Regin smiður
CCF 1 Aa I
TSB E 51
1 Vilja tær nú lýða á,
meðan eg man kvøða
um teir ríku kongarnar,
sum eg vil nú um røða.
Grani bar gullið av heiði,
brá hann sínum brandi av reiði,
Sjúrður vann av orminum,
Grani bar gullið av heiði.
2 Sigmundur var ein
jalsins son,
men hann fekk eina so
høgborna konu.
3 So glaðiliga drekka tey
í ríkinum jól,
so fagurliga byggja tey
tann ríka kongins stól.
4 Tá var har so mikil
ríka manna gongd,
ófriður gekk á
kongins land.
5 Ríða teir í bardagar
suður upp á strand,
so reystiliga vardu teir
tann ríka kongins land.
6 Løgdu sínum bátunum
suður við strand,
so listiliga vardu teir
tann ríka kongins land.
7 Ríða teir í bardagin,
lótu har sítt lív,
eftir livir Hjørdis
Sigmundar vív.
8 Stendist tað av bardøgum,
eingin kemur heim,
eftir livir Hjørdis
við sorg og døpul mein.
9 Stoytir hon yvir seg
kápu bláa,
so gongur hon á vánaðin,
sum Sigmundur lá.
10 “Ligg nú heilur, Sigmundur,
søti mín,
eg man vera í sorgartíð
komin at vitja tín.
11 Hoyr tú, reysti Sigmundur,
søti mín,
eru tey nakað grøðandi
sárini tín?”
12 “Seint manst tú, Hjørdis,
fáa til tess ráð,
gera tey smyrslini,
sum grøða míni sár.
13 Hundsins synir í randarný
skaðan gjørdu tær,
eitur var í svørðinum,
teir bóru móti mær.
14 Áðrenn teir góvu mær
tað fyrsta sár,
sundur gekk mítt svørðið
í lutirnar tvá.
15 Sundur gekk mítt svørðið,
og sundur gekk mítt spjót,
Hundsins synir
riðu mær allir ímót.
16 Sundur gekk mítt svørðið
í lutir tvá,
tí mundi eg ongan
sigur av teim fáa.
17 Tað annað sárið, teir
góvu mær tá,
illa neit í hjartanum,
tað hyggi av tí gár.
18 Tað, ið tú hevur í vónum hjá tær
tað er sveinsbarn,
føð tað væl við ærum upp,
og gev tí Sjúrðar navn.
19 Tak tú hesar
svørðslutir tvá,
lat tú teir til smiðju bera
ungum soni, tú ár.
20 Av sonnum eg tað sigi
nú til tín:
hesin sami sonur
skal hevna deyða mín.
21 Regin smiður býr fyri
handan á,
honum skalt tú fáa hesar
svørðslutir tvá.
22 Og so má hann gera tað
so reinliga hart,
bæði má hann vega við tí
steinin og jarn.
23 Frænar eitur ormurin,
á Glitrarheiði liggur,
Regin er ein góður smiður,
fáum er hann dyggur.
24 Eg fái ikki, Hjørdis,
longur snakkað við teg,
hetta man vera deyðastundin,
ið komin er á meg.”
25 Grátandi snúðist Hjørdis
Sigmundi frá,
allar hennara hirðkonur
feldu fyri hann tár.
26 Grátandi fór nú Hjørdis
í sínum sali at sitja,
Hjalprek kongur fyrstur og fremstur
frúnna kom at vitja.
27 Frúgvin gekk sær við barninum
níggju mánar sínar,
til at teirri stundum leið,
hon føðir ein svein so fríðan.
28 Nú er enn sum ofta fyrr,
duld er døpul mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.
29 Sveipar hon hann í klæðir væl,
tá ið hann kom í heim,
Sjúrða bað hon nevna sær
tann geviliga svein.
30 Barnið varð sveipt í klæði væl,
og gott er til góðan at evna,
síðan bað hon presti bera,
Sjúrða bað hon nevna.
31 Hann varð borin frá kirkjuni
aftur til móður sín,
meira læt hon røkta hann
enn alt sítt gull í skrín.
32 Barnið varð borið frá kirkjuni
og sett á móðurs fang,
meira legði hon røkt á hann
enn alt sítt gull og sprang.
33 Barnið varð borið frá kirkjuni
og sett á móðurs knæ,
meira legði hon røkt á hann
enn alt sítt gull og fæ.
34 Sigmundur kongurin
frá henni gekk,
Hjalprek kongurin
hana aftur fekk.
35 Hjalprek kongurin,
tann jalsins son,
hann fekk nú sær so
høgborna konu.
36 So var tað við Sjúrða,
mikil gav hann vekst,
meiri vaks hann í ein mánað,
enn onnur børn í seks.
37 Hann vaks upp hjá síni móður,
tað er einki hól,
meiri vaks hann í ein mánað
enn onnur børn í tólv.
38 Hann vaks upp hjá síni móður,
hon gav honum gangin hægst,
hann royndi meira í ein mánað
enn onnur børn í seks.
39 Hann vaks upp hjá síni móður,
miklan fekk hann alva,
styrknaði meiri í ein mánað
enn onnur børn í tólv.
40 Hann vaks upp hjá síni móður,
lukkan honum góð,
hann vann meira í ein mánað
enn onnur børn í tólv.
41 Hann vaks upp í ríkinum
til geviligan mann,
Hjalprek kongurin
fostraði hann.
42 Hann vaks upp í ríkinum
skjótt og ikki leingi,
til hann gjørdist í høggum tungur,
hann bardi kongins dreingir.
43 Hann var sær á leikvøllum,
ímillum manna herjar,
rívur upp stórar eikikelvar,
lemjar summar til heljar.
44 Niður settust sveinarnir,
vreiðir ið teir vóru:
“Líkari var tær faðir at hevnt
enn berja os so stórum.”
45 Sveinur kastar skildri niður,
lystir ei longur at leika,
gongur fyri sína sælu móður
við reyðar kinnar og bleikar.
46 Sveinur gekk til móður sína,
talar rætt og slætt:
“Sig mær sannan faðir at mær,
ein hvør vil vita sín ætt.
47 Hoyr nú tað, mín sæla móðir,
sig mær satt ífrá:
varð mín faðir av lívi tikin,
ella doyði hann á strá?
48 Hoyr tú nú, mín sæla móðir,
spyrja má eg nú teg:
varð mín faðir við váknum vigin?
Dult er tað fyri meg.
49 Hoyr tú, mín hin sæla móðir,
sig mær nú satt ífrá:
er hann enn á vørildini,
ið mín faðir vá?”
50 “Um hann er á vørildini,
ið tín faðir vá,
tað verður ikki, meðan tú livir,
tú sømdir av honum fár.
51 Hundsins synir í randarný
teir tín faðir vá,
tú manst ikki, meðan tú livir,
sømdir av teimum fá.”
52 Sveinur svaraði síni móður,
alt væl sum hann kundi:
“Ofta hevur vaksið ungum rakka
hvassar tenn í munni.”
53 Frúgvin gekk at tí kistuni,
sum øll var í gulli tvigin:
“Her skalt tú síggja tey herklæði,
sum tín varð faðir í vigin.”
54 Hon læsir upp ta kistuna,
sum nógv var í gull og fæ,
hon tekur upp teir svørðslutir
og kastar Sjúrða á knæ.
55 Hon tekur upp ta skjúrtuna,
sum øll var í blóði drigin:
“Her sært tú nú, mín sæli sonur,
hvussu tín varð faðirin vigin.”
56 Hon tekur hesar svørðslutir,
Sjúrða hon teir fær:
“Hetta gav tín hin sæli faðir,
ið mikið gott unti mær.
57 Tak tú hesar
svørðslutir tvá,
lat tú tær eitt annað
svørðið av teim slá.
58 Regin smiður býr
fyri handan á,
honum skalt tú fáa
hesar svørðslutir tvá.
59 Honum skalt tú fáa
hesar svørðslutir tvá,
smíða væl og virðiliga,
til tú ríða má.
60 Frænar eitur ormurin,
á Glitrarheiði liggur,
Regin hann er góður smiður,
fáum er hann dyggur.”
60 Tað var hin ungi Sjúrður,
honum mundi einki fresta:
“Hoyr nú tað, mín sæla móðir,
vís mær á veldigan hest!”
62 “Gakk tú fram at fossinum,
varpa stein í á,
kjós tær hest til handar tann,
sum ikki víkir frá!”
63 Hann gekk sær at fossinum,
kastaði stein í á,
tók sær tann av hestunum,
sum ikki víkti frá.
64 Hann var í tí ríkinum
ein tann allarbesti,
síðan varð hann kallaður
Grani Sjúrðar hestur.
65 Árla var um morgunin,
meg man rætt um minna,
Sjúrður kvittar yvir um á
Regin smið at finna.
66 Sjúrður leyp á Grana bak
sama morgun snimma,
so ríður hann sær yvir um á
Regin smið at finna.
67 Tað var hin ungi Sjúrður,
ríður fyri dyrnar fram,
Regin kastar smíðinum,
hann tekur jarn í hond.
68 “Hoyr tú meg nú, Regin,
hetta er fyrsta mín ferð,
ger mær tað, tú Regin smiður
smíða mær nú eitt svørð!
69 Tak nú frá mær hesar
svørðslutir tvá,
tú mást mær eitt javngott
svørð av teimum slá.”
70 “Ver vælkomin, Sjúrður,
tú ert mær so kær,
dvølst í ríkinum nakra tíð
og hesa nátt hjá mær!”
71 “Eg fái ikki, Regin smiður,
dvølst í nátt hjá tær,
Hjalprek kongur saknast meg
úr hásætinum frá sær.
72 Smíða mær nú svørðið
skjørt og so reint,
bæði má eg vega við tí
jarnið og so stein.”
73 Regin tók við svørðinum,
og legði hann tað í eld,
einans náttina
hevði hann tað í gerð.
74 Einans náttina
hevði hann tað í gerð,
hugaður var nú Sjúrður ungi,
har ið hann fer.
75 Árla var um morgunin,
sólin skín so snimma,
Sjúrður loypur á Grana bak
Regin smið at finna.
76 Sjúrður er riðin
fyri dyrnar fram,
Regin kastar smíði
og tekur sær svørð í hond.
77 “Smíðað havi eg svørðið,
gjørt havi eg tað til,
bilar tær ei hugurin,
lívið leggi eg við.
78 Smíðað havi eg svørðið
skjørt og so reint,
bæði mást tú vega við tí
jarn og so stein.”
79 Sjúrður gekk at sterkan steðja,
roynir alt við hast,
fyrsta høggið, ið hann brá,
í tógva lutir brast.
80 “Deyðan ert tú, Regin smiður,
av mær verð,
at tú mundi svikið meg
í váknagerð.”
81 Tekur hann hesar svørðslutir,
kastar á Regins knæ,
Regin smiður skalv
sum eitt liljublað.
82 Legði hann hesar svørðslutir
aftur í hans hond,
tá skalv hondin á Regin smiði
sum eitt liljuvand.
83 “Smíðar tú annað
svørðið so mær,
deyðan mást tú, Regin smiður,
vænta tær.
84 Tú mást gera tað so
reinliga hart,
bæði má tað vera
tolið og so skarpt.
85 Smíða mær svørðið
skjørt og so reint,
bæði má eg vega við tí
jarn og so stein.”
86 “Hoyr tað, Sjúrður ungi,
smíði eg tær svørð,
hjartað úr orminum
vil eg hava í verð.
87 Smíði eg tær svørðið,
geri eg tað so,
hjartað úr orminum
leggi eg virðin á.”
88 Regin gongur at smíðinum,
legði svørð í eld,
tríati næturnar
hevði hann tað í gerð.
89 Tríati næturnar
hevði hann tað í gerð,
hugurin var um Sjúrða unga
og um hansara ferð.
90 Tað var um ein árla morgun,
sólin skein so víða,
Sjúrður kvittar yvir á
til Regin smið at ríða.
91 Tað var hin snari Sjúrður,
reið fyri dyrnar fram,
Regin kastar smíði
og tekur svørðið í hond.
92 “Ver vælkomin, Sjúrður,
hvussu er at tí vón?
Góðar hevur tú yvirvánir
í allari ásjón.
93 Ver vælkomin, Sjúrður,
smíðað havi eg svørð,
bilar tær ei hugurin,
tú verður so víða á ferð.
94 Smíðað havi eg svørðið
skært og so reint,
bæði mást tú vega við tí
jarnið og so stein.”
95 Sjúrður gongur at steðjanum,
høggur á við fart,
hvørki mátti røkka ella støkka,
so var svørðið hart.
96 So høgg hann Sjúrður
fastliga til,
sundur kleyv hann steðjan
og stabban við.
97 Hann vá ein orm av giltum upp,
annan skamt íhjá,
Gramm kallaði hann svørðið,
á gólvinum lá.
98 “Hoyr tú, frægi Sjúrður,
av kongaborið vív,
fyri tílíkar høvdingar
vil eg lata lív.
99 Hoyr tú, frægi Sjúrður,
siga mást tú mær,
nær tú ríður á Glitrarheiði,
eg vil fylgja tær.”
100 “Fyrst fari eg í randarný
Hundsins synir at fella,
síðan fari eg á Glitrarheiði,
tí mær man einki bella.
101 Fyrst fari eg í randarný
Hundsins synir at finna,
síðan ríði eg á Glitrarheiði,
tí tað verður mær minna.”
102 Snarliga vá hann Hundsins synir,
snart kom hann aftur úr teirri,
stokkut stund hann dvøldist við,
hann reið á Glitrarheiði.
103 Allar vá hann Hundsins synir,
væl kom hann aftur frá teim,
skamri stund av ríkinum
hann reið á Glitrarheiði.
104 Tað var svikarin Regin smiður,
hugsar so við sær:
“Kvittar tú á Glitrarheiði,
eg skal fylgja tær.”
105 Tað var hin ungi Sjúrður,
ríður fram yvir skóg,
møtir honum ein gamal maður,
settist niður á ló.
106 Tað var hin ungi Sjúrður,
ríður á Glitrarheiði,
møtti hann einum gomlum manni
mitt á sínari leið.
107 Tað var hin ungi Sjúrður,
hann situr á baldum hesti,
so er mær av sonnum sagt,
at tað var Nornagestur.
108 “Hoyr tú, reysti Sjúrður,
siga skalt tú mær:
hvør er hasin vesæli maður,
í fylgi er við tær?”
109 “Regin smiður ormins
bróðir hann er,
tí er hann ein í
hesari ferð.”
110 “Hvør bað teg, Sjúrður,
grava gravir tvær.
Deyðan hevur sá maður
aktað tær.”
111 “Regin legði ráðini,
at grava gravir tvær,
tí er hann við mær
í hesari ferð.”
112 “Hevur Regin biðið teg
grava gravir tvær,
hann er versti Guds svikari,
deyða vil hann teg.
113 Grav tú nú tógvar,
ta triðju har íhjá,
ein mun av eitrinum
man tað líva tá.
114 Grav tú tær tríggjar,
ta fjórðu skamt íhjá,
síðan skalt tú, Sjúrður,
at jørðini náa.
115 Grav tú gryvjur fýra,
um tú verður móður,
harvið skalt tú verja teg
fyri ormins eiturblóði.”
116 Ormurin er skriðin av gullinum,
tað man frættast víða,
Sjúrður situr á Grana baki,
býr seg til at ríða.
117 Ormurin er skriðin av gullinum,
langt ger hann skrið,
Sjúrður trívur um benjarkolv,
hann býr sítt svørðið til.
118 Tríati alin var fossurin,
ið ormurin undir lá,
høvur og sporl á jørðini,
bukt á homrum lá.
119 Tríati alin var fossurin,
ið ormurin undir lá,
uppi vóru bæði bøksl,
og búkur á hamri lá.
120 Tað var hin snari Sjúrður,
sínum svørði brá,
hann kleyv tann hin frænarorm
sundur í lutir tvá.
121 Vænt var tað høggið,
ið Sjúrður gav ta stund,
tá skalv bæði leyv og lund
og øll vørildins grund.
122 Tá skalv bæði leyv og lund
og øll vørildins grund,
Sjúrður brá sín bitra brand,
hjó hann í fýra sundur.
123 Tá spurdi ormurin,
í fjørbrotunum lá:
“Hvør var so hin hugdjarvi,
ið vega tordi so?”
124 “Sjúrða skalt tú nevna meg,
Sigmundar son,
Hjørdis drotning
móðir nevnd var hon.”
125 “Hoyr tú tað nú, Sjúrður,
eg sigi tað til tín:
hvør fylgdi tær tann ringa veg
higar nú til mín?”
126 “Regin er tín bróðir,
hann vísti mær veg,
hann er tann versti svikarin,
deyða vildi hann teg.”
127 Til tess svaraði ormurin,
meðan hann fleyt í blóði:
“Drepa mást tú Regin smið,
hóast hann er mín bróðir.
128 Veg tú nú Regin smið,
sum tú hevur vigið meg,
hann er versti svikarin,
deyða vil sjálvan teg.”
129 Stokti hann hjartað,
vegin var so trongur,
tríati alin
var teinurin langur.
130 Sjúrður gjørdist um hendur heitur
drap hann sær í munn,
fuglar og alskyns djór
vórðu honum á máli kunnig.
131 Tað var tá Regin smiður,
talaði so fyri sær:
“Fái eg tað nú, Sjúrður,
ið tú lovaði mær?”
132 Tá svaraðu vípurnar,
uppi sótu í eik:
“Sjálvur skalt tú, Sjúrður,
eta tína steik.”
133 Át hann hjartað,
av teininum dró,
Regin legðist at drekka
ormins eiturblóð.
134 Regin legðist at drekka
ormins eiturblóð,
Sjúrður gav honum banasár
í spori, sum hann stóð.
135 Tað var hin snari Sjúrður,
sínum svørði brá,
síðan kleyv hann Regin smið
sundur í lutir tvá.
136 Mikið mundi Sjúrður
gullið ognast tá,
tí hann vá tann frænarorm,
á Glitraheiði lá.
137 Árla var um morgunin,
áðrenn upp rann sól,
bant hann upp á Grana bak
gullkistur tólv.
138 Tólv gullkistur
hvørjumegin klakk,
Sjúrður settist omaná,
og so er frásagt.
139 Tólv gullkistur
hvørjumegin á,
Sjúrður leyp á lendar,
og vreiður var Grani tá.
140 Tólv gullkistur
hvørjumegin klakk,
sprakk hann yvir Lindará,
so er frásagt.
141 Grani sprakk um díkið,
sylgjan sundur gekk,
tað er mær av sonnum sagt,
at Nornagestur hana fekk.
142 Nú skal lata ljóði av,
eg kvøði ikki longur á sinni,
nú skal taka upp annan tátt
og víðari leggja í minni.
CCF 1 Aa I
TSB E 51
Handrit: NkS 345, 8vo. Schrøters Sjúrðar kvæði.
Útgávur:
1. Chr. Matras (ed.): J. H. Schrøters optegnelser af Sjúrðar kvæði (Færoensia 3), 1953 s. 2.
2. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band I, s. 1.
3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 1. bind, s. 37
Heimild: J.H. Schrøter, 1818.
E 51 Regin smiður (Sigurd revenges his father’s death and kills the serpent Fafnir)
Sigmundur brýtur svørð sítt og verður deyðiliga særdur í bardaga ímóti Hundings sonum. Áðrenn hann doyr, sigur hann konu síni, Hjørdis, at hon fer at fáa son, og at hon skal geva honum Sjúrðar navn. Hann fer at hevna deyða faðir sín. Sigmundur gevur henni brotna svørð sítt. Regin smiður skal evna nýtt svørð burtur úr pettunum.
Sjúrður veksur til evnaligan ungan mann, og tá ið hann fer ov ógvisliga við vinmonnunum, biðja teir hann heldur fara og hevna deyða faðir sín. Sjúrður fer til móður sína og fær at vita, hvussu drápsmaður pápans eitur. Hann fær brotna svørðið, velur hestin Grana til sín sjálvs og fer til Regin smið. Regin noyðist at smíða svørðið Gram.
Sjúrður ríður í bardaga og ger av við Hundings synir. Saman við Regini fer hann av stað at drepa ormin Fávnir, egna beiggja Regins. Ein gamalur, einoygdur maður (frábr.: A, D, F: Nornagestur) ávarar Sjúrð ímóti Regini. Sjúrður vegur ormin og etur hjarta hansara, og soleiðis verður hann førur fyri at skilja fuglamál. Eisini fuglarnir ávara hann ímóti svikagerðunum, sum Regin hevur í huga, og síðani drepur Sjúrður Regin. Hann fermir allar dýrgripir ormsins á Grana bak og fer heim aftur.
á føroyskum: CCF 1 A: I, Ba-b: I, C ør. 1-100, D: I, E: I, F, G ør. 1-107 (bert á føroyskum). Fyrsti táttur av ”Sjúrðarkvæðum”.