr garði ríða,

søgur ganga frá,

hann var borin til konganavn,

í Sjólands ríki ráða.

 

3 Kongurin fyri ríki ræður

bæði við gleði og gleim,

hann var seg á Sjólondum,

teir kalla hann kongin Svein.

 

4 Hann var ikki ektaborin,

føddur av Æsu Tokka,

kallaðu hann Svein Haraldsson,

so væl ið tað hann mátti.

 

5 Kongurin so til orða tekur,

mælir á tungu inni:

“Síaldur meg úr ríki reiv,

tað rennur mær aftur í minni.

 

6 Síaldur meg úr ríki reiv,

móti mínum vilja,

noyddi meg við sínum bitra brandi

vænar frúur at gilja.

 

7 Skatt havi eg av landi tikið

allar mínar dagar,

Síaldur og jómsvíkingar

vildu hann til sín draga.

 

8 Síaldur meg av landi førdi,

vildi mítt ríki røva,

noyddi meg við sínum bitra brandi

skattin eftir at geva.

 

9 Setti hann meg í ríkið inn

aftur á faðirs stól,

hevna vil eg tað skattameingi,

er mær ei á tí hól.”

 

10 Svaraði ein av sveinunum,

for breiða borði stár:

“Hann er eingin av tygara monnum,

Jómsborg vinnur í ár.”

 

11 Svaraði ein av sveinunum,

skortar ikki fíggja:

“Jómsvíkingar sigurin bera,

hvar teir ríða í víggi.”

 

12 Kongurin so til orða tekur,

letur so orðum svara:

“Vit vinna ikki jómsvíkingar

uttan við svik at fara.”

 

13 Kongurin situr í hásæti,

glaður foruttan sorg:

“Nú skulu vit til veitslu bjóða

sunnan av Jómsborg.”

 

14 Kongurin situr í hásæti

glaður foruttan ekka:

“Nú skal lata veitslu gera,

faðirs ervi drekka.”

 

15 Síaldur gekk í hallina inn,

letur so orðum svara:

“Vilja tit fremja útreiggina,

til Sjólanda at fara?”

 

16 Har vóru allir til ferðar fúsir,

ikki er slíkt at spara,

glaðir vóru jómsvíkingar

til Sjólanda at fara.

 

17 Síaldur dró til Sjólanda

við sínar garpar tólv,

bæði við svørð og herklæði,

er mær ei á tí *hól.

 

18 Har kom mangur maður saman,

alt fyri uttan ekka,

kongurin talar til skeinkjaran,

bað geva teim sterkt at drekka.

 

19 Drekka teir í ríkinum

bæði úti og inni,

drekka mjøð og kláran vín,

so glaðir á hvørjum sinni.

 

20 Drekka mjøð og kláran vín,

so glaðir á hvørjum sinni,

drukku so allir jómsvíkingar

bæði vit og minni.

 

21 Tá var kátt í ríkinum,

dreingir hildu gaman,

hoyrast mátti turpin og trætur,

gnísla skjoldar saman.

 

22 So var dansur í kongsins høll,

gyltir hjálmar syngja,

gníslaðust svørð og ringabrynjur,

rætt sum klokkur ringja.

 

23 Kongurin kemur í hallina inn,

tekur kappum at rósa:

“Plagdu so allar fornar kempur

avreksroysni kjósa.

 

24 Hoyr tú, Síaldur, kappin reystur,

tú er fremstur í liði,

síðan allir jómsvíkingar,

hoyrið nú, hvat eg sigi!

 

25 Tað var siður í hesum landi,

tá dreingir drukku vín,

høviskir kappar roysni kjósa,

fellur tað nú til tín.

 

26 Hoyr tú, Síaldur, kappin reysti,

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hesi ferð

til roysni kjósa tær?”

 

27 “Eg skal meg til Noregis

við mínum skipaskara,

kongin út av ríki ríva,

aftur til Danmark føra.

 

28 Torkil hann skal fylgja mær,

vænur er hann í vøkstri,

átjan alin er ryggur hans

upp frá saðil og hesti.”

 

29 “Men hoyr tú, Bjarni av Bretlandi,

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hesi ferð

til roysni kjósa tær?”

 

30 “Eg skal mínum harra fylgja,

Jarnheysin at royna,

ikki vendi eg av fyrr enn tú,

eg geri tað ei at loyna.

 

31 Mær skal fylgja Ívint,

hann er so mensk ein mann,

hann er eingin í Noregi,

yvirgongur hann.”

 

32 “Hoyr tú, reystur Búi,

siga skalt tú mær,

tú ert tjukkur og dravlorkutur,

hvat troystar tú tær?”

 

33 “Kongsins son av Noregi,

tann teir Eirik kalla,

honum skal eg í víggi bana,

hann er ein yvir allar.

 

34 Mær skal fylgja Sjúrður kappi,

góður er bróðir í ráðum,

eingir tveir í Noregi

kunnu stríðast mót okkum báðum.”

 

35 “Hoyr tú, Vagnur Ákason,

hvat vilt tú í vási víggja,

tú ert yngstur av garpaliði,

fremstur í spíssi at síggja.”

 

36 “Torkil eitur tann avrekskappin,

kongsins banara førir,

honum skal eg av lívi týna,

um enn eg komi til Noregi.

 

37 Torkil eigur dóttur ta,

ljós er hon um enni,

hann skal eg av lívi taka

og sova í song við henni.”

 

38 Kongurin so til orða tekur,

svør á sína trú:

“Eingin lovaði av jómsvíkingum

manniligari enn tú.”

 

39 “Mær skal fylgja Áslakur,

so verður os einki at meini,

tað bítur ei svørð á hansara húð,

heldur knívur á hørðum steini.”

 

40 Drekka teir í ríkinum

alt fyri uttan sút,

tað var Vagnur Ákason,

hann gekk har fyrstur út.

 

41 Har mundu seggja seingir síggjast,

gjørdar við gólvið niðri,

har skuldi Síaldur hvíla í

við sínum garpaliði.

 

42 Árla var um morgunin,

Síaldur vaknar úr dvala,

tað var hansara dýra drotning,

ræður nú fyrst at tala.

 

43 Svaraði hansara dýra drotning,

feldi møðig tár:

“Minnist tú nakað, søtin mín,

hvat lovað varð í gjár?”

 

44 “Eg minnist ei, hvat lovað er,

ei hvat undir stár,

hevur kongurin svikið meg,

so dyl tað ei for mær!”

 

45 “Tú hevur lovað lyfti tey,

sum tú ei kanst gera,

Hákun kong av Noregi

til Danmarkar at føra.”

 

46 “Vagnur skal vár formaður vera,

fremstur í víggi standa,

skulu so allir jómsvíkingar

royna bitrar brandar.”

 

47 Vundu upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strikar ei á bunkan niður

fyrr enn við Noregis land.

 

48 Higar ið teirra snekkjan

kendi fagurt land,

lótu síni akker falla

á so hvítan sand.

 

49 Lótu síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrst steig Vagnur Ákason

sínum fótum á land.

 

50 Ganga teir frá strondum niðan

við hvøssum slíðraknívi,

bæði riddar og ríkar keypmenn

tað tóku teir burt av lívi.

 

51 Út kom Edmundur hvíti,

hann bar reyðargullband,

har kom Vagnur Ákason,

hann høgdi av honum hand.

 

52 Tað var Edmundur hvíti,

snarliga hann sær vendi,

hann tók arm í høgru hond,

og so á skógvin rendi.

 

53 Edmundur helt á skógvin burt

við so nýtum orðum,

standsaði ikki ferðina

fyrr enn við Tróndheim norður.

 

54 Hann kom ikki fyrr til Tróndheim norð,

enn fátt var fólk á orði,

Hákun kongur av Noregi,

hann drekkur mjøð yvir borði.

 

55 Edmundur tók sín høgra arm,

kastar á kongsins barm:

“Vagnur hevur os illa reitt

og gjørt os váða og harm.”

 

56 “Statt upp, Eirikur, sonur mín,

ver ei seinur til ferða,

brynja út av Noregi

alt tað, ið svørð kann bera!”

 

57 Valdu út av Noregi

so mangan menskan mann,

og hann kappin Leira Torkil,

banaran førdi hann.

 

58 Árla var um morgunin,

sólin roðar við,

tá hevði reystur Hákun kongur

brynjað út alt sítt lið.

 

59 [Árla var um morgunin,

tað roðar fyri sól,

tá hevði reystur Hákun kongur

brynjað út hundrað tólv.]

 

60 Møttust teir fyri Miðalnesi,

búddust ei við frið,

norðmenningar og jómsvíkingar,

fagurt var tað lið.

 

61 Leggja sínar skútur saman,

dreingir spæla í gíggju,

Hákun kongur og Síaldur

møttust fyrstir í víggi.

 

62 Leggja sínar skútur saman,

dreingir spæla í gumma,

bardust fult í tógva dagar,

hvørgin flýddi undan.

 

63 Bardust fult í tógva dagar,

eg sigi tær av tí sanna,

lótu so høggini dynja á,

har fell maður mót manni.

 

64 Tað var Bjarni av Bretlandi,

hann herjar nú fram í víggið,

møtir honum Finnur hin fríði,

yppist ein leikur av nýggjum.

 

65 Bjarni tokar í herin fram,

gott var í honum evni,

Finnurin honum ímóti tók,

tað stendur í ymsum stevni.

 

66 Bjarni tokar í fylgið fram,

sparir ei bitrar brandar,

Finnurin fell á bunka niður,

misti lív og anda.

 

67 Búi leggur sína skútu

inn mót Eirik unga,

høgga so títt um nakrar stundir,

hvørgin flýddi undan.

 

68 Sjúrður kappi og bróðir hans

lata nú høggini dynja,

klúgva bæði stál og jarn,

hjálmar og ringabrynjur.

 

69 Búi upp á Jarnbardin leyp,

sparir ei búgvin brand,

oyddi so fólk av miðjum bunka,

Eirikur helt í land.

 

70 Hann var eingin av Noregis monnum,

kundi ímóti standa,

hvar ið Búi og Sjúrður kappi

royndu bitrar brandar.

 

71 Tað var Vagnur Ákason,

hann leggur í vaðið fram,

møtir honum Leira Torkil,

banaran førdi hann.

 

72 “Tú hevur lovað treytir tær,

hjá míni dóttur at sova,

annað skalt tú fáa at finna,

tað skal eg tær lova.”

 

73 Vagnur tokar í herin fram,

fast av miklum móði,

oyðir nú skipini tíggju og tólv,

tey flutu í reyðarblóði.

 

74 Síðla var um aftanin,

náttin fellur á,

norðmenningar hvílu søkja,

lysta til songar at gá.

 

75 Tað var reystur Hákun kongur,

tekur sítt fólk at kanna,

saknaði burt av sínum liði

níggju hundrað manna.

 

76 “Tað býr ein frúa fram í dal,

hon er mín sanni guður,

nú er at heita á hennara navn,

Guðrun halgisbrúður.”

 

77 Hákun tekur sín yngsta son,

leggur á slaktarbonk,

fyri hann skuldi sigurin fá,

hann offraði hann henni til skonk.

 

78 Árla var um morgunin,

fell so væl í lag,

tá vóru allir norðmenningar

komnir hvør í sín stað.

 

79 Bjarni so til orða tekur,

ristir fyri sær kross:

“Nú er komin Jarnheysurin

aftur í Finnins pláss.”

 

80 Bjami tók sín búgvin brand

av so tungari neyð,

sipaði so til Jarnheysin,

hann strongdi hann sundur í sjey.

 

81 Hann dregur at einum myrkum æli,

stormur og sterkar býkur,

fullu so menn frá jómsvíkingum,

sum flykur á fjøllum fýkur.

 

82 Fram kom Tórður av Trøllabotni,

heldur um øksarskaft,

so sló hann til Búa,

hann skeindi hans undirkjaft.

 

83 Búi aftur um brandin treiv,

so blóðigur hann var,

stoytti hann so á reklingina,

tvørtur um herðar skar.

 

84 “Hoyr tú, Guðrun halgisbrúður,

eg havi sigur at vátta,

nú fell Tórur av Trøllabotni,

lat ikki ódnir lætta!”

 

85 Tað dregur aftur at øðrum æli,

sortnar rætt sum nátt,

lýnið blinkar í hvørja ætt,

tá fell teim í fátt.

 

86 Bjarni so til orða tekur,

lítur seg upp til oyggjar:

“Eg havi míni roysni ent,

eg eri nú glaður at doyggja.”

 

87 Eitt kom æl av Tindingsvág,

øllum tókti undur,

mastrarnar fullu á bunkan niður,

vantirnar gingu sundur.

 

88 Eitt kom æl av Tindingsvág,

hvørt hagl vá eitt oyra,

voldi tað Guðrun halgisbrúður,

hálvur herurin doyði.

 

89 Síaldur so til orða tekur,

fyrsta orðið tá:

“Vendið aftur, mínir menn,

elvið os onga trá!

 

90 Vendið aftur, mínir menn,

elvið os ongan vanda,

eg síggi Guðruna halgisbrúður

for kongsins knøum standa.”

 

91 Guðrun stendur for kongsins knæ,

hann er hugaglaður,

tað flýgur ein píl av hvørjum fingri,

for hvørjari fellur ein maður.

 

92 “Eg havi ei tey lyfti gjørt

at stríðast ímóti trøllum,

vóru her fult eitt átjanhundrað,

vit stóðu ímóti øllum.”

 

93 Har kom Sigmundur Brestisson,

fáur mundi hann sigra,

báðar hendur í alboga

hann høgdi av Búa digra.

 

94 “Leypið nú í havið út,

allir mínir menn,

eg havi vigið so mangan mann,

men Eirikur livir enn!”

 

95 Allir vendu skútu av,

at sigla heim til bíggja,

uttan Vagnur Ákason,

hann vildi ei undan flýggja.

 

96 Tað er Eirikur Hákunsson,

glaður ríður í víggið,

møtir honum Vagnur Ákason,

tað yptist ein leikur av nýggjum.

 

97 Leggja sínar skútur saman,

rætt sum boðar berjast,

tað er Vagnur Ákason,

hann ræður nú á at herja.

 

98 Vagnur leyp á Jarnbardin upp,

Áslakur honum við,

oyddu fólk av miðjum bunka,

úr fremra stavni við.

 

99 Áslakur letur høggini falla,

honum varð seggur at meini,

ikki beit svørð á hansara húð,

heldur knívur á hørðum steini.

 

100 Glámur treiv um amboltin,

mikla *megi fekk,

so sló hann til Áslak,

at heilin dreiv á dekk.

 

101 Tað er Vagnur Ákason,

hevur ei hondum hógv,

klývur hvønn um tvøra

og varpar út á sjógv.

 

102 Fram kom kappin Leira Torkil,

øllum tókti undur,

sló til Vagn Ákason,

at hjálmurin gekk sundur.

 

103 Vagnur tók sítt kastispjót,

frá man frættast víða,

Torkil undir lúku seig,

hann tordi ikki at bíða.

 

104 Glámur tók sín bitra brand,

letur høggini dynja,

sló til Vagn Ákason,

tá rivnaði hans ringabrynja.

 

105 Tað var Vagnur Ákason,

sínum svørði brá,

hann kleyv Glámin Glivarson

sundur í lutir tvá.

 

106 Fram kom Eirikur Hákunsson,

ilt var skap at eggja,

fylgdu honum fimmti kempur,

hendur á Vagn at leggja.

 

107 Tað var tá, sum ofta er,

harmir vekjast stórir,

bundu Vagn Ákason

og teir, sum við honum vóru.

 

108 Tóku teir Vagn Ákason,

bundu hann so fast,

ei var smáur líntvongur,

honum á beinum brast.

 

109 Tað var reystur Hákun kongur,

gjørdi teim meiri trega,

nevndur var kappin Leira Torkil,

hann skuldi teir allar vega.

 

110 Fyrst vá hann ein, so vá hann tveir,

so vá hann seks og sjey,

hann var eingin av jómsvíkingum,

óttast tann brandin beyga.

 

111 “Hoyr tú, Vagnur Ákason,

nú skalt tú lata lív,

tú væntaði tær mína sælu dóttur,

tað hitt væna vív.”

 

112 Tað er Vagnur Ákason,

svarar so frá sær:

“Heiman var tann *ætlanin,

at eg skuldi níva tær.”

 

113 Torkil reiggjar svørðið umkring,

av so tungari trá:

“Ei skalt tú mínum lívi týna,

og ei mína dóttur fá.”

 

114 Bjarni stoytti Vagn úr sæti,

hann undan høgginum slapp,

Torkil fell á grúgvu fram,

svørð av hondum glapp.

 

115 Vagnur aftur um svørðið treiv,

gott var í honum alvið,

klývur kappan Leira Torkil,

búkin niður í nalva.

 

116 “Enntá havi eg roysni hálvt,

meiri og ikki minni,

heilsa mær frúnni Ingibjørg,

eg síggi hana ei á sinni!”

 

117 Svaraði Eirikur Hákunsson,

fyrsta orðið tá:

“Tú ert for góður at lata lív,

Ingibjørg skalt tú fá.

 

118 Tú skalt festa Ingibjørg,

um enn tú vilt tað gera,

tú skalt sita í Torkils stól,

og kongsins banara føra.”

 

119 Tað var Vagnur Ákason,

tók sær frúu at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla,

læt ei longur froysta.

 

120 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song,

Vagnur og hans vív.

 

Snildartungur bera mans æru so víða,

eg sá hjørtin renna undir so grøna líða.

Snildar tungur bera mans æru so víða.

CCF 214

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Johannes Clemensen: Sandoyarbók (Dansk Folkemindesamling 68), nr. 88; b: Savn hjá Svend Grundtvig (Dansk Folkemindesamling 68); c: Koltursbók (Fróðskaparsetur Føroya) II, s. 141, nr. 47. Niðurlagið er úr b.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 398.

2. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, 1982, s. 293.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 29. bind, s. 9.

 

Heimild: Úr Vágum. Jon Jonsen=Jógvan Heinesen, gamli Jógvan í Nýggjustovu (1799-1877) Sørvági, 1830.