Skip to main content

Norðmenninir í Danmørk

 

CCF 78

Einki TSB-nr

 

1 Fimtan vóru teir Noregis menn,

til Írlands skyldu fara,

møttu teim danir við Oyrarsund,

ið síðst mundi os vara;

teir gripu os har til fanga,

teir settu os í ein lítin hát

og førdu os so til landa.

 

2 Tá ið vit komu til landanna,

at skógnum vildum vær halda;

tá vóru tríggir danir um ein,

tá mundu teir valda.

“Tú tarvt ikki herbergi beiða,

hoyr tú, beiggi, horkonu son,

her stendur eitt hús til reiða!”

 

3 Teir settu os í tað myrka hús,

báðar hendur bundu,

lov ske Gud Harrin, sankt Ólavur kongur,

hann os nakað unti,

vit vóru har inni at sitja;

verður os lagað til Noregs at koma,

til Danmarkar skulum vær vitja.

 

4 Rotið vatn og sáðubreyð

var os givið øllum,

betri var í Noregi

uppi á hægstum fjøllum!

Vit fingu so harðan kríma;

vær vistum ikki, *hvørt tað var dagur ella nátt,

vær sóum ikki sólina skína.

 

5 Jógvan var sá besti kappi,

hann os allar loysti,

hann spardi os hvørki stokk ella stein,

so *fjøturnar sundur brustu;

vær vórum so leysir allir,

lov ske Gud Harra og sankt Ólavur kongur,

gott er á hann at kalla!

 

6 Vær settum os allir saman í ring,

vær høvdum so mangt til ráða,

hvussu vær skuldum av myrkastovu náa,

ið os gjørdi ongan váða;

vit lótu tá múrin rjúva,

lov ske Gud Harra, sankt Ólavur kongur

og tann signað jomfrúva!

 

7 Rópa tók tann vektarin,

at os skuldi goyma:

“Nú er hann, beiggi, vorðin leysur,

vil nú undan rýma!”

Vit vóru millum tveggja handa,

vit spardu hvørki stokk ella stein,

vær skiltum hann snart við anda.

 

8 Vær kveiktum eld í tjøruvið,

staður tók at brenna.

“Vekið hin danska Ketils son,

tú sløkk nú eldin tenda!”

Vær skyndaðum os so til strandar,

lov ske Gud Harra, sankt Ólavur kongur,

og so tann *halga anda!

 

9 Tá ið vit komu til strandanna,

vær sóum tey skipini flóta,

vær høgdum hol á borð og søktum tey niður,

so at ei skuldu danir njóta,

vær vundum vári segl á síðu;

triðja dag til Noregis komum,

Krist gav os byr so blíðan.

 

10 [Tá ið vær komum at landinum],

vær kasta vár ankar upp á sandar;

so gingu vær innan høgaloft

for frúvur og jomfrúvur at standa,

vær taldum frá várum neyðum,

vit vóru í Danmørk fangaðir,

og nær sum vit toldu deyða.

 

CCF 78

Einki TSB-nr

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4), skrivað upp hevur  J. H. Schrøter;

 

Útgávur:

1. Varðin 15. bind, 1935 s. 237-239. Christian Matras legði til rættis.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 224.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 17. bind, s. 69.

 

Heimild: Úr Suðuroy:  Poul Johannesen, Poul í Sakarisstovu (1791-1859),  Sumba, 1848