Jógvans drongur
CCF 198
Einki TSB-nr.
1 Jógvan átti sær ein lítlan drong,
hann setti hann norð í eina kálsong.
2 Hann setti sín son á bakka:
“Eg meini, hann vil einki snakka.
3 Statt tú har og vakta pá korn,
pápi skal geva tær drýl av sodn!
4 Lær tú teg við stokkin at krúpa,
pápi skal læra teg um landið at strúka.
5 Úr einari oynni aftur í aðra,
hetta skal hin gamli pápi tín teg læra.
6 Skikka tú tær, sum pápi tín skikkar sær,
so fært tú snart eitt grupulær!
7 Meðan tú manst á rívuni hanga,
krúpa undir sátuna, meðan ælini ganga.”
8 Jógvans drongur er lágur til kníggja,
eg meini, hann býst nú snart at fríggja.
9 “Malan hon er píkan bráð,
hana skal eg streingja míni bønarorð á.”
10 Malan mundi til Andras leypa,
tjøru til krakkin mundi hon keypa.
11 Madamman svaraði henni pá týsk:
“Eina hálva vág av tjøru skalt tú fáa víst.”
12 “Ein hálv vág av tjøru kann lítið forslá,
kundi eg ellars gjøgnum heila Kattigattið ná.”
13 Í Kattigatti liggja tær høgu briggar,
bátsmenninir teir munnu seglini krympa.
14 Teir krympa síni segl so høgt í rá,
tað koma so stórir kastivindar á.
15 Har kom vindur og vestanveður,
krakkaroykur til Leyna dregur.
16 Gøtu Sunnuva gongur seg so mutt:
“Eg kenni versta krakkalukt.”
17 Gøtu Sunnuva gongur sum ein snók,
nú brenna tey krakk eftir Jógvan lók.
18 Tí hevði hann so tunna lukku,
tí pápi hansara pissaði í eina avbrotna krukku.
CCF 198
Einki TSB-nr.
Handrit: Hammershaimbs Sammlung (AM, Access. 4).
Útgávur:
1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 343.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 95.
Heimild: Úr Streymoy. Gudmund Effersøe, f. í Havn (1827-1916), Vestmanna, 1846.