Gátu ríma
CCF 17
TSB E 34
1 Gestur villur frá høllini gongur,
blindur er hann og fáur,
møtir hann einum gomlum manni,
allur í hærum gráur.
2 Møtir hann einum gomlum manni,
allur í hærum gráur:
"Hví ert tú, Gestur blindi, villur,
hví ert tú so fáur"?
3 "Tað er ei so undarligt,
at eg eri tungur til máls:
illa volda gátur mær,
í morgin missi eg háls.
4 Tað er ei so undarligt,
at eg eri fáur og stríður,
illa volda gátur mær,
í morgin missi eg lív".
5 "Hvussu mikið reyðargull
vilt tú geva mær,
inn gangi eg fyri Heiðrik kong
og gátur kenni har"?
6 "Tólv merkur í reyðargulli,
tað skal vera títt,
gongur tú inn fyri Heiðrik kong
og loysir høvur mítt".
7 "Far tú tær í grasgarðar
og ráð fyri tínum bú,
eg skal mær fyri Heiðrik kong
og gátur kenna nú".
8 "Tríati eru gáturnar,
git mær eina av teim:
(hvussu eitur sá reyða trumma,
ið slær yvir allan heim"?)
9 ("Vita man eg gátuna,
eg giti tað fyrstu av teim:)
toran eitur sá reyða trumma,
ið slær yvir allan heim".
10 "Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,
hvar veitst tú teir grannar:
ganga báðir um einar dyr,
og hvørgin kennir annan"?
11 "Hugur mín og hugur tín
teir eru eingir grannar,
ganga báðir um einar dyr,
og hvørgin kennir annan."
12 "Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,
hvar veitst tú teir brøður:
liggja úti á útskerum
og hava ei faðir og møður"?
13 "Eystfall og vestfall,
mega væl kallast brøður:
liggja úti á útskerum
og hava ei faðir og møður".
14 "Hoyr tað Heiðrik, kongur mín,
hvat man tað nú vera:
bleytt sum dún og hvítt sum fonn
og hart sum hornið harða"?
15 "Hoyr tú tað, Gestur blindi,
eg gátuna kenna man:
sjógvurin er bæði bleytur og harður,
hvítt stendur brim á land."
16 "Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,
hvar veksur sá viður:
rótin horvir til himmals upp,
og skarið horvir niður?"
17 "Glerpípan í homrum uppi,
hon er eingin viður,
rótin horvir til himmals upp,
og skarðið horvir niður."
18 "Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,
hvar veitst tú teir skógvir,
høgdir verða á hvørji helgu,
er tó viður nógvur?"
19 "Skeggið er á hvønsmans høku,
tað er eingin skógvur,
rakað verður á hvørji helgu,
er tó viður nógvur."
20 "Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,
hvar veitst tú teir brøður:
vaksa báðir í eini høll,
hvørki hava faðir ella móður?"
21 "Torvkongul og brennistein,
teir eru einir brøður,
vaksa upp í eini høll
og hava ei faðir ella móður."
22 "Súgvin gongur til sína skemmu,
glymur á grønari grund,
galtar grynta, grísar stynja
hvør av sínum munni."
23 "Vita man eg gátuna,
eg sigi tað alvæl satt:
hamari er í hvørjari smiðju,
hann fellur rætt og slætt."
24 "Vita man eg gátuna,
er mær á tí hól:
Óðin ríður sínum hesti
bæði á land og sjó."
25 "Vita man eg gátuna,
eg fari ei við tí hátt:
Óðin ríður sínum hesti
bæði um dag og nátt."
26 Óðin gjørdist villini fuglur,
fleyg sær út úr høll,
brendist inni Heiðrik kongur
og harhjá hirðin øll.
27 Óðin gjørdist villini fuglar,
fleyg sær út á hav,
brendi inni Heiðrik kong
og alt tað lið, har var.
CCF 17
TSB E 34
Uppruni: V.U. Hammershaimb: “Færøiske kvæder II”, 1855
Útgávur:
1. V.U. Hammershaimb: “Færøiske kvæder II”, 1855 s. 29
2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band I, Teil 3, s. 426.
3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 6. bind, s. 173
Heimild: V.U. Hammershaimb (1819-1909), Sandavági 1855.
E 34 Gátu ríma (Odin enters a competition of riddles to save another man’s life)
Gestur er í ógvuliga ringum skørum og møtir einum gomlum manni, sum spyr hann, hví lagið er so ringt. Gestur svarar, at Heiðrikur kongur hevur bjóðað honum av at kappast um at gita gátur. Gestur óttast fyri, at hann fer at tapa kappingina og sostatt missa lívið.
Gamli maðurin býður sær til at fara í hansara stað. Í kappingini vinnur hann á Heiðrikki kongi.
Eldur kyknar í kongsins høll, og kongur og allir menn hansara brenna inni. Gamli maðurin, sum er eingin annar enn Óðin sjálvur, umskapar seg til ein fugl og sleppur undan.
á føroyskum: CCF 17 (bert á føroyskum)