Kvæðasavnið á Snar
Føroya
kvæði.
Kvæði, vísur og tættir.
Eitt savn at leita í og lesa.
Finn eitt heiti, eitt CCF-nummar ella eitt annað navn á kvæðinum.
Stíg inn í dansin
Eitt erindi stendur her, tá ið tú kemur. Vel ein flokk, ella lat eitt annað kvæði koma fram.
Vel fyrsta bókstav
Kvæðini
238 skrásetingar í yvirlitinum.
- Angankári
- Arngríms synir
- Artal kongur í Atlandi
- Baraldur bóndason
- Beitisbóndin
- Belfjóna
- Belusar táttur
- Berrings vísa
- Bevusar tættir
- Biðilin
- Biðla táttur
- Blankans ríma
- Blikimans kvæði
- Brókar táttur
- Brøðurnir
- Brúnsveins vísa
- Brúsajøkils kvæði
- Brúðarhúsið
- Báta táttur
- Bænadikts kvæði
- Danials táttur
- Drósin á Girtlandi
- Dvørgamoy II - Dvørgamoyggin fagra
- Dvørgamoy III - Ása Dvørgamoy
- Dvørgamoy V Kvørfinns táttur
- Dólgars kvæði
- Ebbin kall
- Einars tættir
- Ellindur bóndi á Jaðri
- Faðir og dóttir
- Faðir og sonur
- Filkus Veymarsson
- Finnboga ríma
- Finnur hin fríði
- Fiska kvæði
- Fitlara táttur
- Fjallbøndurnir
- Flóvin Bænadiktsson
- Flúgvandi biðil
- Frunta táttur
- Frísa vísa
- Frú Dagmoy
- Frúgvin Espalín
- Frúgvin Olrina
- Fugla kvæði I
- Fugla kvæði II
- Fípan fagra
- Gests ríma ella Áslu ríma
- Geyti Áslaksson
- Gongurólvs kvæði
- Gormunds kvæði
- Gorplands kvæði
- Greivin av Jansalín
- Greivin av Orient
- Grettirs kvæði
- Grimmars kvæði
- Grips kvæði
- Gráa táttur
- Gríms ríma
- Grímur á Aksalvølli
- Grímur á Bretlandi ella Løðar jall
- Grímur á Miðalnesi
- Grímur í fjallinum
- Gullsteinur
- Gunnars kvæði
- Guttormur í Hattarmóti
- Gátu ríma
- Gøtuskeggjar
- Haka rekkar
- Haki Hilmarsson
- Haraldskjøldur á Miklagarði
- Harra Jóan Ingvarsson
- Harra Pætur og Elinborg
- Harra Pætur og Kirstin
- Harra Svein av Miklagarði
- Harra Tímars vísa
- Heljars kvæði
- Herleivs kvæði
- Hermundur Grimmarsson
- Hermundur illi
- Hernilds kvæði
- Hilmars tættir
- Hindarríma
- Hindin
- Hjálmar og Angantýr
- Hunda táttur
- Hábarðs kvæði
- Hákun av Danaríki
- Hørpu ríma
- Hústrú og bóndi
- Hústrúin og hovmaðurin
- Illu hjúnini
- Ingimann og Eirikur
- Jallgríms kvæði
- Jaltriks kvæði
- Jatvarðs ríma
- Jomfrú og kongur
- Jomsvíkinga vísa
- Junkarin Loðin
- Jákup á Møn
- Jógvans drongur
- Jólavísan
- Jósveins ella Jófris vísa
- Jøkils kvæði
- Jústinjals kvæði
- Kall og Svein ungi
- Kappin Illhugi
- Karlamagnusar kvæði
- Keisara kvæði
- Kelling við grúgvustein
- Kempu kvæði
- Kirkjubø táttur
- Kjartans tættir
- Klæða táttur
- Kong Valdimann og Sofía
- Kongur og jomfrú
- Kongurin út í Spann
- Koralds kvæði
- Kristin og keypmenninir
- Krypilin á Vatnsoyri
- Larvin dvørgakongur
- Leivur Øssursson
- Ljómurnar
- Lokka táttur
- Loppu táttur
- Magnus Jógvansson
- Magnus kongur av Fraklandi
- Magnus kongur í Noregi ella Margretu kvæði
- Margretu kvæði
- Mariu vísa fyrraEisini: Barnavísan
- Mariu vísa seinna
- Markusar táttur
- Mikkjals táttur
- Mirmants kvæði
- Moyin og sveinurin
- Norna-Grímur
- Nornagests ríma
- Norðmenninir í Danmørk
- Nykurs vísa
- Olgars kvæði
- Ormar Tóraldssons kvæði
- Orrusta við Heiðabý
- Parisar vísa
- Pellu táttur
- Plóg og Ingimann
- Pálins táttur
- Pálins táttur
- Páll í LeirvíkEisini: Leirvíks Páll
- Pálnir Búgvason
- Pætur Knútssons ríma
- Púka Ijómur
- Ragnarlykkja ella Viljorms kvæði
- Ragnars kvæði
- Ravna táttur
- Raðals kvæði
- Riddarin hjá jomfrúbúðini
- Riddarin Klæmint
- Riddarin og festarmoyin
- Rings kvæði
- Ringur av Írlandi
- Risin av Leittrabergi
- Risin og moyggin
- Risin á Tinnuborg
- Risin í Hólmgørðum
- Roysningur
- Rudisar vísa
- Ríka frú
- Ríki Álvur
- Rósininda
- Saka táttur
- Samsons kvæði
- Sanda táttur
- Sankta Gjørtrúgv
- Sankta Jákup
- Sankta Niklas
- Selamons ríma
- Sella ríma
- Seyða ríma
- Sigmundar kvæði
- Sigmundar kvæði nýggjaEisini: Sigmundar kvæði yngra
- Signild og dvørgurin
- Silvurlín og børnini á foldum
- Sjúrðarkvæðini
- Sjúrður av Nøríki
- Sjúrður konungsson
- Sjúrður og Dvørgamoy - Dvørgamoy I
- Skrímslið
- Sniolvs kvæði
- Snæúlvs ríma
- Stelka táttur
- Stulku táttur
- Stádara vísa
- Svarti Svein Kalsson
- Svarti sveinur
- Svein kongur
- Sveinur í Vallalíð
- Símunar táttur
- Sørinar táttur
- Tiki-Álvs kvæði
- Tjúgundi biðil
- Torbjørn Bekil
- Torkils døtur
- Tormaður skald
- Torsteins kvæði
- Torvatrøll og fluga
- Tróndur Jógvansson
- Trølla kvæði
- Trøllini í Hornalondum
- Trøllið í Áradal
- Tístrams táttur
- Tíðriks kappar
- Tíðriks kongs ríma
- Vagnur Ákason
- Valdimann og Tóva
- Valin svein
- Valuvants kvæði
- Vatnskalla táttur
- Vevpíkan
- Vilmunds kvæði
- Virgar Bekilsson
- Álvur kongur
- Ániasar táttur
- Ásbjørn prúði
- Ásmundur Aðalsson
- Ásmundur skeinkjari
- Ásmundur sterki
- Ásmundur trøllabani
- Ísmal fræga kempa
- Ívar Skjøldsvein
- Ívar Vís
- Ívar á Bretlandi
- Ívint Herintsson
- Ólavur hin heilagi
- Ólavur Riddararós og álvamoy
- Ólavur TrygvasonEisini: Ormurin langi
- Óluvu kvæði
- Óðin í Ásgørðum ella Frúgvin Málníða
- Øskudólgur
Einki kvæði fanst
Royn at leita eftir einum styttri heiti ella einum CCF-nummari. Tú kanst eisini nullstilla valini av flokki og fyrsta bókstavi.
Um kvæðini á Snar
Um savnið
Frá handriti
til talgildan tekst.
Árni Dahl hevur staðið fyri at gera kvæðini á Snar til talgildan tekst. Her er upprunaliga frágreiðingin um savnið, útgávurnar og flokkingina.
Tað var danski fólkaminnisgranskarin Svend Grundtvig (1824-1883), sum átti hugskotið at skriva niður øll brigdi av føroyskum kvæðum, sum vitað var um um miðja 19. øld. Hann arbeiddi tá við heildarverkinum Danmarks gamle folkeviser (DGF) og varnaðist, at summar av søgunum í gomlu donsku vísunum eisini vóru at finna í føroyskum kvæðum, sum eitt nú Jens Chr. Svabo (1746-1824), Hans Chr. Lyngby (1782-1837) og Jóannes Clementsen (1794-1869) høvdu skrivað niður. Svend Grundtvig setti seg í samband við V.U. Hammershaimb (1819-1909), sum eisini fór at skriva kvæði niður. Tá ið tað gjørdist Grundtvig greitt, at Hammershaimb ikki fór at átaka sær at gera eitt heildarsavn, fekk hann svág sín, Jørgen Bloch (1839-1910), at fara undir arbeiðið. Bloch fór undir verkið í desembur í 1871 og var í fyrstu atløgu liðugur í mars í 1889. Tá hevði hann skrivað av øll tey kvæði, hann og heimildarfólk hansara vistu um, og skipað tey í 16 bind. Seinni komu tvey ískoytisbind, annað í 1896 og hitt í 1905. Hetta tilfarið verður varðveitt í Dansk Folkemindesamling í Keypmannahavn.
“Føroya kvæði” var prentað í seks bindum frá 1941 til 1972. Teir báðir, Christian Matras (1900-1988) og Napoleon Djurhuus (1913-1999) løgdu til rættis hvør sær og saman. Í 1996 kom sjeynda bindið út. Michael Chesnutt og Kaj Larsen løgdu tað til rættis. Í tí er grein um Jørgen Bloch, inngangur hansara til verkið, grein um handritini, ið nýtt hava verið, og leitorðalistar av ymiskum slagi. Í 2003 kom áttanda bind út, løgini til kvæðini og tættirnar. Marianne Clausen legði ta bókina til rættis.
Forlagið Bókagarður gav “Føroya kvæði” út í 2. útgávu í 37 bindum (1998-2005), men flokkaði tey samstundis í sjey bólkar eftir innihaldi. Hetta hevði við sær, at samsvar ikki er millum CCF-nr. í báðum útgávunum.
Fleiri kvæði og tættir eru at finna talgild á ymiskum heimasíðum m.a. á norsku síðuni heimskringla.no og á síðum hjá føroyskum dansifeløgum.
Árni Dahl hevur við játtan frá Mentamálaráðnum staðið fyri at gera kvæðini á snar.fo til talgildan tekst. Í fyrstu atløgu verða øll kvæði í verkinum ”Føroya kvæði – Corpus Carminum Færoensium” løgd á Snar. Kvæðini eru her endurgivin eftir frumútgávuni, sum UNIVERSITETS-JUBILÆETS DANSKE SAMFUND gav út - við sama CCF-nr. sum har.
1. bind
1. hefti (CCF 1). Christian Matras greiddi til útgávu 1951.
2. hefti (CCF 1-2). Christian Matras greiddi til útgávu 1954.
3. hefti (CCF 2-31). Napoleon Djurhuus greiddi til útgávu 1963.
2. bind
1. hefti (CCF 32-47). Christian Matras greiddi til útgávu 1941.
2. hefti (CCF 47-53). Christian Matras greiddi til útgávu 1942.
3. hefti (CCF 53-60). Christian Matras greiddi til útgávu 1944.
3. bind
1. hefti (CCF 61-73). Christian Matras greiddi til útgávu 1944.
2. hefti (CCF 73-90). Christian Matras greiddi til útgávu 1945.
4. bind
1. hefti (CCF 91-95). Christian Matras greiddi til útgávu 1946.
2. hefti (CCF 95-105). Napoleon Djurhuus greiddi til útgávu 1967.
5. bind
(CCF 106-113). Napoleon Djurhuus greiddi til útgávu 1968.
6. bind
(CCF 114-236). Napoleon Djurhuus greiddi til útgávu 1972.
Kvæðini eru flokkað, soleiðis sum vísindaliga útgávan TSB “The Types of the Scandinavian Medieval Ballad”, 1978, flokkar tey: A: Náttúrukvæði. B. Halgikvæði. C. Sannsøgukvæði. D. Riddarakvæði. E. Kappakvæði. F. Skemtikvæði.
Nú eru TSB-lýsingarnar av náttúrkvæðunum (A), halgikvæðunum (B), sannsøgukvæðunum (C), riddarakvæðunum (D), kappakvæðunum (E) og skemtikvæðunum (F) lagdar út.
Samandráttirnir eru úr TSB = "The Types of the Scandinavian Medieval Ballad", Universitetsforlaget, 1978.
Marianna Debes Dahl týddi úr enskum, sí "Risar, riddarar og føgur fljóð", Fannir, 2015