Valin svein
CCF 102 A
TSB E 88
1 Lýður (!) væl tað ljóðið á,
sum gitið má ganga í dans.
Valin svein á Reynagarði,
sum er gitið um roysni hans.
Rennur, rennur hann folin á grønari grund,
mín ber reyðan lund,
stígum dans á stund!
Kátur leikar folin á grønari grund.
2 Lýður væl tað ljóðið á,
sum gitið má vera enn,
Valin svein á Reynagarði,
sum er gitið um reystar menn.
3 Valin skuldi á skógvin burtur,
við so mikið manna,
brynju og hjálm og hartil svørð,
tað læt hann fyri seg kanna.
4 Har var mikil trøllatrongd,
sum Valin hann skuldi ríða,
møtir hann einum Bjarna trølli,
bað hann koma og stríða.
5 Valin hugsar við sjálvum sær:
"Nú er komið tað versta,
trøllið biður fiktast við seg,
og ei býðst mær tað til besta."
6 So tók Valin svørð í hond,
og ímót trøllinum fikta,
hann høgdi tað sundur í fimtan stykki,
vant var á at sikta.
7 "Hvør er eftir av trøllunum,
sum meira lystir at fikta?
Tað má koma skjótt og snart,
leikin sømi eg ikki.
8 Ríði eg mót tí Bjarna trølli,
sum søgur ganga frá enn,
valdan vil tað sveinin hava.
men fáir finnast 'tien'.
9 Valdan vil tað sveinin hava
og erpin til at stríða,
Valin svein á Reynagarði
mót Bjarna trølli skal ríða.
10 Valdan skal tað sveinin fá,
sum velst av hesum landi,
Valin svein av Reynagarði,
hann gongur trøllum til handa."
11 Valin sker í eitt ódnarróp,
so tað klingar inn í høll,
biður hetta Bjarna trøllið
koma nú út á vøll
12 Tað var hetta Bjarna trøllið,
tað reisti út av høll,
møtti tað har Valin svein,
sum gitið var yvir øll.
13 Trøllið tað er ógvuligt,
og satt er frá tí at siga,
klógv hevur tað á hvørjum fingri,
er alin hálva triðja.
14 Skeggið hevur tað mikið svart,
og hvast sum rakiknívur,
hvør sum har fyri andan kemur,
hann heldur ikki lívið.
15 Taglið hongur á beltið niður,
rætt sum hali á hesti,
svart er tað fyri niðan knóran,
og gullið ringlar um beltið.
16 Hóvar hevur tað sum ross,
og hartil klógvir langar,
mikið óttaðist Valin svein
ímót slíkum trølli at ganga.
17 Eyguni eru sum brandar tveir,
og inni man glógva í høll,
annað tókti Valin svein
frágjørdur slíkum trøllum.
18 Ógvuligur er kjaftur á tí,
favn og feti breiður,
so eru tenn í heysi á tí
sum størsta kvinnu 'skaijur'.
19 Brýrnar eru sum klettar tveir,
standa høgt í fjøllum,
Valin ynskir tá sjálvum sær
at vera frá slíkum trøllum.
20 So er sagt frá trøllinum,
at lívið tað 'lea-a laigiur'
"Tú skalt illa, Valin svein,
upp á teinum steikjast."
21 So er sagt frá trøllinum,
at lívið tað 'lea-a langa'
Tá skalt illi, Valin svein,
upp á teinum hanga.
22 Fylg mær nú í bjørgið inn,
har bjóði eg tær til borð,
tá skalt tú ei, Valin svein,
ei sita við friðarorð."
23 Valin gekk í bjørgið inn
og tonkti seg um tann vanda,
hvøssu hann skuldi tí Bjarna trølli
tá so fast bestanda.
24 Valin gekk í bjørgið inn
av so miklum veldi,
inni sótu trøllkonur tvær,
hvør við sínum manni á eldi.
25 Inni sótu trøllkonur tvær,
og har um vil eg greina:
"Ver vælkomin, Valin svein,
vær steikjum teg upp á teinar!"
26 "Tað skulu ongar trøllkonur
steikja meg her á teini,
eg skal taka mín búgvin brand
við váknum skal eg tykkum royna."
27 "Ver vælkomin, Valin svein,
ber sigur og sterkar rásir,
tú skalt steikjast við heita bál
okkum til aftanskrásir!"
28 Valin situr í gyltum stólum,
hann hugsar at vinna prís,
tær kynda upp ein bálield
at ríva tað runnirís.
29 Valin leyp úr gyltum stólum,
glaður í hjartamót,
báðar drap hann trøllkonurnar,
og onnur misti fót.
30 "Nú havi eg dripið trøllkonur
inni í tínari høll
sama skalt tú deyðan njóta,
tú, títt Bjarna trøll.
31 Sama skalt tú deyðan njóta,
uttan tú lovar mær lyfti,
bjørgið innan við gull og silvur
væl skalt til mær skifta."
32 Trøllið letur dúka borð,
prálar og at skarta,
biður reysta Valin svein
at telva um gullið bjarta.
33 "Haldum okkum lystigan,
tí gullið liggur í gólv,
og setum so at borðinum,
vit telva okkum talv!
34 Setum okkum at telva talv,
og setum so gull í veður,
ella setum vit høvur okkara,
tað geldur ikki betur!"
35 Valin gjørdist ilskufús,
og hartil bráð at síggja:
"Eg fáist ikki við at telva talv,
eg stríðist mót tær í víggjum."
36 Trøllið flættar faksið sítt,
og hvassa skegg at reika:
"Eg kann ikki í víggjum stríðast,
betur við talv at leika.
37 Hvøssu skal eg í víggjum stríðast?
eg havi ei glavint, ei spjót,
taki eg til mínar trøllarúnir,
tað geldur um alt títt mót."
38 "Um enn tú hevur ein ljótan skort,
taglið flættað langa,
eg kann tó við váknum best
mót tær í víggjum standa."
39 Trøllið reikar um bjørgið tá,
og greip um jarnstong sterka,
biður reysta Valin svein
at royna sítt roysnisverk.
40 Trøllið reiggjar jarnstongini,
eldur um hellið brast,
ikki rakti hann Valin svein,
hon seig í bjørgið fast.
41 Stongin stendur í bjørginum føst,
sum hon hevði verið múrað,
trøllið rykti hart og skarpt,
tað vildi ikki fyri Valin stúra.
42 "Nú havi eg mína jarnstong tínað,
inn í bjørgið at standa,
tú skalt ikki, breiði tussi,
longur á stundum ganga."
43 Tað skal reysti Valin svein,
hann kvistaði við sínum skildri,
hann høgdi hondina av trøllinum,
so fóturin eftir fylgdi.
44 Trøllið settist í bjørgið niður,
av so miklum undur,
saman gróðu lutirnir,
sum vist Valin høgdi sundur.
45 Valin brá tí annað høgg,
svørðið í veðrið brá,
rakti tað av miklum alvi,
hann høgg tí fótum frá.
46 Trøllið tekur at gráta tá,
bæði av ilsku og grimd,
Valin brá *sín bitra brand,
hann klevv tað í lutir fimm.
47 Hann fann uppi á trøllinum
tríggjar edilsteinar dýrar,
teir gjørdu nátt sum ljósan dag,
og reyðargullið ringlar fyri.
48 So tók hann bæði gull og silvur
ætlaði at bera tað út,
tríggjar hestar at reiða heim,
við skundir reiddi hann brúð.
49 Sjálvur bar hann gullkistuna,
og setir sær heim í borg,
tá ið hann hevði gullið í bjørginum fingið,
sløkt hevði alla sorg
50 So hevði hann tað, í bjørginum var,
og har var einki eftir,
læt so kynda heita bál.
eld í bjørgið setti.
51 Valin reið í garðin heim,
við gull og fagnað slíkum,
meiri fekk hann í bjørginum
enn í nøkrum kongaríki.
52 Hann hevði fingið í bjørginum mangt,
hvat hann kundi nevna,
tí var reysti Valin svein
kátur til at stevna.
53 Fingið hevði hann úr bjørginum
alt tað, hann kundi velja,
javnlíkur [var] hann kongasyni,
kátur við mangan at skilja.
54 Valin sovnar í síni song,
kátur av gullinum bjarta,
so skal sigast í hesum tátti,
Valin kann at skarta.
55 Tað leið ikki langt tá um,
so er sagt ífrá,
Valin skal ríða breiða líð
tað væna vív at fá.
56 Tað leið ikki langt tá um,
so er frá at siga,
Valin skal ríða breiða líð,
ta væna vív at biðja.
57 Valin skal ríða breiða líð,
og biðja vívið vanda,
har eru teir, sum hava vilja,
mangur má eftir standa.
58 "Hoyr tú Viljorm, bróðir mín,
legg mær ráð so ný,
hvat skal eg við skipum fara,
ella við hestarið?"
59 Svaraði reysti Viljormur,
satt so mundi hann siga:
"Betri er við skipum at fara
enn við hestarið.
60 Betri er við skipum at fara
enn við hestarið,
tær leiðist trøll og risar sterkar
og Jákins valda lið."
61 Hartil svaraði Valin svein,
hann óttaðist ongan vanda:
"Eg skal ríða breiða líð,
eg kann ímót trøllum standa.
62 Eg skal ríða breiða líð,
og farið tær til skips,
liggið fyri Garðaríki,
og veitum, hvat ið býðst!"
63 Valin tekur upp brynju og hjálm
og svørðið upp úr vali,
saðla læt hann hestin tann,
sum sigist av góðum alin.
64 Út varð loystur gangarin
undir hallarvegg,
hann var skrýddur við skarlak
niður á hóvarskegg.
65 Út varð loystur gangarin,
sum Valin skuldi á ríða,
hann var skrýddur við skarlak
niður á miðal síðu.
66 Hann var skrýddur við skarlak
niður á miðal síðu,
forgyltur var tann saðilin,
sum Valin skuldi á ríða.
67 Valin leyp á gangara sín,
tekur so fagurt at ríða,
tað var einki av hansara liði,
honum kann eftir bíða.
68 Valin ríður allan dag,
langar leiðir ljótar,
hann sær eld í fjalli brenna,
royk í luftum skjóta.
69 Valin ríður allan dag,
drúgvar leiðir so langar,
hann sær eld í fjalli brenna,
og høgar logar ganga.
70 Valin ríður allan dag,
langar leiðir drúgvar,
hann sær eld í fjalli brenna,
og høgar neistar flúgva.
71 Valin gongur at hellisdurum,
hann óttaðist ongan vanda:
"Antin tað búgva fólk ella trøll,
eg skal í hellið ganga."
72 Valin gekk í hellið inn
og av so miklum alvi
inni lá ein risi og svav
við opnum kjafti á gólvi.
73 Ógvuligt var at síggja tá
risans skortin so langa,
nasagluggar sum neystadyr,
og eyguni glógva sum brandar.
74 Valin stendur og lýðir á,
hann teinkir so væl til ráð,
hvøssu hann skuldi við risan gera,
deyðan skal hann fá.
75 Hann tók upp sín lindarsaks
og sprettir upp risans bjálva,
ikki vaknaði breiði tussi,
tá kom at hans nalva.
76 Valin tekur sítt bitra svørð,
sum hann hevði bundið um kálva,
ætlaði tá til Bjarna risa
at miða beint á nalva.
77 Valin brá svørðið í veðrið upp,
hann loyndi ikki megin eftir,
høgdi so til Bjarna risa,
út gjøgnum ryggin kvetti.
78 Risin vaknar við kaldan dreym,
runt um hellið rakar,
Valin leyp av hellinum út
og ei leit seg tilbaka.
79 Risin brølar í hellinum,
hans innvøl úti hekk,
Valin stendur og lýðir á,
hartil hans hugur gekk.
80 Risin brølar í hellinum,
hans innvøl úti var,
Valin stendur og lýðir á,
hann gekk honum væl so nær.
81 Tá var buldur í hellinum,
tá ið Bjarna risi læt lív,
síðan læt Valin gullið bjarta
laða á gangara sín.
82 Har vóru gull og vovnar perlur,
mangt, sum ikki kann nevna,
alt læt Valin á gangara [laða],
reið glaður við slíkum fegni.
83 Valin reið frá hellinum,
og glaður av teirri lund,
møtir hann eini valdari kempu,
ei býst friður um stund.
84 "Hoyr tað, tú valda kempa,
hví ríður tú her so eina,
hevur tú verið í Borgargørðum,
biðið um vívið væna?"
85 "Eg var meg í Borgargørðum,
bað tað vívið besta,
far tú ikki, Valin svein,
tí eg havi frúnna fest!
86 Eg var meg í Borgargørðum,
festi mær tað vív,
aktar tú at ríða hartil,
og kosta skal tað títt lív.
87 Ei skal tú her, Valin svein,
njóta slíka frú,
tá skulu *váknini galda* mest
og sigur at vinna í bú."
88 "Tú skalt ikki, valda kempa,
njóta her tín vilja,
áðrenn eg fari til hallar heim,
illa skulum vit skilja."
89 Tað var henda valda kempa,
dvaldist ikki leingi,
hon tók upp tann stóra stein,
eftir Valin slongdi.
90 Valin tók ímót steininum,
sum valda kempa sendi,
so hevði hann reikað fyri seg,
hann steinin aftur vendi.
91 Steinurin fleyg í veðrið upp,
yvir dalar og fjøll,
hann kom niður á valdu kempu,
hon datt deyð á vøll.
92 Tað var henda valda kempa,
datt deyð á grønan vøll,
hoyrt er gitið um Valin svein
og tussar og Bjarna trøll.
93 Kennitekn hevði hann av,
hvat manndómsverk hann vann,
reið so heim í borgargarð
við kempusvørð í hand.
94 Hann kom at tí borgarportri,
tá býðst meiri vandi,
tólv vóru tað riddarar,
sum miðjan portur standa.
95 Tólv vóru tað riddarar,
sum hildu har frúgvarvakt,
teir brúktu gull og vovnar perlur,
høvdu so mikla makt.
96 "Hoyrið tær, reystir riddarar,
her fyri durum goyma!
Eg skal ganga í hallina inn
at finna frúnna heima.
97 Hoyrið tær, allir riddarar reystir,
her fyri durum standa!
Eg skal ganga í hallina inn
at biðja um frúnna vanda."
98 Valin gekk í hallina inn,
sum fyrr hevur verið siður,
hevur nú alt í einum orði,
heilsar og hann biður.
99 Valin gekk í hallina inn,
og tonkti seg um til ráð,
hvøssu hann skuldi ta bjørtu brúður
við mikla lempu fá.
100 Valin stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðu sína:
"Sit væl, reysti Jákin kall,
tú gev mær dóttur tína!"
101 Leingi sat hann Jákin kall,
tonkti seg til ráð,
hvøssu hann skuldi Valin svein
eitt hániligt andsvar fá.
102 "Tú ert versti rossakallur,
førdur av hesum landi,
annar biðil til mína dóttur,
enn tú øskubrandur."
103 "Eg eri eingin rossakallur,
ei nakar øskubrandur,
antin skalt tú lívið láta,
ella festa tína dóttur vanda."
104 Valin var ikki hugabráður,
hans kinnir gjørdust reyðir:
"Sanna hoyrið tær orðið mítt,
at biðil tín er deyður."
105 Svaraði jomfrú Fagra
av so miklum mein:
"Veitst tú nakað um biðil mín,
ger mær tá av tí grein!"
106 "Eg skal siga frá biðil tínum
her í hesi høll,
hann lá mitt á mínari leið
deyður á grønum vøll.
107 Hoyr tú, jomfrú Fagra,
hvat eg sigi tá!
Her hevur tú hans bitra svørð,
sum navnið stendur á."
108 Tað var jomfrú Fagra,
varð seg so illa við,
tá ið hon sá sítt biðilsnavn,
hon fell í óvit niður.
109 "Tú hevur dripið biðil mín,
úti á víðum vølli,
ikki skalt tú livandi sleppa
út av hesari høll."
110 Hartil svaraði Jákin kall,
av so ilskum bræði:
"Valin skal í gálgan upp
at turka síni klæði."
111 Valin leyp á hallarbonk,
upp yvir Jákins menn:
"Áðrenn eg hangi í gálganum,
til møði skuluð tær kenna."
112 Valin leyp á hallarbonk,
upp yvir Jákins manna:
"Áðrenn eg hangi á gálganum
við vápnum skal eg kanna."
113 Jákin kall rópar á sínar menn,
biður ikki dvøljast leingi:
"Takið reysta Valin svein,
hann skal í gálgan heingjast!"
114 Tað vóru allir Jákins menn,
reistust upp úr høll,
Valin sá sær ongan frama,
leyp á grønan vøll.
115 Valin leyp á gangara sín,
og hesturin tók at renna,
einki hevði Jákin kall
eftir honum at spenna.
116 Tað var reysti Valin svein,
hann tekur av sær hatt:
"Sitið væl, allir Jákins menn,
tær havið nú góða nátt!"
117 "Kemur tú aftur til borgargarð,
grísin hund skal teg bíta,
deyðan skalt tú harðan tola
í myrkastovu at sita."
118 Valin hugsar við sjálvum sær,
víða finnast kempur:
"Betri er at flýggja herfrá
og vinna hana aftur við lempu."
119 Valin reið frá Jákin kalli,
tekur so hart at spenna:
"Komi eg aftur til borgargarð,
óræddur má eg renna."
120 Valin reið frá borgargørðum,
letst í brynju blá:
"Komi eg aftur til Jákin kall,
sigur skal hann ikki fá."
121 So reið hann Valin svein
yvir dalar og fjøll,
áðrenn dagur at kvøldi kom,
tá var hann á risans høll.
122 Tað var reysti Valin svein,
hann gekk á risans dyr,
kendi so væl tað herbergið,
sum hann hevði verið fyrr.
123 Valin gekk í hellið inn
av so miklum veldi
inni sat ein Bjarna risi,
som stokti krásir á eldi.
124 "Her kemur tú, Valin svein,
sum drap mítt besta ráð,
tú skalt nú á somu stund
og leggja snart lívið á."
125 Risin reiggjar jarnstongini
av tí hørðum reiði,
sipaði eftir Valin sveini
og aktaði hann at deyða.
126 Tað traff ikki Valin svein,
sum risin sipaði til,
snarliga brá hann seg undan,
tí tá gekk alt, sum vil.
127 Tað var reysti Valin svein
sínum svørði brá,
so høgg hann til tann Bjarna risa,
hann hevði hans høvur frá.
128 So hevði hann báðar risarnar dripið,
inni í hesum helli,
har fær hann tað reyðargull,
sum einki var at bella.
129 Hann tók bæði gull og silvur,
alt úr risans høll,
laðar so á gangara sín,
og reið á grønan vøll.
130 Aftur læsti hann risans helli,
tað stendur so enn í dag,
og reið so heim á Reynagarð
við alt sítt gull og fæ.
131 Tá ið hann kom at garði heim,
sær hann miklan vanda,
hann sær Viljorm, bróður sín,
mót trøllkelling at ganga.
132 Tá ið hann kom at garði heim,
sær hann alt so víða,
hann sær Viljorm, bróður sín,
mót trøllkelling at stríða.
133 Tekur hon í Viljorm,
bæði av ilsku og bræði,
bankar hann so við báðum hondum
og rívur av honum klæði.
134 Tað var fagur Valin svein,
tekur sær at gráta:
"Statt væl, Viljorm, bróðir mín,
lív skalt tú ikki láta!"
135 Tað var fagur Valin svein,
hann tykist einki at bella:
"Statt nú væl og manniliga,
hon skal teg ikki fella!"
136 Valin leyp undan hallarveggi,
loyndi ikki megin eftir,
hann tók risans jarnstong
og henni um heysin setti.
137 Tók hann Viljorm, bróður sín,
setti hann á sín hest,
so reið hann til hallar heim,
sakta kundi hann best.
138 Tók hann Viljorm, bróður sín,
legði hann í sín sal,
heintar allar lekjarar,
sín bróður lekja skal.
139 So var hann 'vinde' Viljorm
sjúkur [og sárur] av ekka,
teir skonkti honum tann brúna mjøð,
helst tað besta at drekka.
140 Løgdu teir hann í varma *leyg
og lekti hansara sár,
seymaðu aftur við silkitráði,
fór ikki út við fára.
141 Grøddu teir hann í dagar,
og grøddu teir hann í tvá,
fyrsti dagur í fjórðu viku,
fór hann í brynju blá.
142 Aftur fekk hann megi stórt,
sum hann varð drigin frá,
klæðist í skjøld og harniskjur
og so í brynju blá.
143 Nú er hann Viljormur,
lektur í høll,
allar skal hann leikir vinna,
hvar hann ríður um fjøll.
144 Nú er hann Viljormur,
lektur í bý,
allar skal hann leikir vinna,
hvar hann kemur í stríð.
145 Allir lovaðu lyfti stórt,
mikið alt um at vinna,
sum gullið glógvar í Valins høll,
so skal leggja í minni.
146 Valin klæðist árla morgun,
um eina morgun snimma:
"Nú lystir meg til borgargarð
Jákin kall at finna."
147 Nú skal lata liðið samla
og gera so mikið mót,
sjey hundrað við skip at fara,
og annaðslíkt til fóts.
148 Nú skal lata liðið samla,
leggja so væl í minni,
sigla so til borgargarð
roysnisverk at vinna.
149 Nú skal lata liðið samla,
sum gitið skal verða leingi,
sigla til borgargarð so
at royna raskar dreingir.
150 Nú skal lata stevnið stilla
og gera so mikið gný,
leggja seg við Eysturtanga,
við manna hundrað trý.
151 Nú skal lata stevnið stilla,
og gera so mikin vøkst,
leggja seg við Eysturtanga
við manna hundrað seks.
152 Nú skal lata stevnið stilla,
og gera so mikið hól,
leggja seg við Eysturtanga
við manna hundrað tólv."
153 Svaraði reysti Viljormur,
sum smíða læt svørðið sterka:
"Fara vit um oynnarsal,
at vinna roysniverk."
154 "Eg skal aftur til borgargarð,
enn á øðrum sinni,
at vinna vív og roysnisverk,
sum dreingir leggja í minni."
155 Fóru teir um oynnarsal
og bygdu sær knørrin sterka,
sjey hundrað til skipið hvørt,
og valdu til tað besta.
156 Valin biður sínar menn
stíga á snekkjuborð,
hava svørð og harniskjur
og so tað ófrið orð.
157 So sigla teir Valins menn
fram við Jákins landi,
halda so beint á Jákin kall
við búgvið svørð í hendi.
158 Valin biður sínar menn
hava so gott eitt mót:
"Koyrum hart til Jákin kall
og fellum hann for fót!"
159 Kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Valin svein
sínum fótum á land.
160 Fyrstur steig hann Valin svein
sínum fótum á land,
tólv brynjaðir adilsmenn
undir hans høgru hand.
161 Tað var reysti Valin svein,
gekk frá strondum niðan,
møtir hann tá Jákin kalli
mitt í borgarliði.
162 Tað var reysti Valin svein,
gekk frá strondini niðan,
har kom reysti Jákin kallur
út av borgarliði.
163 Leggur svørð á Jákins háls,
nú er av at kvetta:
"Antin er at láta liv
ella tína dóttur at festa."
164 Hartil svaraði Jákin kall,
mælir av ræddum bræði:
"Eg skal fara í hallina inn
og taka frúnna av ráði.
165 Høgg meg ikki, Valin svein,
gev mær ei tað versta!
Tú skalt mína sælu dóttur
sjálvum tær at festa."
166 Jákin kall skifti síni orð,
tá ið hann kom í høll,
tólv hundrað valdi hann sær
út á grønan vøll.
167 Jákin rópar yvir sínar menn,
biður klæðast snart,
stríðast móti Valin svein:
"Hann gongur okkum skarpt."
168 Snarliga klæðast Jákins menn,
allir í brynju ný:
"Nú skal fara í stríð í dag,
og ikki undan at flý."
169 Tá ið Valin hetta sá,
at Jákin kall so sveik:
"Hevði eg vitað av svikunum,
tú skuldi smakkað steik.
170 Svikari vart tú, Jákin kall,
nú í hesari ferð,
eg skal hevna á somu stund
við . . . . . . .
171 Jákin kall rópar á sínar menn,
hinumegin við borg:
"Farið varliga í vígginum,
tí Valin ger os sorg!"
172 Valin ríður um borgargarð
við sítt svørðið í hendi,
høgdi so til Jákins menn,
mangan deyðan rendi.
173 So høgdu teir Valins menn,
tá skalv grót og grund,
mangur reystur riddari
læt lív á teirri stund.
174 So høgga teir Valins menn,
blóðið dreiv í ský,
maktast reysti Viljormur,
ið víggjum stendur í.
175 Svaraði reysti Viljormur
tað fyrsta orðið tá:
"Hoyr tað, Valin, bróðir mín,
greið mær honum frá!"
176 Tað var reysti Valin svein
sær tilbaka vendi,
høgdi so sterkt av mikli fart,
oddin í hjartað rendi.
177 Viljormur leyp undir borgarportur,
møði av sær renna:
"Hevði eg ikki gjørt fyri æru skyld,
við hørðum skuldi eg spenna."
178 Valin rennur í herin fram,
við spenta sínum alva,
búkar fullu til jarðar niður,
kluvu av um nalva.
179 Viljormur rennur í herin fram
við spenta sínum streingi,
búkar fullu til jarðar niður,
sum gitið má verða leingi.
180 Høgga títt, teir líva lítt,
og so er tað at gera,
ikki kundi Jákin kall
nakran sigur bera.
181 Fram kom ein av Jákins monnum,
vænur var í vøkstri,
hann var átjan alin høgur
upp frá saðil og hesti.
182 Valin var bæði mikil og stór,
sum gitið man verða enn,
høgdi til við báðum hondum,
kleyv hann niður í tenn.
183 Kempan datt á vøllin niður,
siga mær søgur frá,
annar kom á baki hennara,
bar sín skjøldur blá.
184 Viljormur hann reið honum ímót,
vildi ei undan lúta
fast bóru tá eggir saman,
eldur úr svørðum fúka.
185 "Betri var tær, Viljormur,
heima ligið og strúkað,
enn at berjast á víðum vølli,
eldur úr svørðum fúka.
186 Betri var tær heima ligið,
drukkið mjøð og vín,
enn at berjast á víðum vølli
snarliga láta lív.
187 Betri var tær heima ligið,
favnað fríða frú,
enn at berjast við Geira sterka
og láta lívið nú."
188 "Eg havið oftum heima ligið,
ført mær gull til lands,
betri er at berjast við teg
enn leika við frúvur í dans.
189 Betri er at berjast við teg
enn sita við frúgvar lær,
eg havi oftum heima ligið,
reitt mær gull í garð.
190 Eg havi oftum heima ligið,
lagt mær gull í galv,
betri er at berjast við teg
enn leika við frúgvur í talv."
191 "Tú gert einki, Viljormur,
at koma við spottum fram,
sum leggur teg við borgarlið,
og møði av tær rann.
192 Tú gert einki, Viljormur,
koma við spottarorð,
eg kann tó við váknum best
at fella teg til jørð.
193 Tú gert einki, Viljormur,
koma við spottaralvi,
eg kann tó við vápnum best
klúgva av um nalva."
194 Geiri sterki svørði brá,
væl má á tí líta,
høgg hann so til Viljorm,
ikki kundi á bíta.
195 Tað var reysti Viljormur,
hann sínum svørði vendi,
høgdi til við báðum hondum,
blóðið svørðið í kendi.
196 Viljormur gav tað høggið stórt,
av so miklum undur,
høgdi til av makt og megin,
tá skalv leyv og lund.
197 Geiri sterki datt á vøllin niður,
klovin í stykki mangar,
tá tyktist hann Jákin kallur
seg ongan sigur at fanga.
198 So riðu teir Valins menn
beinan vegin fram,
kluvu hvønn um tvørar herðar,
ímóti honum rann.
199 So høgga teir Valins menn,
tað skulvu toppar og garðar,
mangur reystur riddari
fall deyður niður til jarðar.
200 So høgga teir Valins menn,
svørðið tað ringlar í hendi,
einki livdi eftir av Jákins monnum,
tá tók hann leik at enda.
201 Riðu so teir Valins menn
ígjøgnum ta grønu lund,
allir lótu Jákins menn
lív á teirri stund.
202 Nú hevur Jákin kallur
fingið ta stóru sorg,
hann er flýddur úr vígginum
upp í ta hægstu borg.
203 Nú hevur Jákin kallur
fingið tann stóra harm,
hann er flýddur úr víggi upp
í tað hægsta torn.
204 Svaraði reysti Valin svein,
tekur á reiði renna:
"Hvar er reysti Jákin kall,
sum nú skal lata brenna?"
205 "Hoyr tú, Valin, bróðir mín,
væl veit eg tann kall,
hann er flýddur í høga torn
við knektum sínum og jallum."
206 Valin fór í tornið upp,
og Viljormur honum fylgdi,
ikki tókti Jákin kall
at vera komin í verri gildi.
207 Jákin kall situr í torninum,
tekur so hart at gráta,
Valin rópar uttanfyri:
"Lívið skalt tú láta."
208 Valin fór í tornið upp,
og tekur í Jákin kall,
varpaði hann so á hallargólv
og gav hann eitt knappligt fall.
209 Valin fór í tornið upp,
og tekur í Jákin so grimm,
varpaði hann á hallargólv,
tað brotnaðu rivini fimm.
210 "Hoyr tú, reysti Jákin kall,
eg má væl á teg minnast,
tá ið vit møttust í borgarliði,
har sveik tú meg á sinni.
211 Eg bað teg vív í borgarliði
av so góðum sinni,
nú skalt tú her, Jákin kall,
lívið láta inni."
212 Tað var reysti Valin svein,
sínum svørði brá,
høgdi so til Jákin kall,
hann hevði hans høvur frá.
213 Valin kastar vákn í høll:
"Nú er av tað versta,
leiðið mær frúnna í hallina inn,
nú skal eg hana festa!"
214 Inn kom frúgvin Fagra,
rekkir sína hvítu hond,
lystiligt var at lýða á
teirra fastnarabond.
215 Inn kom frúgvin Fagra,
rekkir hond yvir borð,
lystiligt var at lýða á
teirra fastnaraorð.
216 Valin tekur Fagru frúgv
sjálvum sær at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
og læt ikki longur fresta.
217 Lótu [tá] til brúdleyps ætla
av so miklum meingi,
kom so mangur hovmaður til
sum fjøður á fuglaveingi.
218 Lótu til tað brúdleyps ætla,
tá var einki at tvørra,
átjan borgum boðið var,
tólv hundrað á hvørji.
219 Drukkið varð teirra brúdleypið,
og gott var teirra lív,
og bæði gingu í eina song,
Valin og hansara vív.
220 Gingu so bæði í eina song,
Valin og hansara vív,
síðan hvør, sum boðin var,
haðan heim til sín.
221 Valin fór aftur til Reynagarð,
við Fagru frúgv tí bjartu,
Viljormur ræður fyri Borgargørðum
við sítt móðiga hjarta.
222 Viljormur ræður fyri Borgargørðum,
sum hann tað fullvæl mátti,
settist aftur í stólin tann,
sum Jákin kallur átti.
223 Valin fór aftur til Reynagarð
við svørð og brynju blá,
síðan ráddi Viljormur
for Borgargørðum tá.
Rennur, rennur hann folin á grønari grund,
mín ber reyðan lund,
stígum dans á stund!
Kátur leikar folin á grønari grund.
Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 49, s. 217.
Útgávur:
1. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr.Matras greiddu til útgávu,1967) Band IV, Teil 2, s. 312.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 23. bind, s. 44.
Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík, fyri 1854
E 88 Valin Svein (Giant-slaying suitor kills rival and maiden’s father to get her)
Valin kemur fram á eitt risahelli, drepur fleiri riser og fer við gulli teirra.
Hann heldur av stað at biðja um Føgru. Á leið síni depur hann ein risa. Síðani hittir hann ein mann, sum hevur skipað fyri at giftast við Føgru. Hann drepur hann og tekur svørð hansara. Hann ber upp bønarorð hjá faðir Føgru og hjá Føgru sjálvari, men fær krakk. Tá ið hann sýnir svørðið fram, royna tey at taka hann, men hann sleppur undan teimum. Á leið síni drepur hann enn ein risa.
Tá ið hann kemur heim, finnur hann beiggja sín Viljorm í bardaga við eitt risakvendi. Hann bjargar beiggja sínum. Tá ið Viljormur er komin fyri seg, fara teir aftur heim til Føgru. Pápi hennara roynir við svikaráðum at taka teir, men í bardaganum, sum spyrst burturúr, verður hann dripin við øllum sínum monnum.
Valin giftist Føgru.
á føroyskum: CCF 102 (bert á føroyskum)