Skip to main content

Regin smiður

 

CCF 1Bb I

TSB E 51  

 

1 Viljið tær nú lýða á,

meðan eg man kvøða

um teir ríku kongarnar,

harum vil eg røða.

 

2 Viljið tær nú lýða á,

so er mær greint ífrá,

Buðlin kong og Gunnar kong,

eg kvøði um báðar tá.

 

3 So glaðiliga drukku

teir síni jól,

so sámiliga settu teir

sín tingarstól.

 

4 Sigmundur var

ein jalsins son,

tað var hin unga Hjerdis,

hon var hans kona.

 

5 Ófriður gekk

á ta heilu høll,

so manniliga vardu teir

tá Buðla kongins fjøll.

 

6 Ófriður gekk á

eystur á strand,

so manniliga vardu teir

tað Buðla kongins land.

 

7 Riðu teir í bardøgum,

eingin kemur heim,

eftir livir Hjerdis

bæði við sorg og mein.

 

8 Stendist tað av bardøgum,

lótu teir sítt lív,

eftir livir Hjerdis,

Sigmundar vív.

 

9 Tað var frúgvin Hjerdis,

hon akslar kápu blá,

so gekk hon í garðin,

sum Sigmundur lá.

 

10 “Liggur tú her, Sigmundur,

søtin mín,

eg man vera í sorgartíð

komin at vitja tín.

 

11 Hoyr tað, Sigmundur,

søtin mín,

eru tey nakað grøðandi

sárini tíni?”

 

12 “Seint manst tú, Hjerdis,

fáa til tess ráð,

gera tey smyrslini,

ið grøða kunnu míni sár.

 

13 Sundur gekk mítt svørðið,

sundur gekk mitt spjót,

Hundsins synir

riðu mær ímót.

 

14 Hundsins synir

skaðan gjørdu mær,

eitur var í svørðinum,

teir bóru at mær.

 

15 Tá ið eg tað fyrsta

sárið fekk,

sundur mítt svørðið

í tógva lutir gekk.

 

16 Tað annað sárið,

teir góvu mær tá,

illa neit í hjartanum,

tað hyggi av tí gár.

 

17 Tak tú hesar

svørðslutir tvá,

lat tú teir til smiðju bera,

ungan son vit ár.

 

18 Tað, ið tú hevur í vónum,

tað er sveinsbarn,

ven tað væl og virðiliga,

gev tí Sjúrðar navn.

 

19 Regin smiður býr

fyri handan á,

honum skalt tú fáa hesar

svørðslutir tvá.

 

20 Fræni eitur ormurin,

á Glitraheiði liggur,

Regin hann er góður smiður,

fáum er hann dyggur.

 

21 Eg fái ikki, Hjerdis,

snakkað longur við teg,

hetta er mín deyðastund,

ið komin er á meg.”

 

22 Grátandi snúðist Hjerdis

Sigmundi frá,

allar hennara hirðkonur

stóðu henni hjá.

 

23 Allar hennara hirðkonur

tær stóðu henni við,

tað var frúgvin Hjerdis,

hon fell í óvit niður.

 

24 Grátandi fór Hjerdis

í sín sal at sitja,

Hjalprekur kongur fyrstur var,

ið frúnna kom at vitja.

 

25 Tað er enn, sum oftum var,

tað kom til so brátt,

jallurin søkti helsótt

á teirri somu nátt.

 

26 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

til at hennara stundum leið,

hon føðir ein svein so fríðan.

 

27 Tað er enn, sum oftum var tá,

duld er døpul mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

28 Sveipaði hon hann í klæði væl,

tá hann kom í heim,

Sjúrð bað hon kalla

tann geviliga svein.

 

29 Barnið varð borið frá kirkjuni

aftur til móður sín,

meiri legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull í skrín.

 

30 Sveipar hon hann í klæði væl,

gott er til góðan at evna,

síðan bað hon presti bera,

Sjúrð bað hon nevna.

 

31 Hann vaks upp í ríkinum,

Gud gav honum vekst,

meiri vaks hann í ein vetur

enn onnur børn í seks.

 

32 Hann vaks upp í ríkinum

til geviligan mann,

Hjalprekur kongur

fostraði hann.

 

33 Hann vaks upp í ríkinum

undir reyðum skildri,

lærdi allar listir tær,

ið riddarar kjósa vildu.

 

34 Hann var seg á leikvølli

burt blant aðrar sveinar,

hvønn tann tíð teir vreiðir vóru,

stóð teim stríð á meini.

 

35 Niður settust sveinarnir,

vreiðir vóru báðir:

“Líkari var tín faðir at hevnt

enn berja os so sára.”

 

36 Sjúrður kastar reyðum skildri

niður á døkka fold,

tá hann hoyrdi sín faðirs deyð,

hann sortnaði sum ein mold.

 

37 Hann kastar svørð og herklæði,

lystir ei longur at leika,

so gekk hann fyri sína móður

við reyðar kinnar og bleikar.

 

38 “Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

sig mær satt ífrá:

varð mín faðir við váknum vegin,

ella doyði hann á strá?

 

39 Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

vita má eg av tær:

varð mín faðir við váknum vegin?

Dult er tað fyri mær.

 

40 Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

sig mær satt ífrá:

er hann enn í vørildini,

ið mín faðir vá?”

 

41 “Um hann er í vørildini,

ið tín faðir vá,

tað verður ikki, meðan tú livir,

tú sømdir av honum fær.

 

42 Hundsins synir í randarný

teir tín faðir vá,

tað verður ikki, meðan tú livir,

tú sigur av teim fær.”

 

43 Sjúrður svarar síni móður,

alt tað sum hann kundi:

“Ofta vaksa á ungum rakka

hvassar tenn í munni.”

 

44 Sjúrður svarar síni móður,

alt tað sum hann kann:

“Ofta vaksa á ungum rakka

hvassar tenn í rann.”

 

45 Hjerdis veit sær

eina breyt,

læsir upp ta kistuna,

full var innan við skreyt.

 

46 Læsir upp ta kistuna,

full var við gull og fæ,

hon tók upp ta skjúrtuna,

kastar honum á knæ.

 

47 Hon tekur upp ta skjúrtuna,

øll var í blóði drigin:

“Her skalt tú síggja tey herklæði,

tín faðir varð í vegin.”

 

48 Hon tekur upp teir svørðslutir,

Sjúrða hon teir fær:

“Hetta gav mær tín sæli faðir,

mikið gott unti mær.

 

49 Tak tú hesar

svørðslutir tvá,

lat tú teir til smiðju senda

eitt annað svørð út slá.

 

50 Regin smiður býr

fyri handan á,

honum skalt tú fáa hesar

svørðslutir tvá.

 

51 Honum skalt tú fáa

hesar svørðslutir tvá,

smíða væl og virðiliga,

til tú ríða má.

 

52 Fræni eitur ormurin,

á Glitraheiði liggur,

Regin hann er góður smiður,

fáum er hann dyggur.”

 

53 Tað var hin ungi Sjúrður,

fátt mundi honum fresta:

“Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

vís mær á veldugan hest!”

 

54 “Gakk tú tær at fossinum,

kasta stein í á,

kjós tær tann av hestunum,

sum ikki víkir frá!”

 

55 Hann gekk sær at fossinum,

kastar stein í á,

tók so tann av hestunum,

sum ikki víkti frá.

 

56 Hann var í tí ríkinum

ein tann allarbesti,

síðan varð hann kallaður

Grani, Sjúrðar hestur.

 

57 Árla var um morgunin,

man meg rætt um minna,

Sjúrður kvittar yvir um á

Regin smið at finna.

 

58 Sjúrður leyp á Grana bak

sama morgun snimma,

so ríður hann sær yvir um á

Regin smið at finna.

 

59 Tað var hin ungi Sjúrður,

ríður fyri dyrnar fram,

Regin kastar smíðina,

tekur sær jarn í hond.

 

60 “Ver vælkomin, Sjúrður,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

61 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvvæl minni um vín,

onnur havi eg ørindini

higar í dag til tín.

 

62 Tak tú hesar

svørðslutir tvá,

lat tú mær eitt annað

javngott svørð út slá!

 

63 Smíða tú mær svørðið

virðiliga og væl,

bæði skal eg vega við tí

jarnið og so stál.

 

64 Smíða skalt tú mær svørðið

skært og so reint,

bæði skal eg vega við tí

jarnið og so stein.”

 

65 “Hoyr tað, snari Sjúrður,

tú ert mær so kær,

dvølst tú nakað í ríkinum,

tú ver í nátt hjá mær!”

 

66 “Eg fái ikki, Regin smiður,

dvølst í nátt hjá tær,

Hjalprekur saknar meg

úr hásæti hjá sær.”

 

67 Regin gongur at stórum stiðja,

leggur jarn í eld,

einans náttina

hevði hann tað í gerð.

 

68 Einans náttina

hevði hann tað í gerð,

tá var hin ungi Sjúrður

riðin har á ferð.

 

69 Sjúrður er riðin fyri

dyrnar fram,

Regin kastar øllum smíði,

tekur sær svørð í hond.

 

70 “Ver vælkomin, Sjúrður,

smíðað havi eg svørð,

bilar tær ikki, hugdjarvi,

tú verður til víggja før.

 

71 Smíðað havi eg svørðið

virðiliga og væl,

bæði skalt tú við tí vega

jarnið og so stál.

 

72 Smíðað havi eg svørðið

skært og so reint,

bæði kanst tú við tí vega

jarnið og so stein.”

 

73 Sjúrður gongur at sterkum stiðja.

høggur alvæl fast,

sundur svørðið

í tógva lutir brast.

 

74 “Deyðan ert tú, Regin smiður,

av mær verð,

fyri tú hevur svikið meg

í váknagerð.”

 

75 Tekur hann hesar svørðslutir,

leggur á Regins knæ,

tá skalv reysti Regin smiður

sum eitt leyvarblað.

 

76 “Smíða skalt tú mær annað,

verður tað nú so,

hoyr tað, Regin smiður,

lív skalt tú ei fá.

 

77 Tú skalt gera tað

so alvæl hart,

bæði skal tað vera

tolið og skarpt.”

 

78 “Smíði eg tær annað,

verður tað ikki so,

hjartað úr orminum

leggi eg treytir á.

 

79 Hoyr tað, ungi Sjúrður,

smíði eg tær svørð,

hjartað úr orminum

vil eg hava til verð.”

 

80 Regin gongur at sterkum stiðja,

leggur jarn í eld,

tríati nætur

hevði hann tað í gerð.

 

81 Tríati nætur

hevði hann tað í gerð,

hugurin var um Sjúrða unga

og um hansara ferð.

 

82 Tað var um ein árla morgun,

man meg rætt um minna,

Sjúrður kvittar yvir um á

Regin smið at finna.

 

83 Sjúrður er riðin

fyri dyrnar fram,

Regin kastar øllum smíði,

tekur sær svørð í hond.

 

84 “Ver vælkomin, Sjúrður,

smíðað havi eg svørð,

bilar tær ikki, hugdjarvi,

tú verður til víggja før.

 

85 Smíðað havi eg svørðið

virðiliga og væl,

bæði kanst tú við tí vega

jarnið og so stál.”

 

86 Sjúrður gongur at sterkum stiðja,

leggur svørðið til,

sundur kleyv hann stiðjan

og stabban við.

 

87 Sjúrður gongur at sterkura stiðja,

høggur við ein fart,

hvørki mátti røkka ei støkka,

tá var svørðið hart.

 

88 Sjúrður gav so stórt eitt høgg,

orna tók hans blóð,

hann kleyv sundur stóra stiðja

niður í hallargólv.

 

89 Vann hann ormin giltan upp,

annan so sum tá,

Gramm kallaði hann svørðið,

á hallargólvi lá.

 

90 “Hoyr tað, snari Sjúrður,

tú ert so rask ein mann,

hvar stendur tín ferðin,

hvar ríður tú fram?

 

91 Hoyr tað, frægi Sjúrður,

siga mást tú mær,

nær tú ríður á Glitraheiði,

eg vil fylgja tær.”

 

92 “Fyrst fari eg í randarný

Hundins synir at vinna,

síðan aftur á Glitraheiði,

tað fýsir meg minna.

 

93 Fyrst fari eg í randarný

Hundins synir at fella,

síðan aftur á Glitraheiði,

meg man einki bella.”

 

94 Tað er reysti Regin smiður,

mælir so fyri sær:

“Kvittar tú á Glitraheiði,

lat meg fylgja tær.”

 

95 Tað var Sjúrður Sigmundarson.

skortar hann ikki eyð,

hann reið seg í randarný,

hann hevndi sín faðirs deyð.

 

96 Allar vá hann Hundins synir,

væl kom hann aftur úr teirri,

skamri stund í ríkinum var,

hann kvittar á Glitraheiði.

 

97 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

reið fram yvir skeið,

møtir hann einum gomlum manni.

setast niður á leið.

 

98 Ein kom maður á víðan vøll fram.

eingin mannin kendi,

eittans eyga í heysi bar,

ein finskan boga í hendi.

 

99 Ein kom maður á víðan vøll fram.

eyga hevði sum bolli,

eittans hár á heysi darrar,

toppur á miðjum kolli.

 

100 “Hoyr tað, snari Sjúrður,

tú ert so rask ein mann,

hvar stendur tín ferðin,

hvar ríður tú fram?”

 

101 “Fyrst reið eg í randarný

Hundins synir at vinna,

nú lystir meg á Glitraheiði,

tað fýsir meg minna.

 

102 Eg reið meg í randarný,

væl kom eg aftur úr teirri,

síðan aftur í ríkinum

eg kvitti á Glitraheiði.”

 

103 “Hoyr tað, snarpi Sjúrður,

siga skalt tú mær:

hvør er hesin vesæli maður,

í fylgi er við tær?”

 

104 “Tað er Regin smiður,

ormins bróðir hann er,

tí man hann við mær vera

ein í hesari ferð.”

 

105 “Hvør hevur biðið teg, Sjúrður,

grava tær gravir tvær?

Deyðan hevur sami maður

ætlað tær.”

 

106 “Regin, ormins bróðir,

hann mær ráðini ger,

tí er hann mín fylgismaður

í hesari ferð.”

 

107 “Grav tú enn ta triðju,

grav hana har íhjá,

ein mun av eitrinum

man tað líva tá.

 

108 Grav tú enn ta fjórðu,

grav hana skamt ífrá,

hoyr tað, snari Sjúrður,

ei har inni stá!”

 

109 Tríati alin er fossurin,

ormurin undir liggur,

uppi standa høvur og sporl,

og búkur á homrum liggur.

 

110 Uppi standa høvur og sporl,

og búkur á homrum lá,

hvør er hann so hugdjarvur,

ið vega hann torir tá?

 

111 “Sjúrð skalt tú nevna meg,

Sigmundar svein,

tað var hin unga Hjerdis,

hon bar meg í heim.”

 

112 Tað er Sjúrður Sigmundarson,

ríður á heiði Glitra,

hann skal vera kempuførur,

ið møtir hans brandi bitra.

 

113 Ormurin liggur á gullinum,

frá man frættast víða,

Sjúrður situr á Grana baki,

býr seg til at stríða.

 

114 Ormurin liggur á gullinum,

ger so stórt eitt ýl,

Sjúrður situr á Grana baki,

býr sítt svørðið til.

 

115 Sjúrður gav so stórt eitt høgg,

tað var mikið undur,

tá skalv bæði leyv og lund,

hann hjó hann í miðju sundur.

 

116 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

sínum svørði brá,

hann kleyv henda frænarorm

sundur í lutir tvá.

 

117 Tá spurdi ormurin,

í tógva lutir lá:

“Hvør var hann so hugdjarvur.

ið vega tordi so?”

 

118 “Sjúrð skalt tú nevna meg,

Sigmundar son,

Hjerdis drotning móðir

nevnd verður hon.”

 

119 “Hoyr tú tað nú, Sjúrður,

hvat eg sigi til tín:

hvør vísti tær vegin

higar nú til mín?”

 

120 “Regin er tín bróðir,

hann vísti mær veg,

hann er tann versti svíkjari,

svíkja vildi hann teg.”

 

121 Til tess svaraði ormurin,

meðan hann fleyt í blóði:

“Drepa mást tú Regin smið,

tóast hann er mín bróðir.

 

122 Veg nú Regin smið,

sum tú hevur vigið meg,

hann er tann størsti svíkjari,

deyða vil sjálvan teg.”

 

123 Stokti hann hjartað,

vegin var so trongur,

tríati alin

var teinurin langur.

 

124 Sjúrður gjørðist um hendur heitur,

drap hann sær um munni,

fuglar og so villini dýr

vórðu honum á máli kunnug.

 

125 Tað var Regin smiður,

talar so fyri sær:

“Fái eg nú, Sjúrður,

tað, tú lovaði mær?”

 

126 Til tess svaraðu villini fuglar,

uppi sótu í eik:

“Sjálvur mást tú, Sjúrður,

eta tína steik.”

 

127 Sjúrður stokti hjartað,

tað av teini dró,

Regin legðist at drekka

ormins eiturblóð.

 

128 Regin legðist at drekka

ormins eiturblóð,

Sjúrður gav honum banahøgg

í spori, sum hann stóð.

 

129 Tað var ungi Sjúrður,

sínum svørði brá,

hann kleyv sjálvan Regin smið

sundur í lutir tvá.

 

130 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

bindur hann upp á Grana bak

gullkistur tólv.

 

131 Bindur upp á Grana bak,

so er frásagt,

tólv gullkistur

hvørjumegin klakk.

 

132 Tólv gullkistur

hvørjumegin tá,

síðan settist Sjúrður

at ríða omaná.

 

133 Tólv gullkistur

hvørjumegin á,

sprakk hann yvir Lindará,

vreiður var hann tá.

 

134 Grani rendi, heiðin kendi,

honum var leiðin kunn,

Sjúrður svav á teirri nátt

undir ein kaldan runn.

 

135 Sjúrður svav á teirri nátt

undir ein kaldan runn,

eg svørji tann eið við mína trúgv,

hann svav í Hólmgørðum.

 

136 Sjúrður reið á markir út,

ei hans móðir visti,

eingin veit á morgni at siga,

hvar hann á kvøldi gistir.

 

137 So gongur hann Grani

eftir sløttum sandi,

tílíkur kemur ikki aftur

í Buðla kongins land.

 

138 So gongur hann Grani

eftir víðum vølli,

tílíkur kemur ikki aftur

í Buðla kongins høll.

 

CCF 1Bb I

TSB E 51

 

Handrit: N. Nolsøe's Collection. FLB F IV vol. I, No. 35, s. 98.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 57.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 1. bind, s. 177

 

Heimild: Kvæðasavnið hjá N. Nolsøe, 1840

E 51 Regin smiður (Sigurd revenges his father’s death and kills the serpent Fafnir)

Sigmundur brýtur svørð sítt og verður deyðiliga særdur í bardaga ímóti Hundings sonum. Áðrenn hann doyr, sigur hann konu síni, Hjørdis, at hon fer at fáa son, og at hon skal geva honum Sjúrðar navn. Hann fer at hevna deyða faðir sín. Sigmundur gevur henni brotna svørð sítt. Regin smiður skal evna nýtt svørð burtur úr pettunum.

Sjúrður veksur til evnaligan ungan mann, og tá ið hann fer ov ógvisliga við vinmonnunum, biðja teir hann heldur fara og hevna deyða faðir sín. Sjúrður fer til móður sína og fær at vita, hvussu drápsmaður pápans eitur. Hann fær brotna svørðið, velur hestin Grana til sín sjálvs og fer til Regin smið. Regin noyðist at smíða svørðið Gram.

Sjúrður ríður í bardaga og ger av við Hundings synir. Saman við Regini fer hann av stað at drepa ormin Fávnir, egna beiggja Regins. Ein gamalur, einoygdur maður (frábr.: A, D, F: Nornagestur) ávarar Sjúrð ímóti Regini. Sjúrður vegur ormin og etur hjarta hansara, og soleiðis verður hann førur fyri at skilja fuglamál. Eisini fuglarnir ávara hann ímóti svikagerðunum, sum Regin hevur í huga, og síðani drepur Sjúrður Regin. Hann fermir allar dýrgripir ormsins á Grana bak og fer heim aftur.

á føroyskum: CCF 1 A: I, Ba-b: I, C ør. 1-100, D: I, E: I, F, G ør. 1-107 (bert á føroyskum). Fyrsti táttur av ”Sjúrðarkvæðum”.