Skip to main content

Grímur í fjallinum

 

CCF 54 A

TSB A 15

 

1 Bøndur tveir á bera jørð

teir biðja meg ríma,

hvør hevur sína leiku fingið

at elva gleði sína.

 

Latum dans dynja dreingir,

stásiliga stíga í ring!

Stendur hon væl frúvan.

 

2 Torbjørn tann, ið eldri var,

kundi væl dyst at ríða,

átt hevur hann sær konu ta,

eitur Gullborg fríða.

 

3 Bóndin er á skógnum burt,

skemtar sær við skreyt,

heima sita leikur tvær,

komu í tunga treyt.

 

4 Bóndin er á skógnum burt,

skemtar sær við skrúður,

heima sita leikur tvær

inni í sínum búðum.

 

5 Gullborg kemur út árla morgun,

sær seg um so víða,

hon sær ein so grimman risa

oman úr fjalli líða.

 

6 Hundar tóku at goyggja hátt,

tá Grímur at garði dregur,

stígur á legg við sterkum alvi,

jørð um kálva veður.

 

7 Hundar tóku at goyggja hátt,

tá Grímur at garði dró,

stígur á legg við sterkum alvi,

jørð við kálva vóð.

 

8 Veggir allir svignaðu,

hvar hann kom í tún,

hurðar allar klovnaðu,

áðrenn hann fekk rúm.

 

9 Beinkir allir brotnaðu,

hvar hann gekk í sæti,

svaraði Gullborg, bóndans kona:

“Slíkt eru trøllalæti.”

 

10 Tók hann hana á bak sítt upp,

fátt man honum at bella,

bar hana so í fjallið niðan,

sum eitur Oknahelli.

 

11 Bóndin kemur av skógnum heim,

saknaði sína frú:

“Nú skal seta fjølment ting

og blása í gyltan lúður.”

 

12 Tað er Gullborg, bóndans kona,

talar, meðan hon svevur:

“Her ganga trøll á hvørji nátt,

eg kann her ikki vera.”

 

13 “Eg eri ikki av trøllaætt,

tóast mær vóks tann neyð,

Serklands eri eg kongins son

bæði til góðs og eyð.

 

14 Eg eri ikki av trøllaætt,

tóast mær veks tann vandi,

Serklands eri eg kongins son

bæði til guls og landa.

 

15 Mín hin vánda stjúkmóðir

vildi meg so ryggja,

bað meg vera í Oknahelli

fimtan vetur byggja.

 

16 Mín hin vánda stjúkmóðir

gjørdi mínar kinnar bleikar,

bað meg ognast barn við tær,

annað við tíni leiku.

 

17 Mín hin vánda stjúkmóðir

vildi meg so rapa,

voldi tað hin fríða mark,

hon [fekk] ikki eyguni skapað.”

 

18 Eingin er tann floytan,

ið so fagurt lætur,

sum hann Grímur í fjallinum,

tá bóndans kona grætur.

 

19 Eingin er tann floytan,

si ið láta kann,

sum hann Grímur í fjallinum,

tann vælborin mann.

 

20 Níggju nætur í gólvi lá,

hon kundi ikki barnið føða,

Grímur smíðar gullbørur

við trá og tungan trega.

 

21 Svara tók tá bóndans kona,

minka tók henni mál:

“Flyt meg í tann kirkjugarð,

sum Torbjørn bóndi ár!”

 

22 Tá græt Grímur í fjallinum:

“Fagrasta rósinblóma,

eg kann onga kirkju síggja,

ei nakrar heiligdómar.”

 

23 Svaraði Gullborg, bóndans kona,

tung eru dømini slík:

Níggju fet frá kirkjugarði

set tað ljósa lík!”

 

24 Hann tók hana á bak sítt upp,

fátt var honum at bella,

bar hann so úr fjalli niður,

sum eitur Oknahelli.

 

25 Hann tók hana á bak sítt upp,

tung vóru dømin slík,

níggju fet frá kirkjugarði

setti tað ljósa lík.

 

26 Síðla var um aftanin,

rakkin fell í svíma,

gingin er Gullborg, bóndans kona,

í dreymar for leiku sína.

 

27 “Hoyr tú, Halga, leika mín,

tung eru dømin slík,

níggju fet frá kirkjugarði

stendur mítt ljósa lík!

 

28 Hoyr tað, Halga, leika mín,

tað sigi eg tær fyrst,

eg bæði fór úr heiminum

hungrað og so tyrst!

 

29 Hoyr tað, Halga, leika mín,

hvat eg sigi av bræði,

tú sært mann fyri hellisdurum

í reyðum skarlaksklæði!

 

30 Hoyr tað, Halga, leika mín,

lukkan man teg henda,

tóast tú sært hann vaksnan vera,

tú skalt ikki frá honum venda!”

 

31 Halga klæðist árla morgun,

gevur fullgott treyst:

“Aftur er mín leika komin,

hiðan fór í heyst!”

 

32 Bóndin reisist í beinkinum,

gerst í huga fegin:

“Gangið eftir kennimonnum,

nú líður snart at degi!”

 

33 Ikki kostaði Torbjørn bóndi

minni til enn tá,

børurnar av reyðargulli

læt hann henni slá.

 

34 Børurnar av reyðargulli

læt hann henni gera,

korsið av tí skæra silvur,

merki við at bera.

 

35 Eystan fyri kirkjuna

dreingir eyka á fold,

gróv hann tað hitt ljósa lík

niður í døkka mold.

 

36 Halga klæðist árla morgun,

tað var mest av bræði,

hon sá mann fyri hellisdurum

í reyðum skarlaksklæði.

 

37 Tað var Halga, bóndans kona,

lukkan mundi hana henda,

tó hon sá hann vaksnan vera,

hon mundi ei frá honum venda.

 

38 Hon kom ikki fyrr í bóndans song,

enn høsnini fóru at gala:

“Eg kvíði tað, mín veldiga søta,

teg munnu trøll burt stjala.”

 

39 “Tú ert gamal, og eg eri ung,

mangt man okkum ryggja,

hoyr tú tað, hin gamli kall,

eg vil ikki við tær byggja!”

 

40 Nú er farin veturin,

komin er summarmáli,

nú vil Grímur Oyggjarsson

út av landi fara.

 

41 Svaraði Halga, bóndans kona,

mælir so fyri munni:

“Grímur vil hava tað besta skip

út av skoralunni.”

 

42 Svaraði Halga, bóndans kona,

fyrsta orðið tá:

“Grímur vil hava tað besta skip,

ið tú sjálvur ár.”

 

43 Mánadagin í páskaviku

helt hann út í hav,

kom ikki fyrr til landanna

enn Santa Mortans dag.

 

44 Har gekk teirra knørrur í spón,

so teir dreingir mætu,

Grímur biður teir roysni royna

vilja teir lívið gæta.

 

45 Allir sukku hansara menn

niður í døkkan sand,

Grímur og Halga, bóndans kona,

sluppu upp á land.

 

46 Mitt í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

47 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Serklands drotning for borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

48 Grímur stendur á hallargólvi,

kortar hann ei fíggjar:

Hvar er Serklands kongurin?

Nú vil eg hann síggja.”

 

49 Svaraði Serklands drotningin,

hon tók sær upp fyri gamni:

“Ert tú nakað borin til

at taka við konga navni?”

 

50 Svaraði Grímur í fjallinum

kortar ikki fíggjar:

“Hoyr tú, Serlands drotningin,

tað skalt tú fáa at síggja!”

 

51 Tað var Grímur í fjallinum

sínum svørði brá,

hann kleyv Serklands drotningina

sundur í lutir tvá.

 

52 Tað var Grímur í fjallinum,

fell pá síni knæ,

meðan hann Halgu, bóndans konu,

til ektar festi sær.

 

53 Grímur festi bóndans konu

við so góðum sátti,

settist aftur í ríkið tað,

ið hans faðir átti.

 

Latum dans dynja dreingir,

stásiliga stíga í ring!

Stendur hon væl frúvan.

 

CCF 54 A

TSB A 15

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk folkemindesamling 68, Nr. 76.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 3, s. 322.

2. Jóannes í Króki: Sandoyarbók I, 1968. Rikard Long legði  til rættis s. 76.

 

Heimild: Úr Sandoy: Hans Eriksen, Eiriks-Hanus (1780-1861), Sandi, 1823.

A 15 Grímur í fjallinum (Disenchantment through conception)

Stjúkmamma kongssonin Grím hevur umskapað hann til eitt skrímsl. Hann sleppur undan gandinum, um hann fær barn við bæði Gullborg og vinkonu hennara Halgu. Gullborg doyr í barnferð. Hon kemur í dreymi fram fyri Halgu og biður hana fara til Grím. Halga fer við Grími til land hansara, har ið hann sleppur undan gandinum. Frábr.: A: Grímur ger av við stjúkmammuna.

á føroyskum: CCF 54 (bert á føroyskum)